William
Gandaljós á ellisárum (5:5)
			<description>William er vorðin gamal maður, tá ið hann loksins verður heiðraður í sínum heimlandi. Á 75 ára føðingardegnum gevur forlagið Bókagarður út nakrar av skaldsøgum hansara í føroyskari týðing. Sama ár fær hann virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Á 80 ára degnum tilnevnir Tórshavnar býráð William til heiðursborgara í Havn. Um hetta mundið ganga tíðindi um, at bókmentavirðisløn Nobels fer at verða latin Williami, men líkt er til, at William sjálvur ber seg undan at fáa hesa viðurkenning. Sum grundgeving nevndi hann sjálvur, at fekk ein dansktmæltur høvundur í Føroyum slíka virðisløn, fór tað at tarna royndunum at vinna føroyskum støðu sum sjálvstøðugt bókamál. Hann fær í staðin bókmentavirðislønina hjá svenska akademinum, og í 1985 verður hann heiðraður við stórfingnu Sonning-virðislønini. Og á 90 ára føðingardegnum gongur stór mannamúgva við kyndlum niðan undir Varða at heilsa skaldinum.
Glataði spælimaðurin (4:5)
			<description>Aldur bítur ikki rættiliga á hjá Williami. Listarligi login slóknar ikki, sum hann eldist, men lýsir støðugt bjartur. Hin innari login kólnar heldur ikki. Alskurin til kvinnuna stendur við. Musurnar fylkjast um hann. Tað er, sum dukar ein lívsjáttandi máttur innan í honum upp í ellisár. Yndismusan, Else Lidegaard, sum hevur skrivað bók um seg og William, sigur frá serstaka vinarlagnum teirra millum.
Tá William um sjeyti ára aldur gevst at yrkja og smíða tónleik, tekur hann upp nýggjan skapandi tátt; klippini. Yngri tónlistamenn leita sær íblástur úr hansara tekstum, fleiri av plátunum, sum felagið Tutl gevur út, anda av williamskum skaldskapi. Í Føroyum verða fleiri av søgum hansara settar upp á palli - abbadóttirin Lisa, ið sjálv er farin listaligu leiðina, kemur heim at vera búnasniðgevi, tá leikurin um Móðir Sjeystørnu verður framførdur.
William er uppi í friðargongum móti vápnakappdubbingini í 80-unum, og tað er brenni á bálið hjá teimum, sum halda, at hann er ov vinstrahallur. Best sum fleiri eru farin at halda, at hann er slóknaður sum rithøvundur, tekur hann øll á bóli. Nakrar av perlunum koma nústani. Fyrst "Tornið á heimsins enda", og sum 85 ára gamal letur hann okkum seinasta meistaraverkið: Laterna Magica.
Himinin brosar (3:5)
			<description>Fyrst í fimtiárunum fer Heinesen-handilin í Vágsbotni av knóranum. William má nú bjarga sær sum frægast. Myndlistin var honum nú hent, tí væl lá fyri at selja málningar og pastellmyndir. Men bøkur hansara verða nú lisnar í so nógvum londum, at hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Hann fer at skriva stuttsøgur, og tær verða ikki minni fagnaðar enn skaldsøgurnar. William er eftir fáum árum vorðin víðagitin rithøvundur, og í ummælum verður hann róstur til skýggja og mettur saman við fremstu rithøvundar úti í heimi. William eftirlíkar at skriva leikrit til film, sum danski leikstjórin Erik Balling fer undir, men tann royndin eydnast minni væl.
Samstundis hevur hann í gerð stóra skaldsøgu, "Det gode håb", sum hann í 1965 verður heiðraður fyri við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins. Hann verður limur av Danska Akademinum og varpar skærar og kátar litir á fundirnar hjá hesari háttvirdu samkomu. Tveir av guddómligu máttunum, ið hann sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir. Gratiurnar - musurnar - trøllagenturnar - hava øll árini veitt honum listarligan íblástur.
Og nú hann er farin um tey sjeyti, stígur hin veruliga Afrodite undan kavi. 
Familjumaður og gjøgnumbrot (2:5)
			<description>Tað er í tretivuárunum, at tað brestur fyri nev hjá Williami. William hittir nú kvinnuna, sum verður hansara, og vissar honum eitt neyðugt støðufesti og stavnhald. Hann og Lisa, sum er ættað av Signabø, seta seg niður í nýggjum húsum uppi undir Varða, langt oman fyri býin. Tey fáa tríggjar synir.
William hevur framvegis sítt dagliga yrki í handlinum hjá pápanum, men kýtir seg samstundis at skriva og senda forlagnum í Danmark síni handrit. Til endans bragdar, og í 1934 kemur fyrsta skaldsøgan, Blæsende gry. Ein smátta verður bygd á heygnum oman fyri húsini. Hon verður hansara skaldabýli. Sum árini ganga, birtist eitt ávíst listamannaumhvørvi har um vegir.
Tveir av góðu vinmonnunum, Heðin Brú og Christian Matras, seta eisini búgv uppi undir Varða og verða grannar hjá Williami. Í smáttuni uppi á heygnum skrivar hann tær søgurnar, sum Gyldendal letur prenta árini eftir krígslok, og sum vissa honum hitt stóra gjøgnumbrotið sum rithøvundur. Frálíku ummælini veita honum nógvar lesarar, fyrst í Danmark og øðrum norðurlondum, seinni verður hann lisin víða hvar í Evropa við. Øðrvísi er í Føroyum. Her tykjast summi at halda, at tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður, tá rithøvundurin, ið skrivar á donskum, í summum av skaldsøgum sínum dittar sær at lýsa stættamun og trúarlív í Føroyum. Men William er farin á flog móti hæddunum, og lívsdreymurin um at virka sum rithøvundur burturav hómast nú í firruni. 
Sveimandi ungdómsár (1:5)
			<description>Sagt verður frá barna- og ungdómsárum Williams í Havn og Keypmannahavn. Keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum. Ætlanin hjá pápanum at fáa soninum eina handilsskúlaútbúgving verður tí av ongum. Útisetaárini saman við barndómsvinmanninum Jørgen-Frantz Jacobsen eru kortini ikki til fánýtis. Í Keypmannahavn kennir hann salta rákan av mentan og list, her hittir hann javnlíkar, og fær smakkin av øllum tí søta, sum stórbýurin lokkar við.
William stígur inn í danska bókmentaumhvørvið. Hann hittir skaldið og forlagsráðgevan Otto Gelsted, ið hjálpir honum á leið. Trý yrkingasøvn koma út í 20-árunum. Men smátt er hjá tí, sum ætlar at lívbjarga sær sum yrkjari; William fer tí aftur til Føroya og í handilin hjá pápanum í Vágsbotni.
20-árini í Havn eru trilvandi. William lesur og skrivar, hann ætlar sær at gerast skaldsøguhøvundur, men forlagið havnar tí, sum hann sendir teimum. Hann fæst eisini við at mála og smíða tónleik, hann fær áhuga fyri leiklistini og fer upp í Havnar Sjónleikarfelag. Mest reikar hann kortini millum Bacchus og Afrodite. Hann flytur heimanífrá og fær sær tilhald í barndómsheiminum í Bringsnagøtu. Har hugsavnar hann seg um sítt listarliga arbeiði, tá ið hann er leysur av dagligu uppgávunum í handlinum hjá pápanum.