Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Out of This World', Europe, 1988
11-02-2023
Talan er um næstbest umtókta albumið hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Mest spældu løgini hava verið 'Superstitious', 'Let the Good Times Rock', og 'Open Your Heart'.

Tann aktuella Temaplátan, 'Out of This World', sum Europe bæði spældi og skrivaði, rakk til 19.plássið á Billboard 200 og heims-sølutalið er 3-4 milliónir seld eintøk. Tískil var hon væl eydnað í so máta, tó hon ikki - sum ongin heldur hevði væntað - kundi livað upp til undirtøkuna av útgávuni frammanundan, 'The Final Countdown', hvørs heitislag og fyrsta a-síða bygdi á eitt riff, sum sangarin, Joey Tempest, hevði komponerað sum 17 ára gamal skúladrongur, sum hevði lánt eitt ljómborð frá skúlafelaga. Europe ætlaði sangin sum byrjanarlag á konsertum og væntaði als ikki, at lagið fór at verða eitt hitt. Framleiðarin tá, Kevin Elson, og plátufelagið Epic, høvdu aðra positiva - og rætta - fatan. 'The Final Countdown' er eisini bólksins eyðkennislag, umframt eitt eyðkenni fyri allan rokk av hesum slag í MTV-fýrsunum.

'Out of This World' albumið reið á alduni frá 'The Final Countdown' brotunum. Hóast tað ikki hevur eitt eins stórt hitt, var 'Superstitious' ein hampiliga stóra landaplága í fleiri londum - og tað lagið verður at hoyra seinni í táttinum. Tríggjar aðrar singleplátur gav Epic út við 'Out of This World' løgum; 'Open Your Heart' varð eins og 'Superstitious' tøk í 1988, meðan 'Let the Good Times Rock' og 'More Than Meets the Eye' fóru í handlarnar í 1989.

ES: 'Open Your Heart' er upprunaversjónin frá 'Wings of Tomorrow' albuminum í 1984.

 
Plátubarrin 11.2.2023

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Fyrsta albumútgávan hjá amerikansku Cyndi Lauper, sum framvegis er hennara mest keypta. Hetta er samtíðarpoppur við løgum sum 'Girls Just Wanna Have Fun' og 'Time After Time'.
11-11-2023
'Eyes Without a Face' og' Rebel Yell' eru rokk-klassikararnir frá hesum album, tó onnur løg eisini svinga væl. Talan er um aðru solistútgávu Idols.
06-11-2023
Frá løgum sum 'Can't Let You Go' og 'Street of Dreams' hevur Bent Out of Shape sera stóra undirtøku í Føroyum. Útgávan er ein av væl lagaðu varðunum í áttatiárarokkinum.
28-10-2023
Talan er um fyrstu heildarútgávuna hjá danska rokkbólkinum, Bloody Dice, har føroyingurin, Dagfinn Joensen, er sangari. Albumið kallast eisini Bloody Dice.
28-10-2023
Modern Talking sangarin, Thomas Anders, vitjar Summarfestivalin '23. Har fer hann at syngja løg sum 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady'.
07-05-2023
Útgávan var eitt slag av nýggjum framhaldi hjá Elton John hvørs fýra album undan hesum ikki høvdu havt tær stóru landaplágurnar. Øðrvísi var við 'Too Low For Zero' í so máta.
06-05-2023
Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Shakatak, ið spælir eitt slag av funk-jazz-poppi. Heitislagið á plátuni er eisini bólksins stóri poppklassikari.
29-04-2023
Talan er um tað stóra heimsgjøgnumbrotið hjá AC/DC úr Australia. Heitislagið var tað stóra hittið, meðan 'Night Prowler' elvdi til øsing í samband við deyðsfall í Amerika.
22-04-2023
Talan er um frumplátuna hjá Annifrid, Benny, Björn, og Agnethu, áðrenn bólkurin varð nevndur Abba. 'Ring Ring' verkið varð ikki givið út í stórum londum sum USA og Bretlandi.
15-04-2023
'Total Eclipse of the Heart' er berandi lagið á hesi fimtu útgávuni hjá Bonnie Tyler, sum nú hevur fjøruti ár á baki. Øll løgini verða spæld í táttinum.
08-04-2023
Tann seinasta sjeytiáraúgávan við kendastu Deep Purple manningini; Gillan, Blackmore, Lord, Paice, Glover. Kendasta lagið er 'Woman from Tokyo'.
01-04-2023
Annað albumið hjá hesum amerikanara, sum er hansara mest keypta. Hittini vóru 'Right Here Waiting', 'Satisfied', og 'Angelia'. Verkið er rættiliga rokkut og eisini synth-kent.
25-03-2023