Marna Egholm fekk í kvøld uppreisn, eftir óhappið sunnumorgunin í hálvum marathon. Hesaferð rann hon 10.000 metrar fyri Føroyar, og úrslitið varð eitt heiðursmerki úr silvuri. Tíðin hjá henni var 36:48.25 og sostatt tók hon føroyska metið við heili 10 sekundum.
Kim Baglietto úr Gibraltar, ið eisini vann hálvt marathon sunnumorgunin, fekk gull við tíðini 36:23.36. Louise Perrio úr Guernsey fekk bronsu.