Plátubarrin

TEMA 40: 'Pyromania', Def Leppard, 1983 + eykalag
21-01-2023
Talan er um næstmest keypta albumið hjá Def Leppard, sum nú er 40 ár. MTV sjónvarpsrásin var longu byrjað at senda Def Leppard og vaks um hetta í samband við 'Pyromania'.

Tá í 1983 hevði Def Leppard úr Sheffield, UK, funnið sín rokkstíl saman við framleiðaranum, Robert 'Mutt' Lange, og serliga amerikanarar tóku undir við løgum sum 'Photograph' og 'Rock of Ages'.

Men eisini sum heild hevur 'deyva leopardin' nógv at takka amerikanarum fyri. Í USA hevur 'Pyromania' plátan sølutalið 10-11 milliónir albumeintøk, eisini varð hon nógv seld í Kanada, meðan bretski heimamarknaðurin og tann týski ikki veruliga vaknaðu, fyrr enn stakløg frá tí næsta og fjórða albuminum í røðini, 'Hysteria', vórðu givin út í 1987.

Afturat Pyromania-løgum hoyra vit í hesum Temaplátutátti eisini eitt Def Leppard lag frá 2022.

Plátubarrin 21.1.2023
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Tað tók fleiri ár at gera tilfarið til Temaplátuna, men úrslitið var eisini væleydnað. Útgávan tók sølumetið fyri eina frumútgávu og framvegis spæla vit More Than a Feelin'.
23-03-2024
Onnur útgávan hjá Deiggj. Nógv spæld løg í útvarpi hava verið 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini', og 'Kom lat okkum dansa'. Stílurin er nakað mjúkari enn á fyrru útgávuni.
16-03-2024
'Á, tann deiliga Havn', 'Sjeikurin', 'Hygg at mær', 'Eitt dýpi av dýrari tíð'; landaplágurnar eru nógvar á Nalja útgávuni. Í summar '24 fara tey bæði aftur á pallin at syngja.
09-03-2024
Hetta 11. albumið er ein tann best umtókta útgávan hjá Queen við løgum sum Radio Ga Ga, I Want To Be Free, It's a Hard Life, Hammer To Fall, og Is This The World We Created.
02-03-2024
Her árið fyri seinastu innspælingarnar hjá Wings, gav bólkurin okkum vælumtóktar perlur sum 'With a Little Luck', 'Deliver Your Children', 'Name and Adress', og 'London Town'.
24-02-2024
'1984' er kendasta útgávan hjá Van Halen. Hon hevur eisini bólksins størsta hitt, 'Jump', umframt kend løg sum 'Panama' og 'Hot For Teacher'. Talan er um hard- og heavyrokk.
03-02-2024
Góða lagið heldur fram, tá Herborg seinni um kvøldið aftur sessast við borðið í PB at undirhalda lurtarunum, sum bæði fáa skemtiligar søgur og hugvekjandi prát í nýggjársgávu.
01-01-2024
Herborg er í góðum hýri, her hon vitjar PB nýggjársaftan. Við støði í hennara tekstum spinna hon og verturin fram eina stuttliga og hugvekjandi løtu síðsta kvøldið á árinum.
01-01-2024
Albumið kann kallast eitt slag av verkætlan við nógvum gestatónleikarum. Plátufeløgini høvdu ivast í Santana, men við hesum prógvaði Carlos, at hann framvegis var nýhugsandi.
02-12-2023
Hetta er tann næstbest umtókta av 'stóru' útgávunum hjá Survivor, og tann fyrsta við Jimi Jameson á forsangi. Eitt lag er 'Popular Girl'.
18-11-2023
Fyrsta albumútgávan hjá amerikansku Cyndi Lauper, sum framvegis er hennara mest keypta. Hetta er samtíðarpoppur við løgum sum 'Girls Just Wanna Have Fun' og 'Time After Time'.
11-11-2023
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023