Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Gas 2', Gasolin', 1972
20-11-2021
Theodor Eli Dam Olsen er temagestur og tosað verður eisini um Gasolin' sum heild. Kend løg á GAS 2 eru 'Nanna', 'På en sommerdag', 'På banen derudaf', og 'Fi-fi dong'.

Sendingin varð gjørd í samband við at 21. november 2021 vóru 50 ár liðin síðan Gasolin' gav sína fyrstu fólksligu rokkplátu út í 1971, vanliga kallað GAS 1. Á henni er kenda lagið 'Langebro', sum eisini kann hoyrast í sendingini, meðan hini løgini eru frá GAS 2, ið var eitt væl betri heildar-avrik enn frumplátan frá árinum fyri. Hetta er ein redigerað net- og endursendingarútgáva av Temapátuni í Plátubarrini tann 20.11.2021.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Hetta er tann næstbest umtókta av 'stóru' útgávunum hjá Survivor, og tann fyrsta við Jimi Jameson á forsangi. Eitt lag er 'Popular Girl'.
18-11-2023
Fyrsta albumútgávan hjá amerikansku Cyndi Lauper, sum framvegis er hennara mest keypta. Hetta er samtíðarpoppur við løgum sum 'Girls Just Wanna Have Fun' og 'Time After Time'.
11-11-2023
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023
Frá løgum sum 'Can't Let You Go' og 'Street of Dreams' hevur Bent Out of Shape sera stóra undirtøku í Føroyum. Útgávan er ein av væl lagaðu varðunum í áttatiárarokkinum.
28-10-2023
Talan er um fyrstu heildarútgávuna hjá danska rokkbólkinum, Bloody Dice, har føroyingurin, Dagfinn Joensen, er sangari. Albumið kallast eisini Bloody Dice.
28-10-2023
Modern Talking sangarin, Thomas Anders, vitjar Summarfestivalin '23. Har fer hann at syngja løg sum 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady'.
07-05-2023
Útgávan var eitt slag av nýggjum framhaldi hjá Elton John hvørs fýra album undan hesum ikki høvdu havt tær stóru landaplágurnar. Øðrvísi var við 'Too Low For Zero' í so máta.
06-05-2023
Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Shakatak, ið spælir eitt slag av funk-jazz-poppi. Heitislagið á plátuni er eisini bólksins stóri poppklassikari.
29-04-2023
Talan er um tað stóra heimsgjøgnumbrotið hjá AC/DC úr Australia. Heitislagið var tað stóra hittið, meðan 'Night Prowler' elvdi til øsing í samband við deyðsfall í Amerika.
22-04-2023
Talan er um frumplátuna hjá Annifrid, Benny, Björn, og Agnethu, áðrenn bólkurin varð nevndur Abba. 'Ring Ring' verkið varð ikki givið út í stórum londum sum USA og Bretlandi.
15-04-2023
'Total Eclipse of the Heart' er berandi lagið á hesi fimtu útgávuni hjá Bonnie Tyler, sum nú hevur fjøruti ár á baki. Øll løgini verða spæld í táttinum.
08-04-2023
Tann seinasta sjeytiáraúgávan við kendastu Deep Purple manningini; Gillan, Blackmore, Lord, Paice, Glover. Kendasta lagið er 'Woman from Tokyo'.
01-04-2023