Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Eftir Klaksvíksvegnum', Steintór Rasmussen, 2021
31-12-2022
Øll 12 løgini. Talan er um samrøðusending, her Steintór greiðir frá løgunum og hugleiðir um evni, ið geva honum íblástur. 'Góð góð góð' og 'Títt smíl' eru tvey nógv spæld løg.

'Eftir Klaksvíksvegnum' er útgáva eftir Steintór Rasmussen, ið fevnir um fólkatónleik av ymsum slag; nøkur løg eru rættiliga popput, onnur hava jazzíblástur, meðan okkurt hevur countryávirkan. Steintór syngur sjálvur, men tað gera eisini Rakul Ró, Pætur við Keldu, Kim Hansen, Hallur Joensen, Astrid Højgaard, Páll Brim, og onnur. Tónleikararnir eru nógvir í tali; harav Kim Hasen og Mikkjal Hvannastein eru tveir teirra. Eitt av teimum tólv avrikinum brýtur nógv frá, tí talan er um fosturlandssang, sum kórið, Tarira, syngur.


Gamlaárskvøld var Steintór Rasmussen gestur í 'Gott nýggjár í Plátubarrini', har hann greiddi frá einum parti av hesi útgávu frá september 2021, sum Kim Hansen framleiddi, meðani vit her hoyra hann greiða frá allari 'Eftir Klaksvíksvegnum', ið fæst sum fløga og LP-pláta. Eisini hoyra vit hann hugleiða og greiða frá innlitum, sum hann hevur gjørt sær. Eisini verður nýggj bók, við sangum eftir Steintór Rasmussen sjálvan, umrødd.


'Gott nýggjár í Plátubarrini' 31. desembur 2022

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Hetta er tann næstbest umtókta av 'stóru' útgávunum hjá Survivor, og tann fyrsta við Jimi Jameson á forsangi. Eitt lag er 'Popular Girl'.
18-11-2023
Fyrsta albumútgávan hjá amerikansku Cyndi Lauper, sum framvegis er hennara mest keypta. Hetta er samtíðarpoppur við løgum sum 'Girls Just Wanna Have Fun' og 'Time After Time'.
11-11-2023
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023
Frá løgum sum 'Can't Let You Go' og 'Street of Dreams' hevur Bent Out of Shape sera stóra undirtøku í Føroyum. Útgávan er ein av væl lagaðu varðunum í áttatiárarokkinum.
28-10-2023
Talan er um fyrstu heildarútgávuna hjá danska rokkbólkinum, Bloody Dice, har føroyingurin, Dagfinn Joensen, er sangari. Albumið kallast eisini Bloody Dice.
28-10-2023
Modern Talking sangarin, Thomas Anders, vitjar Summarfestivalin '23. Har fer hann at syngja løg sum 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady'.
07-05-2023
Útgávan var eitt slag av nýggjum framhaldi hjá Elton John hvørs fýra album undan hesum ikki høvdu havt tær stóru landaplágurnar. Øðrvísi var við 'Too Low For Zero' í so máta.
06-05-2023
Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Shakatak, ið spælir eitt slag av funk-jazz-poppi. Heitislagið á plátuni er eisini bólksins stóri poppklassikari.
29-04-2023
Talan er um tað stóra heimsgjøgnumbrotið hjá AC/DC úr Australia. Heitislagið var tað stóra hittið, meðan 'Night Prowler' elvdi til øsing í samband við deyðsfall í Amerika.
22-04-2023
Talan er um frumplátuna hjá Annifrid, Benny, Björn, og Agnethu, áðrenn bólkurin varð nevndur Abba. 'Ring Ring' verkið varð ikki givið út í stórum londum sum USA og Bretlandi.
15-04-2023
'Total Eclipse of the Heart' er berandi lagið á hesi fimtu útgávuni hjá Bonnie Tyler, sum nú hevur fjøruti ár á baki. Øll løgini verða spæld í táttinum.
08-04-2023
Tann seinasta sjeytiáraúgávan við kendastu Deep Purple manningini; Gillan, Blackmore, Lord, Paice, Glover. Kendasta lagið er 'Woman from Tokyo'.
01-04-2023