Plátubarrin

PLÁTUBARRIN: Kiss singleplátur '76 - '87
08-05-2022
Seinasti 'Hálvantímatátturin' í vetrarskránni '21-'22 inniheldur burturav løg, sum amerikanski rokkbólkurin, Kiss, gjørdi kend í sjeyti- og áttatiárunum.

Eitt sindur verður greitt frá gongdini í Kiss, men eins og í øðrum 'Hálvantímatættum', sum sendir eru, er denturin hesaferð eisini mest á tónleikin. Nøkur av løgunum eru 'Lick it Up', 'Beth', Reason to Live', 'Heaven's on Fire', og 'I Was Made for Lovin' You'.

Í 1981-82 varð gittaristurin, Ace Frehley, rendur á dyr, tað er hent tríggjar ferðir, eins og trummusláarin, Peter Kriss, eisini hevur verið útilokaður meira enn einaferð. Frehley megnaði ikki at halda rús og spæling sundurskilt, tað var grundin, men møguliga skal Ace Frehley við aftur nú teir í 2022 spæla enn eina farvæl-konsertferð - tann fyrsta var í 1995, tá Ace Frehley eisini kom uppí aftur Kiss.


Peter Kriss meiddi sær hondina og fyri hann spældi Anton Fig trummur á Dynasty í 1979. Men Kriss slapp ikki at halda fram eftir Dynasty, ein frágreiðing hevur verið, at hann, Gene Simmons og Paul Stanley ikki kláraðu væl upp - men eins og Frehley var hann við aftur á fyrstu farvæl-konsertferðini í 1995.


Plátubarrin 7. mai 2022 (seinasta sending í hesum skeiði við PB)

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Annað albumið hjá hesum amerikanara, sum er hansara mest keypta. Hittini vóru 'Right Here Waiting', 'Satisfied', og 'Angelia'. Verkið er rættiliga rokkut og eisini synth-kent.
25-03-2023
Talan eru um mest keyptu útgávuna hjá Roxette. Kend løg eru: 'Joyride', 'Fading Like a Flower', og 'Spending My Time'. Albumið rakk til annaðplássið á UK Albums Chart.
18-03-2023
Tað fyrsta av fýra albumplettskotum, sum Billy Joel hevur havt í USA. Nógv spæld løg frá plátuni eru 'My Life', 'Honesty', 'Big Shot', og 'Rosalinda's Eyes'.
16-03-2023
Henda útgávan er ein tann mest sjónligi føroyski varðin á tóleikaleið. Nærum øll løgini hava verið spæld nógv síðan 1990, harav tvey dømi eru Ljóðmynd og Kvøld á Tinganesi.
11-03-2023
Eitt tað besta albumið hjá Tøsedrengene við løgum sum 'Vi var engang så tæt' og 'Drop dine løgne'. Sølutalið var omanfyri 100.000 seld eintøk, ið var óvanliga nógv í Danmark.
25-02-2023
Talan er um næstmest keypta upprunaalbumið hjá Electric Light Orchestra. Útgávan er synth- og discokendur popprokkur. Kend løg eru 'Don't Bring Me Down' og 'Confusion'.
18-02-2023
Talan er um næstbest umtókta albumið hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Mest spældu løgini hava verið 'Superstitious', 'Let the Good Times Rock', og 'Open Your Heart'.
11-02-2023
Hetta er stóra útgávan hjá amerikanska Lionel Richie, sum beint tá var komin úr bólkinum, Commodores. Talan er um soul-popp balladur og rýtmisk løg sum 'All Night Long'.
04-02-2023
Hetta er hennara fyrsta útgáva, sum framvegis er hennara best umtókta. 'Twist in My Sobriety' og 'Good Tradition' eru stóru hittini á plátuni. Stílurin er 'folk-pop'.
28-01-2023
Talan er um næstmest keypta albumið hjá Def Leppard, sum nú er 40 ár. MTV sjónvarpsrásin var longu byrjað at senda Def Leppard og vaks um hetta í samband við 'Pyromania'.
21-01-2023
Útgávan verður mangan nevnd diskoplátan hjá Abba. Kend hitt eru: 'Does Your Mother Know', 'I Have a Dream', 'Chiquitita', 'Voulez-Vous', og 'If It Wasn't For The Night'.
15-01-2023
Tann seinasta í eini røð við Whitesnake-útgávum, sum stór undirtøka var fyri. Størstu samtíðarhittini vóru: 'Fool For Your Loving '89' og 'The Deeper the Love'.
07-01-2023