Radarin
Radarin:  Politiska støðan og politisk ung
			<description>Prát við politisk ungmannafeløg um ungmannapolitiskt virksemi.
Luttakarar:
Unga Sjálvstýri: Heri Danielsen
Unga Sambandið: Linnéa L. Petersen
HuXa: Beinir Johannesen
Unga Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir
Sosialistik Ung: Barbara G. Apol
Framsøkin Ung: Bjarni K. Petersen.
Eisini er viðgerð av politisku støðuni. Luttakarar eru Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Bjarni Djurholm.
Politiskt virksemi í ungmannafeløgum
			<description>Luttakarar:
Frá vinstru á myndini:
Unga Tjóðveldi - Hervør Pálsdóttir
Ungmannfelagið Samband - Linnéa L. Petersen
Framsøkin Ung - Bjarni Kárason Petersen
Sosialistik Ung - Barbara Gaardlykke Apol
HuXa - Beinir Johannesen
Unga Sjálvstýri - Heri Danielsen
Radarin: Gloymd endurmenning
			<description>Hoyr sendingina her.
Bretland er stórur missur hjá ES
Hoyr eisini føroyska sendimannin í London, Áka Johansen, Hallu Nolsøe Poulsen, forkvinnu í brexit-bólkinum og Regin Berg, stjórnmálafrøðing, viðgera brexit-støðuna í Radaranum.
Føroysku fólkatingssessirnir
			<description>Valfepurin er so smátt farin at gera um seg, og politisku flokkarnir eru byrjaðir at markera seg til tey bæði valini, sum eru fyri framman. Føroyingar skulu á val tvær ferðir í ár og nógv bendir á, at fyrru ferð krossurin skal setast verður á fólkatingsvalinum, sum skal vera í seinasta lagi 17 juni.
Men fólkatingsvalið verður av nógvum mett at hava avmarkaðan týdning, og flokkarnir brúka munandi minni orku til valstríð til fólkatingið í mun til løgtingið. Valluttøkan er eisini munandi lægri til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið.
Men hvussu er gerandisdagurin á Christiansborg, og hví hava føroyingar tvey umboð?
Fólkatingslimir hava munandi fleiri pengar at arbeiða við enn løgtingslimir. Men hvønn týdning hevur hetta fyri politikkin og fólkaræði?
Hetta er nakað av tí, sum veður viðgjørt í Radaranum hesuferð.
Elin Mirjamsdóttir leggur tilrættis.
Radarin: Føroyabanki
			<description>Vit fara í hesi sending at viðgera Føroyabanka úr ymsum sjónarhornum. Hvat er tað sum ger hann serligan? Hví er hann stongdur? Hví er toskastovnurin serligur? Skal Føroyabanki latast upp aftur til vinnuligan fiskiskap?
Tað eru nakrir av spurningunum, sum eg farið at seta fólki, sum hvat tey tosa um.
Luttakarar í sendingini eru Eyðfinn Magnussen, Petur Steingrund, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Eyðstein Poulsen og Jóhan Mortensen.
Radarin: Út við diesel-bussunum
			<description>Útlátið av vakstrarhusgassi frá akførum í Føroyum setir met og dálkar nú næstan líka illa sum samlaða el- og hitaframleiðslan í landinum.
Av meira enn 25.000 privatbilum eru bara 115 el-bilar, av 104 hýruvognum koyrir bara ein við streymi, og eingin el-bussur er í landinum.
Volvo boðaði í síðstu viku frá, at tey ikki longur fara at framleiða diesel-bussar, og so útsetti Heðin Mortensen, landsstýrismaður útbjóðingina av Bygdaleiðum, sum nú skulu hava umhvørvisatlit við í síni skipan. Og í Tórshavnar kommunu skulu býarbussarnir eisini skjótt skiftast út, kanska við el-bussar, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Roskilde kommuna fer í næsta mánað undir spildurnýggja býarbuss-skipan, sum bara brúkar el.
Ivan Hyllested Pedersen, vegstjóri sigur, at teirra nýggju bussar, 20 í tali, bara skulu løðast um næturnar, og at nýggja skipanin ikki kostar meira enn tann gamla diesel-skipanin.
Luttakarar:
Sigmund Signarson, nevndarformaður í P/F AUTO
Ivan Hyllested Pedersen, vegstjóri í Roskilde kommunu
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Terji Nielsen, verkfrøðingur og menningarleiðari á SEV
Lagt tilrættis:
Brynhild Thomsen
Radarin: Vænta broytingar í Sandoynni
			<description>Hann var ávegis í nógv ár, Sandoyartunnilin. Men leingi var tað bara tos og ofta eisini politiskt rok. Hann var ofta havdur á munni, men fekk ikki tað politisku rafestingina, sum skuldi til og so datt málið burtur aftur.
Inntil 2014. Tá bragdaði. Tá funnu politisku flokkarnir eina semju millum sín, og settu Sandoyartunnilin á skrá.
Men tað var í kjalarvørrinum av einum øðrum tunnilsmálið, málið um tunnilin undir Tangafjørð ella Eysturoyartunnilin, ið gjørdi tað, at Sandoyartunnilin eisini gjørdist veruleiki.
Eftir nógva rokið um Eysturoyartunnilin, hvørt hann skuldi gerast og í hvørjum líki hann skuldi gerast, alment ella privat, endaði tað við, at ein samlað politisk skipan valdi at gera eina løgtingslóg um at stovna eitt partafelag, ið skuldi gera báðar tunlarnar: bæði tann undir Tangafjørð og tann undir Skopunarfjørð. Tað var tann áttanda apríl í 2014, at málið var samtykt
Fyrsta skotið er latið av fyri Sandoyartunnlinum og báðu megin er arbeiðið farið í gongd. 
Tað hevur við eitt størri bjartskygni í oynni og vónin er nú, at fólkatalið í oynni, sum hevur lækka í nógv ár, nú fer at venda.
Luttakarar í sendingini eru: Gerhard Lognberg, Brandur Sandoy, Brynhild Sørensen, Tordis Kristina á Rógvi, Hans Jákup Mikkelsen og Karl Vidtfeldt. 
Fleiri hús standa tóm í Føroyum
			<description>1481 hús standa tóm í Føroyum, vísa tøl hjá Kommunufelagnum. Á Sandi standa 77 av 270 húsum tóm, og tað merkist fíggjarliga hjá kommununi.
Lurta eftir sendingini Radarin.
Radarin: Grøn kós og svørt olja
			<description>Á fimta sinni hevur veðurlagsverkfall verið uttan fyri løgtingshúsini í Havn, har FNU, átakið Ringrás, Reyði Krossur Føroya og trý politisk ungmannafeløg krevja, at stig verða tikin fyri at tálma vaksandi útlátinum av vakstrarhúsgassum, sum elva til støðugt meira oyðileggjandi veðurlagsbroytingar.
Innanfyri eru teir sjey politisku flokkarnir so smátt farnir undir sítt valstríð, og allir siga seg vilja ganga ta grønu kósina, men teir vilja samstundis sleppa at leita, finna, bora og selja føroyska olju. Hvussu hongur tað saman?
Luttakarar:
Elsa Berg, átakið Ringrás
Martin á Fløðhamri, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag
Jóannes Eidesgaard, Reyði Krossur Føroya
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tinglimur fyri Tjóðveldi
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn og landsstýrismaður í oljumálum
Lagt tilrættis Brynhild Thomsen
Øll ábyrgd skal liggja hjá einum ráði
			<description>Nógv hevur verið tosað um, at ábyrgdarbýtið er ógreitt, tá tað kemur til almennar byggingar, og nú verður tað broytt, sigur løgmaður.
Radarin í dag snýr seg um Glasir, um risa eykarokningarnar og um hvat gekk galið frá byrjan. Eisini tosa vit við løgmann um eftirlitið við byggjarínum.
Seta luppin á avkastið hjá pensjónsfeløgum
			<description>Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns- og tryggingarfeløgum er nógv størri enn í teimum føroysku.
Hetta kann fáa týdning fyri tað, sum fólk fáa útgoldið við pensjónsaldur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið fer nú at kanna onnur viðurskifti hjá feløgunum, millum annað umsitingarkostnaðin.
Nógv viðurskifti hava darvað virkseminum hjá føroysku pensjónsfeløgunum, millum annað forskattingin av pensjónum, sigur stjórin hjá LÍV, Jan Jakobsen.
Tíðarskeiðið, sum kanningin fevnir um, er ov stutt og gevur ikki eina rættvísandi mynd, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hevur pensjónir og eftirløn í LÍV. Felagið eigur eisini part av felagnum.
Føroyingar eiga sjálvir at avgera, hvar teir hava sínar pensjónir, halda Kim Hansen, tryggingarráðgevi, og Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. Tann rættin hava føroyingar ikki í dag, tí lógin ásetur, at pensjónin skal sparast upp í Føroyum.
Radarin viðger, hví føroysk pensjónsfeløg hava verri íløguavkast enn tey donsku, og hví føroyinar skulu noyðast at spara upp, har avkastið er verri.
Radarin: Politiskt og rættarlig eftirlit
			<description>Hvat er politiskt eftirlit og hvat er rættarligt eftirlit við landsstýrinum? Tann spurningin seta vit í Radaranum hesaferð.
Eisini hyggja vit nærri at lógini um ábyrgd landsstýrisins saman við løgfrøðingi. Lógin er næstan 23 ára gomulm, men ongantíð brúkt.
Eisini greina vit politisku støðuna saman við Jóannes Eidesgaard og Heðin Zachariassen.
Radarin: Smáu valstøðini og persónsdata á netinum
			<description>Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at fólk á smáplássum ikki kunnu atkvøða í loyndum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum tvær ferðir hevur lagt uppskot fram um at telja smáplássini saman við størri valstøðum. Ein meirluti í løgtinginum mælir tó frá at broyta skipanina
Er tað ein trupulleiki fyri fólkaræði í Føroyum, at atkvøðugreiðslan á fleiri valstøðan er meir ella minnið almenn?
Luttakar í sendingini eru Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi, Hallbera West PhD, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
Eisini verður ein samrøða við danan Henning Mortensen, sum er serfrøðingur í persónsdatavernd. Hann var í Føroyum í fjør og hevði ein fyrilestur um evnið. Rógvi Olavson gjørdi eina samrøðu við hann.
Valstríð og grundgevingar
			<description>Hvussu er støði á politiska kjakinum, hvussu grundgeva politikarar og hvørjum skulu veljarar serliga ansa eftir í einum komandi valstríði?
Eydna Skaale, retorikari, Jógvan Hansen, heimspekingur, og Asta Hansen, politiskt samskiftisfólk, greina politiska orðaskiftið kvøldið fyri seinasta val.
Rógvi Olavson leggur til rættis.
Glasir ikki egnaður til undirvísing
			<description>Tað er so nógv órógv í bygninginum, at næmingar eru troyttir og orka ikki at gera skúlating, tá teir koma heim. Tað siga bæði einstakir næmingar, sum útvarpið tosar við í hesum Radaranum og formaðurin í næmingaráðnum. 
Larmur frá "atrium" ella felagsrúminum órógvar so illa, at tað er ringt at hugsavna seg í undirvísingini.
Haraftrat hoyrist so væl millum skúlastovurnar, at næmingarnir mugu hugsavna seg um ikki at lurta eftir læraranum í grannastovuni.
So eru tað hubbarnir, har undirvísing í fleiri fakum eru í senn. Hetta er umstøður sum føra til at næmingarnir eru so móðir tá teir koma heim, at teir ikki orka at gera skúlating, siga næmingar á Glasi. Aftrat tí koma allir manglarnir í skúlanum - takið, sum larmar, tá tað regnar, hurðar sum ikki kunnu latast aftur, ventilatión, sum ikki riggar, hitaskipan, sum ikki riggar og so framvegis.
Fleiri av hesum viðurskiftum mugu nú bíða eina tíð aftrat áðrenn tey kunnu bøtast um, tí løgtingið samtykti í dag, at beina uppskotið um eykajáttan til Glasir aftur í nevnd.
Løgtingið hevur í allan dag viðgjørt eykajáttanaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, eftir at meirilutini í fíggjarnevndini avgjørdi at geva skúlanum eina meirjáttan upp á 28,4 milliónir.
Málið varð beint aftur í nevnd, tí man vildi bíða eftir kanningini hjá Samferðslumálaráðnum av Landsverki, og tí semja ikki er um, hvussu eykajáttanin skal stýrast.
Hvør hevur ábyrgdina av byggjarínum var tað sum setti sín dám á tingfundin, tí landsstýrið sigur at tað er ógreitt.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og tingmaður fyri Tjóðveldi, sum er partur av samgonguni segði millum annað, at eingin ivi er um, at tað er landsstýriskvinnan í mentamálum.
Men ábyrgdarøkið er fløkt, og skipanin eigur at verða broytt, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum í 90'unum var við til at smíðja stýriskipanina, sum staðfestir ábyrgd landstýrismanna.
Tað er alt ov torført at staðfesta ábyrgd, tá játtanin liggur í Mentamálaráðnum men Samferðslumálaráðið varðar av Landsverki, sum stendir fyri byggingini.
Landsstýriskvinnan hevur ikki heimild til eitt nú at koyra stjóran í Landsverki, um hon er óngød, og tað er ein trupulleiki við skipanini, sigur hann. 
Ein trupulleiki sum ikki bara ger seg galdandi í sambandi við Glasir, men eisini allar aðrar almennar verkætlanir, sum Landsverk stendir fyri. Til dømis nýggja landssjúkrahúsbygningin fyri hálva milliard, sum Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsumálum varðar av. 
Verkfall og Kontórshavn
			<description>Hoyr sendingina her
Kenna ikki langtíðaravleiðingar av alivinnu
			<description>Ongin gransking í Føroyum vísir langtíðaravleiðingarnar av aling á føroysku firðunum. Botnkanningar og djóralívskanningar, sum verða gjørdar í dag, eru alt ov avmarkaðar, og tí vita vit ov lítið um, hvørja avleiðing alingin hevur fyri umhvørvi og djóralív upp á longri sikt.
Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard.
Hann heldur, at við verandi tøkni er neyvan gjørligt at alivinnan kann vaksa meira í Føroyum uttan at gera seg inn á umhvørvið. Einasta loysnin er at flyta alingina út á meira harðbalin øki.
Alivinnan roynir støðugt at sleppa longur út á streymasjógv fyri at minka um árinið á firðirnar, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna.
Vit skulu duga betri at brúka fyrivarnisregluna, har ivamál um dálking koma umhvørvinum til góðar, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg.
Hoyr Eilif Gaard, Atla Gregersen og Sirið Gregersen kjakast um alivinnu og umhvørvi í Radaranum.
Radarin: Trump og EIK
			<description>Amerikanska miðskeiðisvalið hevur verið eitt val um Trump - men vann hann ella tapti hann? Tað umrøða Tóri Højgaard og Sjúrður Skaale í dagsins Radara.
Vanliga er ikki stórur áhugi fyri amerikanska miðskeiðisvalinum, men amerikanski veljarin er vaknaður - bæði tann, sum vil hava Trump, og tann sum ikki vil hava hann. Valluttøkan er nógv hægri- møguliga 20 prosent hægri - enn hon var seinast miðskeiðisval var.
Trump misti Umbosmannatingið, men tað er ikki óvanligt til miðskeiðisvalið - hetta er ein skipan, sum kann vera sera avmarkandi fyri amerikanska forsetan, siga teir báðir, Sjúrður Skaale og Tóri Højgaard.
EIK: Dómur er fallin í sakarmálinum millum Fíggjarligt Støðufesti og EiK Danmark. Men enn koyrir sakarmálið ímóti føroyska Eik-bankannum. Gevur frídømingin av leiðsluni í EIK Danmark nakra ábending um, hvussu úrskurðurin í málinum móti føroyska móðurbankanum verður? Og hvat kann man loyva sær í fíggjarheiminum í dag - hvussu eru reglurnar herdar?
Tað verður millum annað viðgjørt í seinnu helvt av hesum Radaranum.
Radarin: Betri samtakið og politiska støðan
			<description>Í Radaranum hesaferð verður hugt at Betri Samtakinum og hvørjar avbjóðingar samtakið hevur.
Tað hevur verið torført at finna ein stjóra at leiða samtakið, eins og tað hevur verið rumbul kring nevndirnar eisini.
Fyrrverandi nevndarlimurin Kim Hansen gevur sína meting av hvørjar avbjóðingar samtakið hevur.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sigur frá sínum ætlanum, ið hann hevði við samtakinum. Hann ætlaði at skilja tað sundur við lóg, men tað bar ikki til. Nú vil hann heldur herða eftirlitið.
Vit hyggja eisini politisku støðuni saman við Jóannesi Eidesgaard, Georg L. Petersen og Heðin Zachariassen. Tað hevur veri rok í samgonguni seinastu dagarnar, serliga síðan Framsókn legði fram uppskot um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur, hóast landsstýrismaðurin arbeiðir við uppskoti um júst tað í løtuni.
Radarin: Loysingar- og tjóðskaparrørslur
			<description>Loysingar- og tjóðskaparrørslur eru eitt útbreitt fyribrigdi, ið finst kring allan heim.
Tað eru umleið 200 fullveldir ella statir í heiminum, men samstundis eru yvir 100 aktivar loysingarrørslur, ið sjálvar ynskja at vinna sær ein nýggjan stat. Tað vil siga, at nærum helvtin av øllum londum í heiminum, hava eina rørslu, ið ynskir at loysa.
Hví vinna hesar rørslur frama? Hvat hava tær til felags? Hvat eru útlitini fyri, at loysingarrørslur klára at fremja sítt mál?
Tað fara Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur, at tosa um.
Eisini tosa vit við Carles Puidgemont, Daniel Goa og Kenneth Gibson, ið umboða loysingarrørslur í Katalonia, Ný Kaledonia og Skotlandi.
Radarin: Fátækradømi undir sjóneykuna
			<description>Millum tey næstan 5000 fólkini í fátækraváða eru 1160 børn.
Avleiðingarnar av langtíðar fátækradømi kunnu vera álvarsligar, serliga fyri børn. Og tað eru serliga einlig foreldur við smáum børnum, sum eru í størst fátækraváða.
í sendingini skifta vit orð við Hera Petersen, fulltrúa, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing, Eriku Anne Hayfield, samfelagsfrøðing, Siri Joensen og Barbaru Olsen, sosialráðgevar (tær verða nevndar málsviðgerðar í sendingini, sum ikki er rætt).
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum siga sína hugsan um fátækradømi, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, um hvat hon ætlar at gera við trupulleikan síðstu tíðina í landsstýrissessinum.
Radarin: Nýggir flokkar í føroyskum politikki
			<description>Men tað er sjáldan, at nýggir flokkar verða valdir í løgtingið.
Síðan 1990 eru tað bara Miðflokkurin, Verkamannafylkingin og Framsókn, sum hava klárað upp um tinggáttina.
Saman við samfelagsfrøðinginum Jógvani Mørkøre taka vit saman um flokkarnar, sum hava stillað upp á fyrsta sinni seinastu 28 árini.
Radarin: Vøkstur, vøkstur, vøkstur
			<description>Og nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fer at leggja fram seinasta uppskotið til fíggjarlóg hjá hesari samgonguni á stórum tíðindafundi fríggjadagin, fer hon heilt vist eisini at leggja áherðslu á vøkstur.
At vit mennast sum samfelag.
At tað er búskaparvøkstur í Føroyum. At fólkatalið veksur. At produktiviteturin veksur. 
Tí politikarar vilja vísa á framgongd allatíðina. Tey vilja vísa, at tey hava verið við til at syrgt fyri, at tað er vøkstur í Føroyum.
At Føroyar nørast sum samfelag, nú tey sita við róðrið.
Og tað er ikki bara í Føroyum, at tað er so. Soleiðis eru politikarar allastaðni.
Vit mála okkum eisini í mun til onnur lond. 
Vit sammeta okkara vøkstur við tann vøksturin, tey hava í øðrum londum.
Í hesari sendingini fara vit at upp at flúgva eitt sindur - vit fara at tosa um vøkstur.
Menningarkvotur skeikla kappingina um arbeiðsmegi
			<description>Menningarkvoturnar eru til meira skaða enn gang í eini tíð við nógvari ferð á búskapinum og manglandi arbeiðsmegi. Byggivinnan og ferðavinnan skulu kappast við fiskivinnuna um hendurnar, og tað skeiklar arbeiðsmarknaðin at fiskavirking á landi er so nógv stuðla, sum við menningakvotunum, sum krevur at fiskurin skal virkast á landi í eitt nú Hvalba í Miðvági og í Vestmanna. Hetta er ikki góður vinnupolitikkur, sigur Marita Rasmussen, stjóri í vinnuhúsinum. Tvørturímóti skapar tað størri løngarglíðing, og tað verður helst neyðugt at innflyta arbeiðsmegi at virka fiskin. Hoyr eisini kjakið millum Høgna Hoydal landsstýrismann, Jørgen Niclasen, formann í Fólkflokkinum, Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum.
Føroysk søguskriving ov tjóðskaparlig
			<description>Danski rithøvundurin, Charlotte Langkilde, hevur skrivað eina bók um tíðarskeiðið tá grundlógin varð sett í gildi í Føroyum, og Løtingið varð endurstovnað. Føroysk søguskriving er fult mýtum, sigur hon. Tað er rætt at vit eiga at modernisera okkara søguskriving, og tíðarskeiðið, sum er sera áhugavert er alt ov illa lýst, sigur Ering Isholm søgufrøðingur. Hann heldur tó, at bókin "Færøerne - en moderne nation fødes" fer í hina veitina, tí hon lýsir danska amtmannin, Dahlerup, sum var formaður í endurstovnaða løgtinginum ov einsíðugt, heldur søgufrøðingurin Erling Isholm.
Radarin: Menningarálit í Suðuroy
			<description>Kommunurnar skriva í álitinum, at avbjóðingarnar eru nógvar í Suðuoynni. Fólkasamansetingin er skeiklað og fólkatalið minkar skjótt. Vinnulívið, ið einaferð blómaði í Suðuroynni, hevur seinastu árini eisini staði í minking.
Tí má okkurt henda skjótt, um ikki oyggin skal koma í eina støðu, har tað er ov seint at venda gongdini.
Tí hava kommunurnar saman skriva eitt álit, ið inniheldur nøkur átøk, ið tey meta verða neyðug fyri at loysa knútin. Størv skulu setast á stovn, ið eru málrættaði til fólk við høgari útbúgving. Satsast skal eisini uppá ferðavinnuna, ið er tann stóra vinnan í vøkstri í løtuni.
Tað er ikki ein uppgáva, ið kommunurnar skulu lyfta einsamallar, tí landið skal eisini hjálpa til. Landið hevur eina ábyrgd at tryggja, at øll økini í landinum eru javnsett og tí eigur landið eisini eina ábyrgd av trupulleikunum í Suðuroy.
Radarin: Mæla til at umskipa Ríkisfelagsskapin
			<description>Tað er ein ríkisfelagsskapur í einari broytingartíð, sum Aksel V. Johannesen, Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen fara at skifta orð um á árliga ríkisfundinum í næstu viku.
Øðrvísi tónar
Garvaði vinstrapolitikarin, 73 ára gamli Bertel Haarder, heldur, at danska Grundlógin er merkt av, at Danmark hevur ræðið á bæði Grønlandi og Føroyum.
Tí, heldur hann, eiga Danmark, Grønland og Føroyar at skriva eina felags yvirlýsing, har tað verður greitt, at trý lond hava sjálvboðin valt at loysa nakrar uppgávur saman í einum felagsskapi.
Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, heldur, at sjálvstýrisvisjónirnar í Grønlandi og Føroyum kunnu hava við sær, at ríkisfelagsskapurin verður upploystur við tíðini, og toppdiplomaturin Peter Taksøe-Jensen mælir beinleiðis til, at Danmark, Grønland og Føroyar skipa seg í ein ríkjafelagsskap sum trý sjálvstøðug londum.
Tað eru serliga herdu sjálvstýriskrøvini úr Grønland, sum elva til, at danir eru farnir at tosa øðrvísi um ríkisfelagsskapin. Sjálvstýrisflokkarnir vinna valdið hvørjaferð, og tað er greitt tekin um, at sambandsrørslan í Grønland er veik.
Luttakarar: Martin Breum, rithøvundur og tíðindamaður, Bertel Haarder, fólkatingsmaður fyri Vinstra, Thomas Munk Veirum, tíðindamaður í grønlendska Kringvarpinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.
Manningar skulu rinda, tá kvotur verða keyptar
			<description>Manningarfeløgini eru ósamd við Reiðarafelagið, sum heldur fast um, at manningarnar skulu rinda ein part, tá kvotur verða keyptar á uppboði.
Í sendingini kjakast Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara og Navigatørfelagnum.
Men hvat ger politiska skipanin við støðuna, sum hevur tikið seg upp við fiskivinnunýskipanini? 
Kjak millum Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, og Ingolf S. Olsen, tingmann fyri Tjóðveldi.
Radarin: Arktis og Public Service
			<description>Altjóða ráðstevna var í Norðurlandahúsinum um Arktis herfyri. Tað eru alt fleiri lond, sum vísa Arktis áhuga og vit spyrja stovnaran av altjóða felagsskapinum Arctic Circle, Ólafur Ragnar Grímsson, hví so er. Eisin tosa við vit Gao Feng, umboðsmaður hjá kinversku stjórnini í arktiskum málum, um teirra áhuga í økinum.
Arktis upptekur eisini føroysku uttanríkistænastuna meir og meir, men hvørji ahugamál hava vit og hvørja ávirkan kunnu vit hava?
Public Service
Hvat er gott Public Service og hvønn leiklut skal tað hava í samfelagnum? Hvørjar skyldur áleggur tað einum stovni, ið er undirlagdur Public Service skyldum? Tað eru ymsar meiningar um tað, ikki minst her heima hjá okkum. Vit tosa við Søren Mikael Rasmussen, sum í fleiri ár hevur starvast hjá DR og hjá TV2 í Danmark.
Radarin: Kommunulæknarnir eru á veg í verkfall
			<description>Arbeiðsbyrðan hjá fleiri kommunulæknum er ov tung, tí tað eru ov nógvir sjúklingar fyri hvønn lækna.
Lønarviðurskiftini eru eisini ov vánalig, siga kommunulæknarnir.
Seinastu árini hevur eisini javnan verið frammi í tíðindarenslinum, at fáir kommunulæknar vilja í fast starv.
Og tað hevur støðugt elvt til órógv millum tey, sum brúka kommunulæknahølini.
Mugu fáa fleiri
34 kommunulæknastørv eru í Føroyum í dag.
23 teirra eru mannað við kommunulæknum í føstum starvi.
Tað er, hóast alt, munandi fleiri enn fyri bara einum ári síðan.
Hini størvini eru ikki mannað, ella verða tey mannað við skiftandi - ofta útlendskum - avloysarum.
Miðalaldurin hjá føroyskum kommunulæknum er eisini høgur. Onkur er farin um pensjónsaldur, og aðrar nærkast.
Leggja teir frá sær, og fáir leggjast til, so verður støðan beinleiðis hættislig, hevur Kommunulæknafelagið ávarað um.
Batar hava verið
Men okkurt er kortini hent seinastu tvey árini.
Tvey kommunulæknastørv eru komin afturat í høvuðsstaðnum. Eitt kommunulæknastarv er komið afturat á Skálafjørðinum, og eitt starv afturat er á veg í Klaksvík.
Vaktlæknin 1870 er eisini samskipaður við Klaksvíkar sjúkrahús.
Radarin: Aðalráð trilvar í Umboðsmannaniðurstøðu
			<description>Sambært almenna orðaskiftinum hildu tey flestu, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, hin 10.desember í 2014, var klokkuklár - tað ber ikki til at flyta eitt veiðiloyvi av línuskipi yvir á eitt uppsjóvarskip.
Kortini hendi tað - ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir. Fyrst á sumri í 2016 og síðani aftur móti sumri í 2017 vórðu veiðiloyvi flutt av línuskipum yvir á uppsjóvarskip.
Hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum handlað í stríð við niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá desember 2014? Og hevði landsstýrismaðurin givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um hesi viðurskifti?
Nei, segði kanningarstjórin, ið varð settur at kanna málið fyri løgtingið. 
Radarin hesaferð snýr seg um flyting av veiðiloyvum - og hvussu Fiskimálaráðið valdi at brúka niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá 2014. Sendingin tekur støði í tí, sum er komið fram í samband við kanningararbeiðið hjá kanningarstjóranum, herundir skrivligt tilfar og avhoyringar av leiðandi fólki í Fiskimálaráðnum. Eisini tosa vit við Sólju í Ólavstovu, Umboðsmann.
Jón Brian Hvidtfeldt leggur sendingina til rættis.
Radarin: Børn lesa ov lítið
			<description>Tað er stórur munur á skúlaflokkum í Føroyum. Summir flokkar tíma væl at lesa, aðrir tíma minni lesa.
Støðan er tann, at tað eru heilir skúlaflokkar, har flestu næmingarnir halda, at tað er kul at lesa. Har lesa tey eisini nógv.
Men samstundis eru heilir flokkar, sum siga tað øvugta. At tað er keðiligt at lesa, at tey orka ikki fyri at lesa, og at tey lesa millum lítið og einki.
Tað eru ikki nakrir fáir flokkar. Tað eru nógvir flokkar, har mest sum allir næmingarnir ikki tíma serliga væl at lesa.
Tað vil siga, at ein ávísur fjórði flokkur í Føroyum er munandi betri fyri enn ein annar fjórði flokkur.
Eisini sjálvt um flestu lærarnir í Føroyum koma av sama lærustovuni, hava somu námsætlanir at halda seg til, hava sama undirvísingartilfar og somu karmar, so er ymiskt, hvat spyrst burturúr.
Vit kunnu siga, at vit hava lesisterkar flokkar og lesiveikar flokkar.
Men tú finnur onga einfalda og eintýðuga orsøk til, at spennið millum teir lesisterku flokkarnar og lesiveiku flokkarnar er so stórt.
- Føroyskir lærarar hava eina stóra avbjóðing fyri framman, tá ið børn og ung eftir øllum at døma lesa so lítið, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Føroya Lærarafelag.
- Ein møguleiki er at kanna, um sjálv læraraútbúgvingin er nøktandi, sigur hann.
Útlendskur ognarlutur í fiskivinnuni
			<description>Fiskimálaráðið tvíheldur um, at hollendingar ráða í NorthWest Pelagic, og tí sleppur Norðhavið ikki til fiskiskap. Øll viðurskifti eru í lagi, sigur reiðaríið, sum dregur Fiskimálaráðið í rættin.
Í sendingini lýsa vit serliga málið um Atlantsfarið í Miðvági, sum varð selt til Kollafjarðar og skifti navn til Norðhavið, men mitt í søluni misti øll síni rættindi at reka fiskiskap í Føroyum.
Jón Brian Hvidtfeldt leggur til rættis
PISA: Veikir næmingar sáldast frá
			<description>Fyri fyrstu ferð heitir Nám beinleiðis á skúlarnir um ikki at lata allar næmingar sleppa til PISA kanningina.
Hetta eru næmingar, sum fella inn undir kategoriir av fýra sløgum: SEN 1, 2, 3 og 4. Dømir um kategoriir eru um børnini bera motoriskt ella kensluligt brek, eru orð-, ella talblind ella ikki hava føroyskt sum móðurmál, og hava fingið undirvísing í føroyskum í styttri tíðarskeið enn eitt ár.
Hetta er ikki fyri at betra um úrslitið hjá Føroyum í PISA, men fyri at taka atlit til barnið, sigur stjórin á Námi, Eyðun Gaard. Hann er tó ímóti tílíkari kategorisering av børnum útfrá einum námfsfrøðiligum sjónarmiði, sigur hann.
Foreldur, sum Kringvarpið hevur tosað, við óttast at barnið verður stigmatiserað, um tað ikki sleppur við til PISA kanningina, og koma í eina tvístøðu.
Í Radaranum er orðaskifti um evnið millum Duritu Joensen, skúlastjóra á Skúlanum við Løkin, Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík og formannin í Føroya Lærarafelag, Herólv Jacobsen.
Túsundtals milliardir í skattaskjól um árið
Partafelagsskattur, sum vit kenna hann, fer í søguna innan 10-20 ár, tí lond kappast um at vera lágskatta lond, og á tann hátt lokka fleirtjóða fyritøkur til landið.
ES er stórsti taparin í hesi kapping, tí nøkur av stórstu skattaskjólunum í heiminum eru innanfyri Evropafelagsskapin - eitt nú Írland og Holland.
Vit eiga at skatta allarríkastu fleirtjóða fyritøkurnar øðrvísi, heldur Ludvig Petersen Wier, sum skrivar PhD um skattaskjól og hevur kannað hvussu tað ávirkar heimsbúskapin at alt fleiri seta síni ovurhondsstóru yvirskot í lágskattalong.
Undirvísing á høvdinum
			<description>Í Finlandi hava tey gjørt av at avtaka lærugreinar í fólkaskúlanum, tí tær eru ótíðarhóskandi.
Men hvaðani koma lærugreinar? Hvussu nógvar skulu tær vera, um tær yvirhøvur skulu vera partur av skúlaskipanini. Í dag fara vit aftur um lærugreinar og útbúgvingarskipanina, soleiðis, sum vit kenna hana.
Í sendingini tosa Dorthe Pedersen, lærari í donskum og heimspeki, og Christina Nolsøe, lærari í lívfrøði og evnafrøði, um, hvussu tað merkir ein skúla, at undirvísingin er býtt í lærugreinar.
Heimspekingarnir Pætur Dahl og Jógvan D. Hansen siga síðani frá, hvaðani lærugreinar eru komnar, og hvørjar avleiðingar spesialiseringin hevur fyri samfelagið.
Radarin: Tunnilsgrót og pensjónsnýskipan
			<description>Tórshavnar Kommunu stendur í boði at taka ímóti meira enn hálvari millión rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum. Men enn veit kommunan ikki, hvat grótið í sofall skal brúkast til. Radarin var á borgarafundi á Velbastað týskvøldið, har kommunan legði nøkur hugskot fram og eisini bað íbúgvarar koma við góðum hugskotum.
Luttakarar:
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu
Alt bendir á, at samgongan og Sjálvstýri einsamøll skulu bera pensjónsnýskipanina gjøgnum løgtingið. Hvørki Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin eru við í nakrari semju um, hvussu framtíðar pensjónsviðurskiftini hjá øllum føroyingum skulu síggja út. Eisini Miðflokkurin er ivasamur.
-Vit hava skyldu at koma við einari pensjónsnýskipan, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Luttakarar:
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Jan Otto S. Holm, fíggjarráðgevi
Jón Brian Hvidtfeldt og Rógvi Olavson leggja sendingina til rættis.
Hoyr sendingina við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini: Eingin breið pensjónssemja
Radarin: Politiska støðan er spent
			<description>Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður fyri Javnaðarflokkin, Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, og Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, meta um politiska støðuna.
Sosialurin vil einki siga
Á Sosialinum vilja tey einki siga um, hvussu tey fingu fatur í telefonsamrøðunum, har Bjarni Hammer skal hava sagt seg kunna skaffa hassj.
- Eg fari ikki út at greiða frá okkara arbeiðsmetodum í hesum málinum her, vit hava gjørt okkara kanningararbeiði ógvuliga væl, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri.
Á markamótinum millum politikk og átrúnað.
			<description>Føroyar eru eitt kristi land, siga fleiri politikarar, og týdningurin av kristnitrúnni skal onkursvegna staðfestast í eini komandi stjórnarskipan.
Men hvussu kann eitt land vera kristið, og hvørjar sersømdir ella hvønn politiskan stuðul, skal kristnitrúgv í Føroyum kunna fáa?
Vit tosa við løgtingsfólk og seinni í sendingini skifta Ovi Brim, gudfrøðingur og prestur, Sigri M. Gaini, kandidatur í námsfrøðiligari heimspeki og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og dekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, orð um kristindóm í stjórnarskipanini, og um hvussu føroyskur kristindómur skal definerast.
Ov trupult at fáa kannabis
			<description>66 ára gamli Kemm Poulsen tekur kannabis fyri pínu í rygginum og ristingar av Parkinson-sjúku. Hann noyðist at útvega heilivágin ólógliga, tí læknarnir meta ikki, at hann hevur tørv á kannabis.
Kannabis er tann heilivágurin, sum hevur hjálpt best, sigur Kemm, sum undrast á, at læknar eru so trekir at útskriva hendan heilivágin.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen, ið er 35 ár og hevur sklerosu, eftirlýsir eisini betri møguleikar hjá sjúklingum at fáa kannabis.
Mánadagin fekk hon eina ávaring í Føroya Rætti fyri at royna at innflyta 25 sjokulátabønir við kannabis. Hóast Gunnvá ongantíð hevur roynt kannabis, vil hon hava myndugleikarnar at linka reglurnar fyri at útskriva hendan heilivágin til sjúklingar.
65 ára gamla Ingrid S. Henriksen leitaði til Danmarkar at fáa kannabis frá lækna. Hon hevði ringa pínu í nakkanum, sum hevði stórar avleiðingar fyri gerandisdagin.
Eftir hennara tykki hevur nógv av tí vanliga heiliváginum, sum føroyskir læknar útskriva, størri hjáárin enn kannabis.
Heilsumyndugleikarnir í Føroyum halda hinvegin, at føroyskir læknar hava nóg góðar møguleikar at skriva út kannabis-heilivág. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at nýggja vegleiðingin til læknarnar gevur næstan eins góðar møguleikar sum í royndarskipanini í Danmark, sum varð sett í verk 1. januar 2018.
Hoyr eisini Katrin Kallsberg og Jenis av Rana, sum bæði eru løgtingslimir og læknar, kjakast um kannabis seinast í sendingini.
Radarin: Fólkaræði og Brexit
			<description>Hvussu sterkt er føroyska fólkaræðið? Og hvussu verja vit føroyska fólkaræðið, nú fleiri onnur lond hava upplivað afturgongd í sambandi við fólkaræði.
Hesar spurningar seta vit einum granskara og tveimum fyrrverandi politikarum.
Brexit fær avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu, men hvussu álvarsligar verða avleiðingarnar? Hetta er evnið í nýggjari frágreiðing, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gav út í dag. Vit tosa við Sjúrð Skaale, fólkatingspolitikara, og Hans Ellefsen, ráðgeva í Fiskimálaráðnum.
Radarin: "Bíbliubelti" og fiskivinnugransking
			<description>Akademiska umhvørvi og fiskivinnan skal í felag granska og nýskapa fiskivinnuna, og íslendingar eru bidnir um at leggja okkum lag á at fáa nýggja Fiskivinnugrunnin til verka.
Kravda samstarvið millum háfloygdar akademikarar og praktisk vinnulívsfólk hevur avbjóðingar, men tá fiskimaðurin og "frøðingurin" taka lógvatak, fáa vit nýmenning, sigur m.a. Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari í Varðanum, sum skjótt verður doktari í samspælinum millum praktiska og bókliga vitan.
Livandi dømi um ítøkiligt úrslit, tá praktisk vinnulívsfólk og meira háfloygdir akademikarar samstarva, er ein nýggj línuskipan. Jeffri Johannesen, sølustjóri á Oilwind greiðir frá samstarvinum við ágrýtnan línumann, sum er endað sum frambrot á marknaðinum í Oman, har arabiskir línumenn nú effektivisera við føroyskari tøkni.
Og so er tað staðfest í kanning, at átrúnaður spælir nógv størri leiklut fyri norðoyingar og eysturoyingar sum heild, enn fyri fólk aðrastaðni í landinum
Luttakarar:
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Sveinn Margeirsson, stjóri í Matís
Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari í Varðanum
Jeffri Johannesen, sølustjóri í Oilwind
Heini í Skorini, dokumentaristur í KvF
Tøkningur Høgni Fagraberg
Lagt tilrættis Brynhild Thomsen
Hvat er góð leiðsla?
			<description>Øll, sum hava luttikið á arbeiðsmarknaðinum, hava havt ein leiðara.
Leiðsla í dag er ikki bara at taka avgerðir. Leiðsla hevur ment seg til eina námsgrein og vísindini hava eisini fingið dúgligan áhuga fyri leiðsluhugtakinum. Semja tykist vera um, at leiðsla hevur nógv fleiri dimensjónir enn bara tað at vera skiparin á brúnni.
Ein skjót google leiting bendir á, at nútímans starvsfólkið vil hava ein leiðara, sum millum annað hevur eina greiða visjón, hann skal duga at motivera starvsfólk, hann skal eisini tæna sínum starvsfólki og vísa samkenslu undir ávísum umstøðum. Leiðarin í dag skal eisini vera kreativur, nágreiniligur og leiðbeinandi. Hann skal duga at samansjóva ymiska vitan og ymiskar fatanir - hann skal eisini hava dirvi og áhaldandi kanna, hvussu viðurskiftini í organisasjónini kunnu betrast, og mangt, mangt annað.
Men arbeiðsfjøldin, eisini í Føroyum, er merkt av vaksandi strongd, og hetta er ein av størstu avbjóðingunum hjá leiðarum í dag.
Í sendingini tosa vit við Ásu Andreasen, eigara í Synergi, sum skipar fyri Leiðaradegnum, og Eyðun Mørkøre, stjóra í TAKS, sum sat í dómsnevndini, sum valdi ársins leiðara. Eisini tosa vit við Gest Hovgaard, leiðara fyri Institut for Samfund, Økonomi og Journalistik á Universitetinum í Grønlandi, um avbjóðingar innan almenna leiðslu.
Gunnleivur Dalsgarð, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, umrøða góða og (serliga) ringa leiðslu í útvarpsstovuni síðst í sendingini.
Rógvi Olavson legði til rættis.
Radarin: Virðisøking í ójavnari kapping um rávøru
			<description>Útflutningurin frá føroysku fiskivinnuni skal tvífaldast næstu 10 árini. Tað er ítøkiliga málið, orðað í nýggju fiskivinnulóggávuni, sum kom í gildi á nýggjárinum. Í viðmerkingunum til lógina um sjófeingi stendur, at komandi 10 árini skulu Føroyar tvífalda útflutningsvirðið av sjófeinginum, sum vit veiða árliga.
Víðari stendur, at "komandi árini skulu skapast nýggj størv í fiskivinnuni til fólk við bæði handaligum og bókligum útbúgvingum, ið burturav starvast við at menna og byggja upp dygd, góðsku, virði, tøkni, serúrdráttir, marknaðarføring og vitan og førleikar, ið røkka málinum um virðisøking, menning og nýskapan."
Politiska málið er stórt, men fiskavirkini eru ikki kappingarfør um bestu rávøruna. Tað fær summi at skjóta upp, at leggja avgjald á allan fisk, sum fer óvirkaður av landinum. Nei, siga onnur, ein slík skipan vil trýsta toskaprísin niður og harvið taka fíggjarliga grundarlagið undan skipunum. Tí er rætta loysnin at lata almennan stuðul til fiskavirkini, fyri á tann hátt at javna kappingina við keyparar í láglønarlondum.
Afturat kappingarstøðuni um bestu rávøruna kemur spurningurin um arbeiðsmegina. Føroysk fiskavirki klára illa at kappast um arbeiðsmegina.
Luttakarar:
Pálll Gregersen, stjóri í Fiskavirkinum í Gøtu
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, sum eigur helvtina av Sandoy Seafood
Jógvan Hansen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum
Síðst í sendingini er kjak millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin.
Radarin: Fólkaatkvøða krevur stóra tingsemju
			<description>Grein 25-nevndin fór av álvara til arbeiðis týsdagin.
Heðin Mortensen, formaður hevur sum mál at leggja álit fram uttan viðmerkingar til flestu lógargreinarnar, men er neyðugt við útgreinan av einstøkum greinum fyri at røkka semju, so verður tað gjørt.
Nevndin hevur deadline á ólavsøku, men semjan má vera stór, tí eingin fólkaatkvøða verður við bara teprum meirluta í tinginum, sigur formaðurin.
Hann er samdur við løgmanni um, at stjórnarskipanin er ein týðandi varði, sum verður stórt frambrot fyri borgarar og land.
Luttakarar: Heðin Mortensen, Kári P. Højgaard, Annita á Fríðriksmørk, Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen, Hanna Jensen, Sonja Jógvansdóttir og Bill Justinussen
Lagt til rættis Brynhild Thomsen
Radarin: løn og lønarójavni
			<description>Útboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi.
Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin.
Luttakarar í sendingini: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Maud Wang Hansen, fyrrverandi forkvinna í Føroyar Pedagogfelag, Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur, Esther Dahl, ráðgevi hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súsanna Nolsøe, samráðingarfólk á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri fólkaflokkin og Jóannes Eidesgaard fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og formaður í javnaðarflokkinum, kjakast síðst í sendingini.
Radarin: Ikki nóg naknir til at spinna
			<description>Tað veldst kortini um, hvussu stóran dent reglurnar um menningarkvotur fara at leggja á nýskapan. Atlitið til menning og nýskapan eiga at viga nógv, tá menningarkvoturnar skulu býtast, sigur Ludvík við Stein.
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, men sum skipanin er í dag, eru fleiri reiðarar ikki nóg naknir til at teir noyðast at fara undir at spinna, sigur hann.
Í fiskivinnunýskipanini, sum varð samtykt í farnu viku, er ásett, at 8,5% av føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum skulu kunna latast út sum menningarkvotur. Fyritreytirnar hjá einum øki fyri at fáa lut í menningarkvotunum eru m.a. arbeiðsloysi og vantandi fólkavøkstur.
Menningarkvoturnar høvdu gjørt størri nyttu, um heimaflotin fekk tær, heldur Jørgen Niclasen, tingmaður og formaður fyri Fólkaflokkin. Hann tekur ikki undir við menningarkvotunum og mælir til at strika tær.
Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur hinvegin at menningarkvoturnar fara at elva til nógv økt virksemi og nýskapan kring landið. Tær eru eitt gott amboð at lova nýggjum aktørum framat, serliga tí uppboðssølan gjørdist minni enn samgongan ætlaði.
Menningarkvotur eru ein óneyðuga dýrur máti at umfordeila virðir kring landið. Tað er ikki vist, at tú fært bestu virðisøkingina fyri samfelagið við at býta fiskirættindini eftir økjum, sigur Djóni Højgaard, búskaparfrøðingur.
Hoyr Ludvík við Stein, Jørgen Niclasen, Ingolf S. Olsen og Djóna Højgaard kjakast um menningarkvotur.
Radarin: Fiskivinnunýskipanin verður vigað
			<description>Í hvønn mun stendur úrslitið mát við ambitiónirnar?
Vit tosa við nøkur av teimum, sum landsstýrismaðurin valdi í nýskipanarnevndina, sum skuldi gera tilmæli um eina nýggja og varandi fiskivinnuskipan.
Eisini spyrja vit, hvussu umsitingarætlanir fara at broyta røktina av fiskastovnunum undir Føroyum. Og seinast í sendingini kjakast tveir politikarar um javnvágina millum vinnulig og sosial atlit í nýggju fiskivinnulóggávuni og hví breiða semjan ongantíð kom.
Luttakarar:
Unn Laksá, PhD í stjórnmálafrøði
Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, forkvinna í Vinnunevndini
Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin
Radarin: #metoo fer at broyta okkum
			<description>Ein orsøk til, at tað serliga eru menn, sum fremja kynsligan ágang, er uppaling. Í uppalingini fáa dreingir at vita, at maskulinitetur er at vera aggresivur, at taka fyrsta stigi til sex, at vera dominerandi og ikki leggja í kenslurnar hjá øðrum. Tað sigur mannfólkgranskarin, Kenneth Reinicke frá Roskilde Universiteti. Samrøðan er gjørd, tá hann var í Føroyum í sambandi við altjóða mannfólkadagin tann 19. november. 
Men tað snýr seg ikki bert um harðligar menn og kvinnulig offur, heldur Súni Poulsen, sálarfrøðingur. #metoo snýr seg í stóran mun um happing, heldur hann. 
Hoyr kjakið við honum, Eydnu Skaale retorikara og fyrrverandi blaðstjóra á Kvinnu og Sunnevu Háberg Eysturstein úr feministiska felagsskapinum Damudomi í Radaranum.
Í 2015 gjørdi Kvinna eina kanning har 300 kvinnur vóru spurdar, sum vísti, at trijða hvør hevði upplivað kynsligan ágang. 
Tó slær #metoo ikki reiðiliga ígjøgnum í Føroyum. Ein orsøk er, at samfelagið er so lítið, sigur Kári Holm Johannesen, sociologur. Lítil samfeløg eru trek, tá tað kemur til at broyta siðvenju, og tað tekur í heila tikið langa tíð at broyta normar. Hetta ger at tað er ringt hjá kvinnum at traðka fram við navni.
 Hetta og meira afturat verður viðgjørt í Radarinum hesa ferð.
Radarin: Tryggja seg móti bíðilistum
			<description>Jørgen Jacobsen, sum varð raktur av liðagikt í summar, fekk at vita, at bíðitíðin at sleppa til giktalækna í almenna heilsuverkinum var hálvtannað til tvey ár. Men av tí at hann hevði eina privata viðgerðartrygging, slapp hann fram at til privata giktaviðgerð eftir heilt stuttari tíð.
Sonur Gunn Ellefsen fekk trupulleikar við rygginum og slapp til kanningar í Danmark eftir einari viku, ístaðin fyri at bíða fleiri mánaðir í Føroyum.
Jørgen og Gunn eru millum eitt vaksandi tal av føroyingum, sum hava teknað eina viðgerðartrygging.
Ein trygging sum reisir spurningin, um almenna heilsuverkið hevur spælt fallitt og um vit nú flyta okkum móti einum samfelag, har summi kunnu gjalda seg til viðgerðir, meðan onnur mugu bíða.
Luttakarar:
Helgi L. Petersen, stjóri Betri Pensjón
Jan Jacobsen, stjóri Lív
Lotte Hvas, granskari og kommunulækni
Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum
Jørgen Jacobsen, EDV-tøkningur
Gunn Ellefsen, advokatur
Pero Sore, giktalækni
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum
Lagt til rættis: Óluva Zachariasen