Plátubarrin

TEMPALÁTAN: 'Paradise Theatre, Styx, 1981
30-04-2022
'The Best of Times' og 'Too Much Time on My Hands' er tvey av løgunum á hesum rokkklassikara, sum er til umrøðu. Eitt av løgunum presenterar Ragnar A. Jacobsen, kvf-vertur.

Talan er um tað mest keypta Styx albumið, sum samstundis var eitt stílbrot. Plátan lýsir gongdina hjá Paradís teatrinum, ið var ein metaforur fyri amerikanska samfelagið. Men lýsingin er ikki burturav tekstlig; við sínum dramakendu og teatralsku arrangementum stuðlar tónleikurin søgugongdini.

Upprunaliga var 'Paradise Theatre' ein PB táttur í 2016, men hann er broyttur og longdur til hetta høvið, sum eftir áheitan frá lurtarum varð tikin upp av nýggjum. Verturin í útvarpssendingini, 'RagnaRokk', Ragnar A. Jacobsen, greiðir frá einum parti av samrøðuni, sum hann hevði við Styx-limin, Dennis DeYoung, í september 2021.

Plátubarrin 30. apríl 2022.
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Fyrsta og best umtókta útgávan hjá kaliforniska bólkinum, The Go-Go's, við Belindu Carlisle. Kendastu løgini eru: 'Our Lips Are Sealed' og 'We Got The Beat'.
05-11-2022
Ein tann mest seldu Queen útgávan, sum meira kann kallast eitt heildarverk, enn eitt singleplátusavn. Kend løg eru 'I Want It All', 'The Invisible Man', og 'Breakthru'.
29-10-2022
Triðbest umtókta albumið hjá Bon Jovi. Og meira búgvi enn tey undanfarnu. Størstu hittini eru 'Bed of Roses', 'Keep the Faith', og 'In These Arms'.
23-10-2022
Hetta er tann trettanda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
08-09-2022
Hetta er tann tólvta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
01-09-2022
Hetta er tann ellinta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
25-08-2022
Hetta er tíggjunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
18-08-2022
Hetta er níggjunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
11-08-2022
Hetta er áttunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
04-08-2022
Hetta er tann sjeynda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
21-07-2022
Hetta er tann sætta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
14-07-2022
Hetta er fimta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
07-07-2022