Her sært tú, tá føroysku flogbóltskvinnurnar og menninir fingu handað silvur á Oyggjaleikunum
Føroyar vórðu umboðaðar í báðum flogbóltsfinalunum á Oyggjaleikunum á Jersey seinnapartin. Og í báðum førum vórðu okkara fólk ov stutt. Estiska oyggin Saaremaa vann gull bæði hjá kvinnum og monnum.
Úrslitið hjá kvinnum var 3-1 til Saaremaa og settúrslitini vóru 16-25, 25-15, 23-25 og 15-25. Hjá monnum gjørdist úrslitið 3-0 til Saarema og settúrslitini vórðu 25-22, 25-21 og 25-16.
Lítið er at ivast í, at menninir eru nøgdari enn kvinnurnar við silvurið. Kvinnurnar hava verið í flestu oyggjaleikafinalum og hava ofta vunnið gullið. Tað gjørdu tær eisini á Bermuda fyri tveimum árum síðani, so málið var avgjørt at endurvinna gullið. Hetta er triðju ferð, at menninir hava verið í finaluni.
Seinasta uppgávan hjá Sølva Reinert Hansen, sum gevst í altjóða oyggjaleikanevndini, var at handa heiðursmerkini hjá flogbóltskvinnum. Hann segði undan dystinum, at hann vónaði at sleppa at handa føroysku kvinnunum gullið.