Vit kunnu so nógv meira
Vit kunnu so nógv meira - 9. partur
			<description>Bjørn Kalsø var bara 16 ára gamal, tá hann kom at standa við familjufestinum. Pápi hansara, sum var festari, doyði og hóast hann ikki var myndigur og tí ikki hevði loyvi til at yvirtaka, so var longu tá greitt, at tannáringurin var tann, sum skuldi taka yvir eftir pápan. Tað gjørdi hann formliga nøkur ár seinni. Síðan hava Bjørn og familjan havt festið á Syðradali, sum telur 160 áseyðir. Hann hevur minkað áseyðatalið við 30 seyðum fyri at seyðurin skal hava tað gott og nokk av grasið, men fyri tað er úrtøkan tann sama.
Á Trøllanesi býr Eyðun Eliasen, sum umframt ognarjørt í bygdini eisini hevur tikið við einum festi í Mikladali. Hetta festið er soleiðis háttað at størsti parturin av haganum liggur vestanfyri og tað er rættiliga óhøgligt, serliga um veturin. Tí hevur hann gjørt av at taka allan seyðin vesturum um veturin, har hann fórðrar eyka, og tað hevur gingið ógvuliga væl. Í næstum fer Eyðun Eliasen undir at byggja nýtt seyðahús og so fer hann at velta nakrar hektarar av jørð fyri at fáa nokk av grasi til seyðin, sum nú hevur meira lendi at ganga á vestanfyri, tí sonur Eyðun, Eivind Eyðunsson, hevur fest grannagarðin hjá pápanum.
Vit fáa eisini orð á Eivind, sum umframt at vera festari eisini er sjómaður.
Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.
Vit kunnu so nógv meira - 8. partur
			<description>Jan Thomsen byrjaði sum sjómaður, men tá hann legðist upp á land og fór á læraraskúla fór hann at keypa jørð. Nú hevur hann góðar fimm merkur og umleið 160 áseyðir. Eisini hevur Jan tarvkálvar knýttar at garðinum og hann hevur eisini gæs. Jan Thomsen hevur tikið nýggja mátan at selja kjøt uppá til sín. Heldur enn at selja alt sum krov, selur hann í smáum og tað taka fólk ógvuliga væl ímóti.
Eitt sindur nærri bygdini er Olaf í Garði Joensen, einasti festari á Eiði, í ferð við at fletta sítt seinasta fjall sum festari í bygdini. Hann hevur verið festari í umleið 30 ár, men nú hevur hann gjørt av at siga festið, sum hevur verið í familjuni í fleiri 100 ár, frá sær. Tað verður ikki nakar av hansara egnu, sum tekur yvir, men tað verður tó í familjuni.
Vit kunnu so nógv meira - 7. partur
			<description>Tað eru bara umleið tíggju ár síðan, at Eyðstein Jensen, sum er 60 ára gamal, festi tveir garðar á Selatrað. Seyður er høvuðsinntøkan, men Eyðstein hevur ætlanir um at fáa nógv meira burtur úr festinum. Hann fer í næstum í holt við at garva skinn, hann ætlar at gagnnýta vatnið á festinum til elframleiðslu og so fer hann at velta eplir og røtur í rímiliga stórum.
Í Lamba hitta vit Jón Nónklett, sum fyri sjey árum síðan festi garðin, sum hevur verið í familjuni fyrr. Men tað er ikki bara sum at siga tað hjá honum, tí hagin, sum hoyrir til garðin liggur á eystursíðuni, móti Gøtuvík, og tí rættiliga óhøgliga fyri hjá festaranum at taka sær av. Harumframt hevur Jón nú tikið við einum festi inni millum Fjarða, sum hoyrir til Elduvíkar bygd, har umstøðurnar eru heilt øðrvísi enn tær eru í festinum í Lamba. Og so hevur hann eisini tarvkálvar.
At enda tosa vit við Øssur Sverrason Egholm, sum í nógv ár nú hevur gjørt síni egnu tøð. Bæði heima og á arbeiðsplássinum hevur hann kassar til endamálið, og hann hevur keypt maðkar og aðrar mikroorganismur, sum skulu broyta ruskið, tað vil siga matvøruburturkast, papp og annað til mold og tøð.
Vit kunnu so nógv meira - 6. partur
			<description>Anna Maria Sivertsen og maðurin Mórits Sørensen hava festi í Streymnesi, har tey hava gott og væl 400 áseyðir. Tað fáa vit eitt prát um og vit tosa eisini við hana um eplini, sum hon og maðurin hava gjørt rættiliga nógv við í seinastuni. Í bygdini hava tey tvær veltur, sum eru umleið 4.000 fermetrar til víddar og tær geva teimum umleið átta tons av eplum.
Vit eru eisini á vitjan í Leirvík, har vit hitta Rasmus Norup, sum fyri tíggju árum síðan kom til Føroya at taka sær av garðinum í Leirvík, sum tá stóð uttan festara. Rasmus var bara 23 ára gamal, tá hann kom til Føroya, hann kendi ikki eitt menniskja her, men kortini gjørdi hann av, tá eitt ár var farið, at søkja um at yvirtaka festið, tá myndugleikin setti tað til sølu. Landbúnaður var tó ikki ókendur fyri unga danan, tí pápi hansara er eisini bóndi, men tað varð ikki í Danmark, at hann gjørdist bóndi, men í Føroyum. Rasmus Norup arbeiðir í løtuni við at byggja nýtt fjós á Hagaleiti í Leirvík.
Vit kunnu so nógv meira - 5. partur
			<description>Fyri nøkrum árum síðan sat Magnus Fredrik Magnusson til arbeiðis, tá hann á telduni sá eina lýsing fyri einari bingju, sum kundi brúkast til at gera grønmeti. Hóast hann vanliga ikki hugdi eftir slíkum lýsingum, valdi hann kortini at trýsta á fyri at hyggja, og restin er í grundini søga. Nú stendur ein bingja á økinum omanfyri bygdina, har ætlanin var at gera ein víkingagarð, og gongur alt eftir ætlan, flytir fyritøkan, sum tá fer at telja fýra bingjur í grótbrotið í Sandavági. Magnus Frederik Magnusson greiðir okkum frá arbeiðsgongdini í grønmetisbingjuni.
Á Velbastað hitta vit Dánjal Pauli í Búðini, sum hevur yvirtikið trý festi í bygdini. Har hevur hann 20 neyt og 370 áseyðir og hann greiðir okkum frá teimum ætlanum, sum tey hava við festinum í bygdini.
Vit kunnu so nógv meira - 4. partur
			<description>Jóannes í Miðstovu og Ottar Hentze hava nú í nøkur ár verið millum teirra, sum hava gjørt nógv við grønmeti. Tað byrjaði í smáum við Veltuni fyri átta árum síðan ella so, men nú eru bóndurnir sjálvir farnir at gera meira og meira við grønmetisframleiðsluna, sum hevur sera góða undirtøku millum fólk.
Tað manglar tó nógv í, áðrenn vit vera sjálvforsýnandi við grønmeti, og ein spurningur er tí, hvussu vit kunnu koma víðari við framleiðsluni frá tí, sum vit hava nú. Tað er nakað av tí, sum vit tosa við bøndurnar um.
Eisini hava vit verið ein túr á Hamarsgarði í Skálavík, sum Eynar Martin Kjærbo hevur sitið við í 25 ár nú. Hann hevði bæði neyt og seyð, men fyri einum mánað síðan gjørdi hann av at selja mjólkarkvotuna, tí tað lívið var ov strævið og tað vóru eingi útlit til, at hann slapp framat einum nýggjum fjósi; hvørki sjálvur ella saman við øðrum.
Vit kunnu so nógv meira - 3. partur
			<description>Thorvald fekk ógvuliga stutt skotbrá, tá hann tók við festinum, men hann valdi at siga ja og ta gerðina angrar hann seg ikki um. Broytingarnar í Syðradali hava verið stórar hetta tíðarskeiðið, meðan Thorvald hevur sitið við festinum, millum annað eru garðarnir báðir lagdir saman í eitt festi aftur, sum teir vóru fyri nógvum árum síðan, og tað ger tað nógv lættari at útvega stráfóður enn tað var frammanundan.
Eisini hevur Thorvald Lützen verið uppi í bóndafelagnum og í MBM, og vit tosa eisini um hvussu gongdin hevur verið á tí økinum, meðan hann hevur verið bóndi.
So hava vit verið inni á gólvinum hjá Hákuni Steingrímsson, stjóra í MBM, har vit skiftu orð um nýggju ostaframleiðsluna, sum skal byrja í Skálavík í næstum, har tey eisini fara at framleiða ís. Eisini tosa vit um, at MBM í smáum er farin undir at útflyta haldføra mjólk og aðrar haldførar mjólkarúrdráttir til Grønlands. Eydnast verkætlanirnar til fulnar kann mjólkarkvotan økjast við upp til tveimum milliónum litrum.
Vit kunnu so nógv meira - 2. partur
			<description>Í sendingini hesaferð tosa vit við Jóhann Fagraklett, bónda á Gásadalsgarði, sum brúkar alt tað, sum garðurin gevur av neytakjøti, seyði, eplum og korni, sum verður til øl, á matstovuni á garðinum, sum árliga hevur sera nógv vitjandi. Hoyr eisini bóndan greiða frá, hvussu garðurin varð til, hvussu hann virkar og hvussu tey frá einum parti av árinum til annan broyta sláturhúsið til sodnhús og til matstovu og aftur til sláturhús. Alt er gjørt soleiðis, at skiftið er lætt og góðkent av myndugleikunum.
Og so hoyra vit eisini søguna um nýggja sláturhúsið og handilin, ið skal bera navnið Stuttflutt, ið bóndin og tveir samstarvsfelagar hansara fara í holt við at byggja í heyst. Talan verður um eitt løggilt sláturhús, tað vil siga, at tað sum verður flett á sláturvirkinum kann seljast í handlunum kring landið.
Vit tosa eisini við Róa M. Absalonsen, bónda á Viðareiði, sum saman við Niels Absalonsen og Elmari Sørensen rekur størsta framleiðslufjós í mjólkarframleiðsluni her á landið. Talan var um eina verkætlan, sum byrjaði í 2013, men tað skuldu ganga gott og væl seks ár áðrenn nýggja leysgongufjósið varð tikið í nýtslu í desember í 19. Á leiðini fingu teir tilmæli um heldur at byggja sær eitt básafjós, sum stórt sæð slett ikki vera brúkt longur.
Lagt sendingina til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.
Vit kunnu so nógv meira - 1. partur
			<description>Fyrsti parturin er ein støðulýsing av, hvussu støðan í landbúnaðarvinnuni er beint nú. Hvørja ávirkanin hevur broytingin í vinnuni havt á raksturin av teimum gørðunum, sum vit vitja.
Í fyrstu sendingini tosa vit við Sigert Patursson, bónda á Vatnaskørðum, sum eisini er formaður í Bóndafelag Føroya, Poul Müller, bónda, sum rekur Müllersgarð í Havnardali og Regin Borðoy, bónda, sum rekur fjósið millum Fjarða.