Tá Grønland bjargaði Føroyum
Tá Grønland bjargaði Føroyum (6:6)
			<description>Sum frálíður minkar virksemið hjá Nordafar, og í 1989 fer felagið av knóranum. Og hendan partin fer Jógvan Arge, rithøvundur og journalistur, at umrøða hesuferð.
Í 1936 letur føroyska heimamissiónin sjómansheimið Lívd byggja stutt frá sjúkrahúsinum í gomlu Føroyingahavnini, í 1956 verður sjómansheimið útbygt, og í 1960 gerst sjómansheimið enn størri.
Í dag vitja vit við Kolbeinagjógv, har ið vit hitta Hans Eli Jacobsen, ið varð ein av monnunum, sum var tengdir at hesum arbeiði.
Vit hitta eisini Sofíu Haraldsen, ið er ættað úr Grønlandi, og sum giftust einum miðvingi, ið hon hitti í Grønlandi.
Grønlandsútróðurin er ein týðandi partur av føroyskari søgu, og tí verður arbeitt við at gera eitt savn í Miðvági, sum lýsir hendan partin.
Og í hesum sambandi hitta vit Jon Hansen, ið er ein av stigtakarunum, og arkitektin, Mayfinn Norðoy.
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
			<description>Við ársbyrjan 1959 gjørdist greitt, at 900 menn umhugsaðu at fara til Grønlands at rógva út, men nú vóru nýggjar treytir settar - og hetta kom sera óvart á føroyingar. Og hendan partin fer Jógvan Arge, rithøvundur og journalistur, at umrøða hesuferð.
Útróðurin í Grønlandi hevur eisini týdning fyri vinnulívið í Føroyum. Og umframt føroyska bátin, ið verður mentur munandi sum úrslit av grønlandsútróðurin, fær fiskiskapurin undir Grønlandi eisini týdning fyri føroysku flakavinnuna og snelluna, sum føroyingar í stórum tali tóku til sín. Í smiðjuni hjá J. K. Joensen í Miðvági sóu teir eisini møguleikar við snelluni. Vit hava vitjað í Miðvági, har ið Bjarni Joensen sigur okkum søguna um Vágasnelluna.
Eisini hitta vit Agnar Falkvard Joensen, ið er stjóri í Oilwind í dag.
Í 1967 fór Sigurd Højgaard av Skála til Grønlands at rógva út við bátinum Gamla Símun, sum pápin og beiggjarnir høvdu smíðað. Hetta summarið var Sigurd fyri tveimum hendingum har yviri, tveimum hendingum, ið kundu havt ein verri enda. Svend Højgaard, ið er sonur Sigurd, fer at siga okkum um hesar hendingarnar í 1967.
Eisini hoyra vit brot úr samrøðu, sum Niels Juel Arge gjørdi við Poul Lamhauge í Føroyingahavnini í 1958.
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
			<description>Klokkan 14:10 mikudagin 24. juli 1963 sendi farmaskipið Blikur hjá Skipafelagnum Føroyar út neyðarkall um Prins Christians Sunds Radio, samstundis sum boð vórðu givin um, at fólkið skuldi fara í bátarnar. Øll fólkini vóru bjargað, men Blikur søkkur á Kappanum.
Tvær vikur frammanundan var Blikur farin av Havnini til Grønlands við útróðrarmonnum, og tá ið skipið sakk, var tað á veg úr Føroyingahavnini suður í Kappahavnina við fólki og útgerð.
Ein, ið var við hendan lagnutúrin, var Hans Jørgensen úr Miðvági, og hetta var fyrsti túrurin, har ið hann av álvara skuldi fara til skips, og tað var til lands í Grønlandi.
Í søguliga partinum sigur Jógvan Arge, rithøvundur og journalistur, okkum um eitt nú byrjanina hjá Nordafar og hvør forsøgan er til felagið.
Eisini hitta vit Olaf Olsen, ið var skipari á Vágbingi, ið bjargaði manningini á norska trolaranum Dragaberg, sum hevði siglt á Portugisaraboðan.
Tú kanst hoyra sendingina her!
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
			<description>Krígsárini 1939 til 45 fóru føroyingar ikki til Grønlands at rógva út. Men í 1946 varð farið yvir aftur, og serliga í fimti- og sekstiárunum fóru nógvir føroyingar til Grønlands. Í dag skifta vit orð við Jógvan Arge, journalist og rithøvund, og nú eru tað serliga árini eftir Seinra heimsbardaga, ið verða umrødd.
Hóast tað í stóran mun vóru menn, sum fóru til Grønlands, vóru tað eisini fleiri føroyskar kvinnur, sum fóru til Grønlands at arbeiða. Og ein teirra var Elvina Dahl Lauritsen, sum í 1959 - 16 ára gomul, fekk arbeiði á føroyska sjómansheiminum Lívdin í Føroyingahavnini. Grønlandsútróðurin hevði eisini munandi broytingar við sær, tá ið talan er um føroyska bátin. Og saman við bátasmiðinum, Jóan Petur Clementsen, skifta vit orð um hetta.
Eisini vitja vit í Miðvági, har ið vit tosa við Jon Sigurd Hansen, ið er stigtakara til ætlaða søgusavnið um grønlandsútróðurin. Og hesuferð tosa vit við hann um ein risastóran maskinbát, ið varð bygdur í Sandavági í 1966 til grønlandsútróðurin, og sum verður ein partur av savninum.
Í 1958 gjørdi Niels Juel Arge fyrstu reportaguferðina uttanlands fyri Útvarp Føroya og talan var um eina ferð til Grønlands. Og frá hesari ferðini hoyra vit nøkur søgulig brot úr Føroyingahavnini.
Eigil Rasmussen: Tað, sum nú hendi, er ikki fyri veikar sálir (2:6)
			<description>Í dag fer Jógvan Arge, sum hevur skrivað drúgva bókarøð um evnið, at siga okkum um føroyska fiskiskapin í Grønlandi frá 1906 til Seinra heimsbardaga, samstundis sum skjøtil eisini verður settur á árini eftir krígslok.
Miðvingurin Eigil Rasmussen er ein teirra, sum á ungum árum fór til Grønlands at rógva út. Og 18 ára gamal í 1955 var Eigil fyri einari ógvusligari hending í Grønlandi, einari hending, sum kundi havt kosta honum lívið.
Og hesari hendingini fer Eigil at siga frá.
Eisini hava vit verið í bandasavninum, har ið vit hoyra brot úr reportagu í Føroyingahavnini frá 1958.
Helvtin av føroyska útflutningsvirðinum kom úr Grønlandi (1:6)
			<description>Frá 1934 til fyrst í 1970-árunum fóru nógvir føroyingar til Grønlands at rógva út, og hetta fjølbroytta virksemi hevði alstóran týdning fyri føroyska búskapin og fyri menningina av føroyska bátinum, snelluni og føroysku flakavinnuni yvirhøvir.
Í seks sendingum fara vit at viðgera hendan forvitnisliga partin av føroyskari vinnulívssøgu, og tað gera vit við frásøgnum frá fólki, ið vóru haryviri, samstundis sum vit eisini seta hetta í eitt søguligt perspektiv. Vit leita eisini í kringvarpssavnið, og fara harumframt at fregnast um ætlanina um eitt søgusavn í Miðvági, sum skal lýsa føroyska útróðurin í Grønlandi. Og so nema vit eisini leysliga við aðrar tættir, tá ið talan er um føroyska fiskivinnu í Grønlandi.
Hesa ferð skifta vit orð við Erling Isholm, søgufrøðing, um tíðarskeiðið fyri Seinra heimsbardaga. Vit tosa eisini við Mayfinn Norðoy, arkitekt, og Marionnu Simonsen, hvørs mammubeiggi var navnframi bátabyggjarin Hans Kristoffer Hansen, vanliga nevndur Stoffa, eins og vit eisini fáa orðið á Kaj Egholm.