Plátubarrin

TEMA: Bat Out of Hell - Meat Loaf og Jim Steinman
24-04-2021
Jim Steinman, sum skrivaði tónleikin til Bat Out of Hell' albumið frá 1977, andaðist mánadagin 19. apríl '21. Henda Temapláta er honum til minnis.

Eftir fleiri ára royndir eydnaðist tað Jim Steinman og Meat Loaf at sannføra eitt plátufelag um dygdina í tilfarinum og harvið geva tað út. Tað bleiv ein heimssucces og framvegis spæla útvørpini løg sum 'Two Out of Three Ain't Bad', 'Bat Out of Hell', og 'You Took the Words Right Out of My Mouth.

Alt 1975 og 1976 royndu Jim Steinman og Meat Loaf at fáa plátufeløg at taka undir við teirra ætlan um eina LP plátu, men illa bar til. Managarin, David Sonenberg, skemtaði við hesum og segði, at Steinman og Meat Loaf sjálvir stovnaðu plátufeløg, bara fyri at kunnu verða avvístir. Heilt síðan 1974 høvdu teir arbeitt hart og spælt tilfarið fyri bransjufólki, og í 1976 framførdu teir alla Bat Out Of Hell á einari konsert, so har har vantaði bara ein undirskrivt.

CBS niðurgjørdi ætlanina, Warner Bros. sýndi góð tekin, men høvuðsstjórin segði nei. Tað endaði við, at Cleveland International, ið samstarvaði við Epic, tók kjansin. Ikki so býtt, tá hugsað verður um, at í 2014 var sølutalið 34 milliónir seld eintøk av 'Bat Out of Hell'.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Frá løgum sum 'Can't Let You Go' og 'Street of Dreams' hevur Bent Out of Shape sera stóra undirtøku í Føroyum. Útgávan er ein av væl lagaðu varðunum í áttatiárarokkinum.
28-10-2023
Talan er um fyrstu heildarútgávuna hjá danska rokkbólkinum, Bloody Dice, har føroyingurin, Dagfinn Joensen, er sangari. Albumið kallast eisini Bloody Dice.
28-10-2023
Modern Talking sangarin, Thomas Anders, vitjar Summarfestivalin '23. Har fer hann at syngja løg sum 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady'.
07-05-2023
Útgávan var eitt slag av nýggjum framhaldi hjá Elton John hvørs fýra album undan hesum ikki høvdu havt tær stóru landaplágurnar. Øðrvísi var við 'Too Low For Zero' í so máta.
06-05-2023
Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Shakatak, ið spælir eitt slag av funk-jazz-poppi. Heitislagið á plátuni er eisini bólksins stóri poppklassikari.
29-04-2023
Talan er um tað stóra heimsgjøgnumbrotið hjá AC/DC úr Australia. Heitislagið var tað stóra hittið, meðan 'Night Prowler' elvdi til øsing í samband við deyðsfall í Amerika.
22-04-2023
Talan er um frumplátuna hjá Annifrid, Benny, Björn, og Agnethu, áðrenn bólkurin varð nevndur Abba. 'Ring Ring' verkið varð ikki givið út í stórum londum sum USA og Bretlandi.
15-04-2023
'Total Eclipse of the Heart' er berandi lagið á hesi fimtu útgávuni hjá Bonnie Tyler, sum nú hevur fjøruti ár á baki. Øll løgini verða spæld í táttinum.
08-04-2023
Tann seinasta sjeytiáraúgávan við kendastu Deep Purple manningini; Gillan, Blackmore, Lord, Paice, Glover. Kendasta lagið er 'Woman from Tokyo'.
01-04-2023
Annað albumið hjá hesum amerikanara, sum er hansara mest keypta. Hittini vóru 'Right Here Waiting', 'Satisfied', og 'Angelia'. Verkið er rættiliga rokkut og eisini synth-kent.
25-03-2023
Talan eru um mest keyptu útgávuna hjá Roxette. Kend løg eru: 'Joyride', 'Fading Like a Flower', og 'Spending My Time'. Albumið rakk til annaðplássið á UK Albums Chart.
18-03-2023
Tað fyrsta av fýra albumplettskotum, sum Billy Joel hevur havt í USA. Nógv spæld løg frá plátuni eru 'My Life', 'Honesty', 'Big Shot', og 'Rosalinda's Eyes'.
16-03-2023