Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Lita' hjá Litu Ford í 1988
27-03-2021
'Lita' er Litu Fordsa best umtókta album. Samstundis eru tvey av løgunum, Close My Eyes Forever og Kiss Me Deadly; hennara best umtóktu stakløg.

Sharon Osbourne stýrdi virkseminum fyri Litu Ford. Mike Chapman varð boðsendur at framleiða og tað gjørdi hann við hepnari hond. Talan er um triðja albumið hjá solistinum, Lita Ford, men tey bæði undanfarnu høvdu ikki havt nøktandi undirtøku. Stílurin varð gjørdu mjúkari og meira áttatiára MTV; stórt og bleikt hár og leðurklæði. Og tað riggaði. Framvegis er útgávan, Lita, hennara mest keypta. Lagið Close My Eyes Forever er ein duett við Litu Ford og Ozzy Osbourne.

Lita Ford bleiv í sjeytiárunum kend sum leadgittaristur í amerikanska bólkinum, The Runaways, har Joan Jett spældi rútmugittar. Kvinnuliga manningin varð nógv avmyndað í ungdómsbløðum, tó størstu undirtøkuna og søluna høvdu tær í Japan. The Runaways bólkurin spældi sína seinastu konsert seint í 1978 og upploystist alment í apríl 1979.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Talan eru um mest keyptu útgávuna hjá Roxette. Kend løg eru: 'Joyride', 'Fading Like a Flower', og 'Spending My Time'. Albumið rakk til annaðplássið á UK Albums Chart.
18-03-2023
Tað fyrsta av fýra albumplettskotum, sum Billy Joel hevur havt í USA. Nógv spæld løg frá plátuni eru 'My Life', 'Honesty', 'Big Shot', og 'Rosalinda's Eyes'.
16-03-2023
Henda útgávan er ein tann mest sjónligi føroyski varðin á tóleikaleið. Nærum øll løgini hava verið spæld nógv síðan 1990, harav tvey dømi eru Ljóðmynd og Kvøld á Tinganesi.
11-03-2023
Eitt tað besta albumið hjá Tøsedrengene við løgum sum 'Vi var engang så tæt' og 'Drop dine løgne'. Sølutalið var omanfyri 100.000 seld eintøk, ið var óvanliga nógv í Danmark.
25-02-2023
Talan er um næstmest keypta upprunaalbumið hjá Electric Light Orchestra. Útgávan er synth- og discokendur popprokkur. Kend løg eru 'Don't Bring Me Down' og 'Confusion'.
18-02-2023
Talan er um næstbest umtókta albumið hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Mest spældu løgini hava verið 'Superstitious', 'Let the Good Times Rock', og 'Open Your Heart'.
11-02-2023
Hetta er stóra útgávan hjá amerikanska Lionel Richie, sum beint tá var komin úr bólkinum, Commodores. Talan er um soul-popp balladur og rýtmisk løg sum 'All Night Long'.
04-02-2023
Hetta er hennara fyrsta útgáva, sum framvegis er hennara best umtókta. 'Twist in My Sobriety' og 'Good Tradition' eru stóru hittini á plátuni. Stílurin er 'folk-pop'.
28-01-2023
Talan er um næstmest keypta albumið hjá Def Leppard, sum nú er 40 ár. MTV sjónvarpsrásin var longu byrjað at senda Def Leppard og vaks um hetta í samband við 'Pyromania'.
21-01-2023
Útgávan verður mangan nevnd diskoplátan hjá Abba. Kend hitt eru: 'Does Your Mother Know', 'I Have a Dream', 'Chiquitita', 'Voulez-Vous', og 'If It Wasn't For The Night'.
15-01-2023
Tann seinasta í eini røð við Whitesnake-útgávum, sum stór undirtøka var fyri. Størstu samtíðarhittini vóru: 'Fool For Your Loving '89' og 'The Deeper the Love'.
07-01-2023
Øll 12 løgini. Talan er um samrøðusending, her Steintór greiðir frá løgunum og hugleiðir um evni, ið geva honum íblástur. 'Góð góð góð' og 'Títt smíl' eru tvey nógv spæld løg.
31-12-2022