Her sært tú Hanus Bergsson kasta spjótið á Oyggjaleikunum
20 ára gamli Hanus Bergsson umboðaði í kvøld Føroyar í einari spennandi kapping í spjótkasti á frælsu ítróttabreytini í St. Helier. Eftir trý tey fyrstu køstini, kom Hanus víðari saman við sjey øðrum.
Tá av tornaði, endaði Hanus á einum fjórða plássi. Hansara besta kast var 61.96 metrar, og tað var ein metur og tveir sentimetrar frá bronsuni. Køstini eru vorðin longur, tí á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani var tað nóg mikið við 55 metrum at fáa bronsuna.
Alexander Pascal úr Cayman oyggjunum kastaði 65.03 metrar og vann gullið. Hann vann eisini á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani. Jako Lindrop úr Saarema kastaði 63.20 metrar og fekk silvur og Sander Suurhans úr Saarema kastaði 62.98 metrar og fekk bronsuna.