- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Hon var óroynd og bara 19 ára gomul, tá albumið varð sent á marknaðin, men Tanita Tikaram dugdi at gera sangir, sum hugtóku okkum. Umboðsmaðurin hjá Van Morrison hoyrdi í 1987 Tanitu syngja alment í London og sá stórar møguleikar í henni. Minni enn eitt ár seinni var hon at hoyra í heimsins útvørpum, og í MTV, sum fekk stóran týdning fyri undirtøkuna.
Í hesi øldini:
Tanita Tikaram segði við svenskt sjónvarp fyri nøkrum árum síðan, at sum tannáringur var hon rættiliga ”moody”, vit kundu sagt gronut á føroyskum, nakað, sum eisini sæst í videonum. Men hon hevði tað ikki ringt, var bara eitt sindur egin og livdi nógv inneftir, tey fýra árini millum 14 og 18 ára aldur næstan búði hon á bókasavninum, og kanska var tað tí, at hon var dugnalig í tekstskrivingini. Men í dag flennir hon nógv, nakað, sum fólk halda vera løgið. Fyrr sást tú ikki eitt bros á varrum hennar'.
Plátubarrin 28.2.2023