- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Private Dancer var tann fimta útgávan, sum Tina Turner legði navn til einmanna. Plátan kom í 1984 og varð hennara gjøgnumbrot sum solistur. Private Dancer gjørdi Tinu Turner kenda um allan heim, sølutølini, góðar 20 milliónir eintøk, prógva jú tað, og tað er eisini hennara best umtókta pláta nakrantíð. Verkið varð tilevnað í Bretlandi og fýra framleiðslueindir stóðu fyri tilrættaleggingini. Vit kunnu nevna Rupert Hine og Heaven 17 tónleikaran, Craig Marsh, ið eisini var tann sum tók stig til at fáa Turner úr Los Angeles til London at taka upp.
Sjey løg vórðu tikin úr Private Dancer rúgvuni og útgivin sum stakløg, harav tey fýra, ið seldu mest vóru: What's love got to do with it, Better be good to me, Private Dancer, og Let's stay together. Ummælini vóru sum heild góð. Serliga fekk Tina Turner rós fyri at bloyta ella loysa sín ráða 'southern' stíl upp og harvið lata framtíðini hjá popp-soul tónleikinum eitt stórfingið íkast.
Plátubarrin 4. mai 2024