- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
'Starlight' var vælumtókt orkestur í Suðuroynni, sum spældi frá seint í hálvfjerðsunum og fram í fýrsini. Seinni stovnaði partur av manningini annan fýrsárabólk, 'Asbest', sum eisini hevði aktuell løg á skránni. Hesum greiðir Fimmboði Lisberg frá, eins og hann sigur frá váðaferðum hjá 'Starlight', sum um stutta tíð fer at spæla aftur.
Elin Michelsen gjørdi útvarpssending um 'Dirty Dancing' í 2017, tá filmurin var 30 ár. Í Magnum spæla vit millum annað brot úr tí sendingini, har ein gestur greiðir frá álvarseminum, ið býr undir tí, sum sýnist at vera ein glað filmsøga.
Í hesi sendingini verða tvey løg úr 'Dirty Dancing' spæld, og fýra løg verða eisini at hoyra, sum 'Starlight' og ´Asbest' høvdu á sínum spæliskráum.
Magnum (3/4) 30. mars 2022. Sendirøðin hevur einans tilfari, sum á ein ella annan hátt kann setast í samband við ungdómslív í áttatíarini.