- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Útgávudagur er 30. november 1982. Hon vaks seg stóra í '83, og í '84 vann allar hugsandi tónleikavirðislønir, harav báði besti R&B sangarin og besti rokk-sangarin vóru tveir av teimum amerikansku heiðrunum, og 'Thriller' var ársins popp-rokk-pláta og ársins R&B, ella soul, -pláta við American Music Awards handanina í 1984, men Quincy Jones var ikki ársins framleiðari, og tað sigst hann at hava verið keddur um. Her eigi eg at leggja aftrat, at Quincy og Jackson framleiddu í felag, teir vóru tveir um uppgávuna.
Í 80'num var torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at kappast við Jakson um plátsølu, og dagsins dagførdu sølutøl siga, at fleiri enn 70 milliónir eintøk av 'Thriller' eru farin um søludiskin. Minnist, at seinast eg umrøddi 'Thriller', tað var í januar 2014, var sølutalið 104 milliónir, men sambært fleiri tátíðar keldum ljóðaði hetta at vera ov nógv av tí góða og í 2022 er talið eisini stillað til 70 milliónir. Nú tónleikasølan er vorðin meira staklags- og stroyming grundað, fer 'Thriller' væntandi at varðveita hetta album-sølumetið.
Plátubarrin 26. november 2022