Plátubarrin

MAGNUM 3: Filmurin 'Dirty Dancing' og bólkurin 'Starlight'
30-03-2022
Elin Michelsen sá filmin 'Dirty Dancing' í Palads, tá filmurin var nýggjur, og mundi ikki fingið brosið av varrunum aftur. Fimmboði Lisberg var ein tónleikari í 'Starlight'.

'Starlight' var vælumtókt orkestur í Suðuroynni, sum spældi frá seint í hálvfjerðsunum og fram í fýrsini. Seinni stovnaði partur av manningini annan fýrsárabólk, 'Asbest', sum eisini hevði aktuell løg á skránni. Hesum greiðir Fimmboði Lisberg frá, eins og hann sigur frá váðaferðum hjá 'Starlight', sum um stutta tíð fer at spæla aftur.

Elin Michelsen gjørdi útvarpssending um 'Dirty Dancing' í 2017, tá filmurin var 30 ár. Í Magnum spæla vit millum annað brot úr tí sendingini, har ein gestur greiðir frá álvarseminum, ið býr undir tí, sum sýnist at vera ein glað filmsøga.

Í hesi sendingini verða tvey løg úr 'Dirty Dancing' spæld, og fýra løg verða eisini at hoyra, sum 'Starlight' og ´Asbest' høvdu á sínum spæliskráum.

Magnum (3/4) 30. mars 2022. Sendirøðin hevur einans tilfari, sum á ein ella annan hátt kann setast í samband við ungdómslív í áttatíarini.
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Hetta er tann sjeynda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
21-07-2022
Hetta er tann sætta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
14-07-2022
Hetta er fimta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
07-07-2022
Hetta er fjórða sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
30-06-2022
Hetta er triðja sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
21-06-2022
Hetta er onnur sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
14-06-2022
Hetta er tann fyrsta av mongum Minibarrum í summar, har lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
07-06-2022
Seinasti 'Hálvantímatátturin' í vetrarskránni '21-'22 inniheldur burturav løg, sum amerikanski rokkbólkurin, Kiss, gjørdi kend í sjeyti- og áttatiárunum.
08-05-2022
'Hungry Like the Wolf' og 'Save a Prayer' er tvey av løgunum á hesum poppklassikara, sum vit spæla og umrøða. Eitt av løgunum presenterar Kári Annand Berg, útv.maður og DJ.
07-05-2022
'The Best of Times' og 'Too Much Time on My Hands' er tvey av løgunum á hesum rokkklassikara, sum er til umrøðu. Eitt av løgunum presenterar Ragnar A. Jacobsen, kvf-vertur.
30-04-2022
Hetta er ein av hansara bestu útgávum við løgum sum 'Ebony and Ivory', 'Wanderlust', 'Ballroom Dancing', 'Tug of War', og 'Take It Away'. Tátturin er eitt 40 ár minni.
24-04-2022
Fyrsta og samstundis best umtókta poppalbumið hjá donsku duettini, Laban. Kendastu løgini eru 'Hvor ska' vi sove i nat', 'Det er hans kys', og 'Jeg ka' li' dig alligevel'.
16-04-2022