Her kanst tú síggja myndir og samrøður frá seinasta dystinum hjá føroyingum í kurvabólti
Føroysku menninir í kurvabólti taptu allar fýra dystirnar á Oyggjaleikunum á Jersey. Frægasta úrslitið fingu teir í dag, tá teir fyri fyrstu ferð komu upp um 40 stig. Í dag var Gotland mótstøðuliðið og dysturin endaði 43-77.
Allir okkara kurvabóltsspælarar eru á einum máli um, at teir hava lært ómetaliga nógv av kappingini á Oyggjaleikunum. Nú vita teir betri, hvat teir serliga skulu leggja dent á til Oyggjaleikirnar um tvey ár.