Hoyr samrøðuna við Sølva Reinert Hansen, sum nú gevst í altjóða oyggjaleikanevndini
Eftir fýra ár í nevndini í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA, hevur Sølvi Reinert Hansen takkað fyri seg. Hann stillaði ikki uppaftur á aðalfundinum á Jersey týsdagin.
- Hetta hevur verið ein spennandi og lærurík tíð, sigur Sølvi Reinert Hansen. Hann staðfestir, at hetta arbeiðið fer við nógvari tíð og tað sjálvboðið. Tað er bara ein løntur persónur í altjóða oyggjaleikanevndini, og tað er aðalskrivarin.
Andrew Inkster úr Hetlandi er nývaldur fyri Sølva Reinert Hansen. Formaður er Jörgen Pettersson úr Álandi og hini í nevndini eru av Jersey, Bermuda og úr Hetlandi. Sostatt hevur Hetland tveir limir í nevndini.
Sølvi Reinert Hansen, sum eitt skeið var ÍSF-formaður, varð á seinasta aðalfundi valdur í starvsnevndina í Ítróttasambandi Føroya.