Søgan um Hank Williams
Søgan um Hank Williams (8:8)
			<description>Í áttandu minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gekk honum í seinnu helvt av 1952. Hank verður skildur frá Audrey fyri aðru ferð. Hank kemur saman við Bobby Jett og fær eina dóttur við henni, Jett Williams. Um somu tíð kemur Hank saman við Billie  Jane, sum var 10 ár yngri enn Hank. Tey verða gift undir sera ótraditionellum umstøðum, við tað at tey verða gift tríggjar ferðir sama dag. Vit hoyra um, tá ið Hank Williams ferð á sín seinasta biltúr.
Søgan um Hank Williams (7:8)
			<description>Í sjeynda parti um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gongur í seinnu helt av 1951 og fyrru helvt av 1952. Seinna helvt av 1951 byrjar gott. Í juni mánað lata Hank og Audrey upp ein nýggjan klædnahandil í Nashville. Í juli mánað er Hank aftur í Montgomery, har býurin heldur veitslu fyri honum. Teir nevna veitsluna “The Hank Williams Homecoming”. Hank fer í august mánað í 1951 á rundferð við “Hadacol”-showi. Audrey er ikki boðin við, og hetta fær fylgjur fyri Hank. Hank er aftur áhaldsin, dettur og brakar sær aftur ryggin, hesa ferð so álvarsliga at hann má leggjast undir stóran ryggskurð um jólini í 1951.
Søgan um Hank Williams (6:8)
			<description>Í sætta parti av minnissendingum um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, hvussu tað gekk frá byrjan av 1950 til mai mánað 1951. Vit hoyra um undir hvørjum umstøðun Hank Williams ger ein av sínum kendastu sangum “Cold, Cold Heart”. 
Hank fær til uppgávu at gera 72 reklamusendingar á 15 minuttir fyri felag, sum framleiddi “Mother´s Best” hveitimjøl. Vit hoyra um, at Hank dettur av einum palli undir einari konsert í Ontario í Canada, har hann fær ein skaða í ryggin. Hetta fær fylgjur fyri Hank, sum má ganga við einum jarnkorsetti fest við leðurreimum um kroppin.
Søgan um Hank Williams (5:8)
			<description>Í fimta parti av hesari minnissendirøðini um Hiram (Hank) Williams fara vit at hoyra um, hvussu tað gekst honum í seinnu helvt av 1949 og í byrjanini av 1950. Vit hoyra um, at sangurin “Lovesic Blues” gav Fred Rose og MGM platufelagnum trupulleikar, hóast sangurin gav Hank Williams atgongd til “Grand Ole Opry”. Hank og Audrey keypa sær hús í Nashville. Og Hank byrjar eisini at framføra undir dulnevni “Luke the Drifter”, har hann er meira revsandi ella fordømandi. Tá ið árið 1949 endar, situr Hank Williams á toppinum av countrytónleikinum.
Søgan um Hank Williams (4:8)
			<description>Í fjórða parti av hesari minnissendirøð um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um, at konan Audrey biður um hjúnaskilnað frá Hank. Hank ferð til KWKH radiostøðina í Shreveport í Louisiana at framføra. Til Hank í decembur mánað 1948 verður biðin um at koma til nýggjar plátuupptøkur, tí nú var verkfallið millum felag fyri plátuframleiðarar og felag fyri tónleikarar endað. Vit hoyra eisini um, tá íð Hank Williams verður pápi fyri fystu ferð í 1949.
Søgan um Hank Williams (3:8)
			<description>Í triðja parti av minnissendingini um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um tíðina, beint aðrenn Hank kemur til Nashville. Har countrykvinnan Molly O'Day kemur at hava ein stóran leiklut í byrjan av tónleikayrkisleiðini hjá Hank. Og um hansara fystu studio plátuupptøkur fyri Sterling Reconds.
Søgan um Hank Williams (2:8)
			<description>Í øðrum parti av hesari minnissending um Hiram (Hank) Williams, verður greitt frá, tá ið Williams familjan flytir til Montgomery. Hann skiftir navn og fer at nevna seg Hank Williams. Vit hoyra um, at Hank stovnar sín egna tónleikabólk, ímeðan hann gongur í skúla. Vit hoyra eisini um, at Hank kemur saman við Audrey, verður giftur og fer at søkja sær handaligt arbeiði.
Søgan um Hank Williams (1:8)
			<description>So var senior countrytoymið, Oddbjørn Vágslíð og Djóni Andreasen, aftur í Kringvarpi Føroya við einari minnissendirøð um lív og lagnu hjá einum country sangara, sum er farin foldum frá. Til at taka sær av tí tøkniliga, hava vit allierað okkum við Erik Biskopstø, ein fyrrverandi kvf-tøkning til at taka upp, klippa, og snikka hesa sendingar til at fara út í luftina til Føroya fólk.
Tann persónur vit fara at hoyra um í hesari minnisseinding, sum verður í 8 pørtum, er Hiram (Hank) Williams, føddur í 1923 og deyður í 1953. Hann gjørdist einans 29 ára gamal. Tá ið ein tosar um country tónleik, so sum at yrkja og seta løg til sangir, er Hank Williams tann størsti country sangarin, sum hevur livað. Ongin einstakur country sangari hevur broytt hesa sjangru so nógv sum Hank Williams í sínum stutta lívsskeiði. '
Sjálvt um tað eru liðin 71 ár, síðan Hank Williams fór foldum frá, so eru hansara sangir líka viðkomandi í dag, tað vil siga, at teir eru tíðarleysir. Eitt annað sum Hank Williams framdi, og sum ongin annar country sangari hevur gjørt tað honum eftir, er at hann framførdi country tónleik undir tveimun nøvnun. Tá ið hann framførdi sum Hank Williams, vóru tað ofta sangir um brotnan kærleika frá konuni Audrey. Tá ið hann framførdi sum “Luke The Drifter”, vóru tað ofta andaligir sangir, sum vóru revsandi og formanandi.
Tað kemur ikki av ongum, at Hank Williams innan country tónleikaraheimin verður nevndur “The Hillbilly Shakespeare”. Í hesum fysta parti av minnissending um Hiram (Hank) Williams hoyra vit um ættarbondini í faðir- og móðurætt. Vit hoyra um umstøðurnar, tá íð Hank Williams verður føddur við skaða í rygginum og um barna- og ungdómsár.