Síggj Duritu og Henriettu vinna á einari úr Grønlandi og einari úr Cayman oyggjunum
Í borðtennis eru kappingarnar allar dagarnar, Oyggjaleikirnir eru á Jersey. Í dag vóru innleiðandi dystir í tvímansleiki, og tað eydnaðist Duritu F. Jensen og Henriettu Nielsen at koma víðari.
Frammanundan hava tær báðar eisini leikt seg víðari sum einstaklingar. Hanus Sørensen og Hallur Thorsteinsson eru eisini komnir víðari í tvímansleiki.