Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'The Nightfly', Donald Fagen, 1982
14-03-2021
Fyrsta solistútgávan hjá Steely Dan sangaranum, Donald Fagen. Hon er ein teirra, sum búnast við árunum. Kendastu løgini eru I.G.Y. og The Frontier.

Amerikanarin Donald Fagen gjørdi hesa plátu sum eina ævisøgu við støði í fimti- og sekstiárunum, har hann vaks upp í spentu kaldakrígstíðini. The Nightfly hevur eitt slag av serstøðu millum aðrar áttatiáraútgávur, tí hon er gátufør, eins og upphavsmaðurin sjálvur er gátuførur. Og millum tónleikarar og ídnar lurtarar hevur hon eins nógv serstøðu fyri dygdina.

Tað tók teimum átta mánaðir at fyrireika og taka upp, og Donald Fagen var útlúgvaður sinnsliga. Talan er um jazz-rokk, sum eisini eru poppur, eitt nú vóru video gjørd til at sýna á MTV. Næsta útgáva Donald Fagens kom ikki fyrr enn ellivu ár seinni. Plátubarrin 13. mars 2021.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Talan eru um mest keyptu útgávuna hjá Roxette. Kend løg eru: 'Joyride', 'Fading Like a Flower', og 'Spending My Time'. Albumið rakk til annaðplássið á UK Albums Chart.
18-03-2023
Tað fyrsta av fýra albumplettskotum, sum Billy Joel hevur havt í USA. Nógv spæld løg frá plátuni eru 'My Life', 'Honesty', 'Big Shot', og 'Rosalinda's Eyes'.
16-03-2023
Henda útgávan er ein tann mest sjónligi føroyski varðin á tóleikaleið. Nærum øll løgini hava verið spæld nógv síðan 1990, harav tvey dømi eru Ljóðmynd og Kvøld á Tinganesi.
11-03-2023
Eitt tað besta albumið hjá Tøsedrengene við løgum sum 'Vi var engang så tæt' og 'Drop dine løgne'. Sølutalið var omanfyri 100.000 seld eintøk, ið var óvanliga nógv í Danmark.
25-02-2023
Talan er um næstmest keypta upprunaalbumið hjá Electric Light Orchestra. Útgávan er synth- og discokendur popprokkur. Kend løg eru 'Don't Bring Me Down' og 'Confusion'.
18-02-2023
Talan er um næstbest umtókta albumið hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Mest spældu løgini hava verið 'Superstitious', 'Let the Good Times Rock', og 'Open Your Heart'.
11-02-2023
Hetta er stóra útgávan hjá amerikanska Lionel Richie, sum beint tá var komin úr bólkinum, Commodores. Talan er um soul-popp balladur og rýtmisk løg sum 'All Night Long'.
04-02-2023
Hetta er hennara fyrsta útgáva, sum framvegis er hennara best umtókta. 'Twist in My Sobriety' og 'Good Tradition' eru stóru hittini á plátuni. Stílurin er 'folk-pop'.
28-01-2023
Talan er um næstmest keypta albumið hjá Def Leppard, sum nú er 40 ár. MTV sjónvarpsrásin var longu byrjað at senda Def Leppard og vaks um hetta í samband við 'Pyromania'.
21-01-2023
Útgávan verður mangan nevnd diskoplátan hjá Abba. Kend hitt eru: 'Does Your Mother Know', 'I Have a Dream', 'Chiquitita', 'Voulez-Vous', og 'If It Wasn't For The Night'.
15-01-2023
Tann seinasta í eini røð við Whitesnake-útgávum, sum stór undirtøka var fyri. Størstu samtíðarhittini vóru: 'Fool For Your Loving '89' og 'The Deeper the Love'.
07-01-2023
Øll 12 løgini. Talan er um samrøðusending, her Steintór greiðir frá løgunum og hugleiðir um evni, ið geva honum íblástur. 'Góð góð góð' og 'Títt smíl' eru tvey nógv spæld løg.
31-12-2022