- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Á 'The Miracle' eru tíggju løg, men har vóru eisini onnur, ið tikin vórðu upp. 'Hang On In There' varð nýtt til b-síðu á singleplátuni, 'I Want It All', og sama status høvdu 'Hijack My Heart' og 'Stealin', hvørs a-síður vóru ávíkavist 'The Invisible Man' og 'Breakthru'. Annað Miracle-lag, ið ikki var givið út, var 'Dog With a Bone', og 'My Life Has Been Saved' var tikið við á 'Made In Heaven' í 1995. Haraftrat varð eitt instrumentallag gjørt, 'Chinese Torture', sum ikki hevði nakað heim ? hvørki á album ella singleplátu. Men saman við 12? útgávum av 'Scandal' og 'The Invisible Man', vanlig singlepláta er 7?, vóru fleiri av hesum nevndu sangum við sum eykatilfar, tá 'The Miracle' varð endurútgivin í 1991 og 2011 ? umframt annað tilfar, eisini video.
Og so er tað eykalagið, sum vit spæla í samband við The Mircle Box Settið i november 2022, ið inniheldur átta útgávueindir; fimm fløgur, blue-ray diskur, DVD, og uppruna-vinýl. Harí er nógv ymiskt, eisini útvarpssamrøður, og upprunainnspælingin av 'Too Much Love Will Kill You' - og ikki at gloyma henda sangin, sum lág eftir í 1989, kallaður 'Face It Alone'. Sum ein brellbiti var hann givin út sum staklag í fyrru helvt av oktober '22 og besta hittlistaplasseringin var Top 20 í NýSælandi.
Plátubarrin 29.10.22