Plátubarrin

MINIBARRIN: The Philadelphia Sound
08-09-2021
Eins og Detroit (Motown) hevði Philadelphia síni sereyðkenni og hesi mentust til tað vit kenna sum The Philly Sound. Bólkurin 'The Three Degrees' er eitt av Philly nøvnunum.

Men vit hava fyrr havt drúgva umrøðu av 'The Three Degrees', so ístaðin verður annað Philly-tilfar spælt hesaferð. Kundi tó stutt sagt, at 'The Three Degrees altíð hevur verið 'mannað' sum ein kvinnu-trio. Og síðan 1963 hava fimtan kvinnur sungið í hesum vokal-bólki.

Philly-sound, Phylli-soul, var stórur partur grundarlagnum fyri tí, sum bleiv til disco. Ljóðmyndin var funk-inspirerað við sevjutum ljóðføris-arrangementum, ofta við veipandi streingjaljóðførum og hvøssum hornum.

Høvuðsnavnið í hesi sending er sangskrivarin, Linda Creed. Í tónleiki er Linda Creed, sála, best kend fyri tvey viðurskifti; at hon saman við Michael Masser skrivaði 'The Greatest Love of All', sum Whitney Houston hevði eitt plettskot við, og so samstarvið, sum hon og Thom Bell høvdu um lagskriving til bólkarnar 'The Stylistics' og 'The Spinners'. Hann komponeraði og legði til rættis. Seinni í sendingini leggja vit størri dent á Bell, tá løg verða spæld frá 'The Thom Bell Sessions', ið var ein kreativ tilgongd saman við fleiri, eitt nú Elton John, sum eisini syngur ein sang í sendingini.

Myndin er av bólkinum 'The Stylistics', meðan spælt varð í sjónvarpssendingini 'Soul Train' í 1974.

Minibarrin 8. september 2021.

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023
Frá løgum sum 'Can't Let You Go' og 'Street of Dreams' hevur Bent Out of Shape sera stóra undirtøku í Føroyum. Útgávan er ein av væl lagaðu varðunum í áttatiárarokkinum.
28-10-2023
Talan er um fyrstu heildarútgávuna hjá danska rokkbólkinum, Bloody Dice, har føroyingurin, Dagfinn Joensen, er sangari. Albumið kallast eisini Bloody Dice.
28-10-2023
Modern Talking sangarin, Thomas Anders, vitjar Summarfestivalin '23. Har fer hann at syngja løg sum 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady'.
07-05-2023
Útgávan var eitt slag av nýggjum framhaldi hjá Elton John hvørs fýra album undan hesum ikki høvdu havt tær stóru landaplágurnar. Øðrvísi var við 'Too Low For Zero' í so máta.
06-05-2023
Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Shakatak, ið spælir eitt slag av funk-jazz-poppi. Heitislagið á plátuni er eisini bólksins stóri poppklassikari.
29-04-2023
Talan er um tað stóra heimsgjøgnumbrotið hjá AC/DC úr Australia. Heitislagið var tað stóra hittið, meðan 'Night Prowler' elvdi til øsing í samband við deyðsfall í Amerika.
22-04-2023
Talan er um frumplátuna hjá Annifrid, Benny, Björn, og Agnethu, áðrenn bólkurin varð nevndur Abba. 'Ring Ring' verkið varð ikki givið út í stórum londum sum USA og Bretlandi.
15-04-2023
'Total Eclipse of the Heart' er berandi lagið á hesi fimtu útgávuni hjá Bonnie Tyler, sum nú hevur fjøruti ár á baki. Øll løgini verða spæld í táttinum.
08-04-2023
Tann seinasta sjeytiáraúgávan við kendastu Deep Purple manningini; Gillan, Blackmore, Lord, Paice, Glover. Kendasta lagið er 'Woman from Tokyo'.
01-04-2023
Annað albumið hjá hesum amerikanara, sum er hansara mest keypta. Hittini vóru 'Right Here Waiting', 'Satisfied', og 'Angelia'. Verkið er rættiliga rokkut og eisini synth-kent.
25-03-2023
Talan eru um mest keyptu útgávuna hjá Roxette. Kend løg eru: 'Joyride', 'Fading Like a Flower', og 'Spending My Time'. Albumið rakk til annaðplássið á UK Albums Chart.
18-03-2023