Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: Coming Up, Suede, 1996
27-11-2021
Vælumtóktu løgini Beautiful Ones, Trash, Lazy, Filmstar, og Saturday Night hava havt við sær, at Coming Up er mest keypta útgávan hjá enska Suede.

Allar hasar fimm singlepláturnar frá Coming Up vóru á Top 5 og Top 10 í Bretlandi. Í sendingini verða átta løg við ymsari styrki spæld frá Coming Up, og søgan um Suede og brit-pop-sjangruna verður søgd.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Partvíst minnissending um Oliviu Newton-John, sum doyði í 2022. Vit hoyra hana einsamalla og saman við John Travolta, eins og 'Sha-na-na' spælir fleiri løg í sendingi
26-12-2022
Tað mest selda albumið hjá The Boss, ið var plettskot í níggju londum. Umframt heitislagið eru 'Dancing in the Dark', 'Cover Me', 'I'm Going Down', og 'I'm On Fire' kend løg.
17-12-2022
Mest selda Bowie albumið. Heitislagið var eisini eitt tað mest spælda lagið av øllum í fýrsunum. Onnur kend løg á útgávuni eru: 'China Girl', 'Modern Love', og 'Cat People'.
10-12-2022
'Í nátt falla flykrur' er heitið. Rani Nolsøe skrivaði lagið til hesa yrking hjá Sólrun Michelsen, skaldi. Rani Nolsøe og Ingibjørg Hansen syngja. Plátubarrin 3. desembur 2022
05-12-2022
Christine McVie doyði tann 30. novembur 2022. Hon var tangentspælarin í enskt-amerikanska bólkinum, Fleetwood Mac, ið eisini sang og skrivaði fleiri av kendastu løgunum.
03-12-2022
Tann mest selda útgávan, sum danir ella norðmenn hava gjørt. Á hesum frumalbum hjá Aqua eru trý bretsk plettskot. Stílurin er 'eurodance' og størsta hittið var 'Barbie Girl'.
03-12-2022
'Hálvantímatátturin': Hildið verður fram frá síðsta leygarkvøldi við Sweet løgum; hesaferð árini 1974 til 1978 + eykalag frá 1980. Sweet staðfestir sína støðu sum rokkbólkur.
27-11-2022
Heimsins mest selda album er 40 ár her í november 2022. Á tí eru kend løg sum 'Billie Jean', 'Beat It', 'Thriller', 'Human Nature', 'The Girl Is MIne', og onnur.
26-11-2022
'Hálvantímatátturin' er hesaferð ein ferð við bretska bólkinum, The Sweet, tey fyrstu hittárini frá 1971 til 1973. Vit hoyra menningina frá ovurløttum poppi til harðan rokk.
20-11-2022
Talan er um ta áttandu útgávuna hjá amerikanska bólkinum, R.E.M., og kanska eisini ta bestu. Mest spældu løgini í Føroyum eru 'Everybody Hurts' og 'Man On The Moon'.
19-11-2022
Tann best umtókta útgávan hjá enska Spandau Ballet, ið inniheldur bólksins tvey størstu hitt; 'True' (UK nr. 1) og 'Gold' (UK nr. 2).
12-11-2022
Rokksangarin, Dan McCafferty, andaðist 8. nov. 2022. Síðan 1971 hevur hann saman við bólki sínum, Nazareth, ríkað okkum lívið við løgum sum Love Hurts og This Flight Tonight.
12-11-2022