Bygdarlív
Leivur Hansen, Zacharias Hammer og Hallur Thomsen løgdu sendingina til rættis.
Bygdarlív 3 - Skálavík
			<description>Ein lítil, men lívlig bygd. Soleiðis upplivdi ferðalið okkara triðstørstu bygdina í Sandoynni, Skálavík, tá vitjað varð har suðuri um dagarnar. Fleiri fólk eru í seinastuni flutt til bygdina - og onnur eru á veg. Td. er útivið helvtin av 13 nýggjum sethúsastykkjum longu umbiðin av fólki aðrastaðnis frá – og tað er fyrst og fremst ætlaða Sandoyartunnilinum fyri at takka. Ein onnur forkunnug byggiætlan er í umbúnað, sum uttan iva fer at seta Skálavík á Føroyakortið sum eina av fremstu bygdunum í landinum, tá um trivna og frítíð ræður. Hon snýr seg um eina høll við svimjihyli og hondbóltsvølli, sum eisini skal kunna brúkast til samkomur, møti, konsertir o.a. Talan er um eina gávu til heimbygdina frá fyrrverandi reiðaranum og skiparanum Eiler Jacobsen. Ungmannafelagshúsið Keldan er sum er karmur um flestu tiltøkini í bygdini, og í sendingini eru vit bæði við til mótaframsýning og dansiundirvísing. Vit vitja í skúlanum og í eldrasambýlinum - og eru sjálvandi eisini til handils. Í royndum okkara at lýsa hesa grønu bygdina við teimum mongu spjøddu býlingunum, hitta vit bæði fróðar menn og kvinnur. Eisini leita vit upp fjarskotnu og gomlu bóndahúsini í Norðrasta Haga, har bóndin og bóndakonan í Dalsgarði vanliga búleikast hesa árstíðina í sambandi við heystskurðin. Leivur Hansen, Zacharias Hammer og Bjørg M. Andersen leggja til rættis.
Bygdarlív 2 - Porkeri
			<description>Porkeri hevur eins og restin av Suðuroynni kent sviðan av umfatandi arbeiðsloysinum har suðuri seinastu árini. Fólkatalið í bygdini hevur verið støðugt minkandi sum avleiðing av stóru fráflytingini úr oynni, og enn røkist lítið og onki fyri nakrari broyting. Kortini tykjast porkenningar sum heild at hava eina vón um, at aldargamla bygd teirra aftur fer at menna seg sum frálíður. Fyritreytin fyri hesum er tó, at fleiri arbeiðspláss verða útvegað í bygdini, og at oyggin verður skipað sum ein kommuna. Á vitjan okkara í hesi snøggu og hugnaligu bygdini hitta vit ein hóp av fyrikomandi og fryntligum porkenningum, ungum sum gomlum, - og sjálvandi eru vit eisini við, tá onkur av teimum tiltiknu stóru og feitu veðrunum verður flettur. Er tað nakað, Porkeri er kent fyri, ja, so er tað júst veðrahald. Lagt til rættis: Leivur Hansen og Zacharias Hammer.
Bygdarlív 1 - Viðareiði
			<description>Sendirøð frá 2006.
Fyrsta sending av Bygdarlívi snýr seg um Viðareiði, sum eftir øllum at døma stavar heilt frá landnámstíðini, og einaferð var høvuðsbygdin í Norðoyggjum. Bygdin er í dag ein av teimum fáu smáu bygdunum í landinum, sum – hóast hon ikki hevur mongu arbeiðstilboðini at bjóða – hevur ment seg javnt og samt seinastu hálvu øldina. Hesi árini er fólkatalið á Viðareiði nærum tvífaldað, úr 200 upp í hálvtfjórðahundrað! Fleiri ungar familjur flyta til bygdina og eru í ferð við at byggja har norðuri, og børnini fjølgast í tali.