Nón
Pauli í Sandagerði ruddar í kensluligu nótunum
			<description>- Eg ruddi upp, tí tað er nokk so óruddiligt inni í mær.
Nýggj fløga við klaverstykkjum eftir Paula í Sandagerði, Ælaveður, kemur út fyrsta dagin. Stykkini eru skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um 50 ár, frá 1972 til 2022. Samstundis kemur ein nótabók út, og alt verður lagt fram á konsert í Norðurlandahúsinum tann 10. juli, har klaverleikarin Mattias Kapnas spælir. Tað er Hugin Eide, sum hevur tikið stig til útgávuna.
Pauli í Sandagerði hevur eisini gjørt eina heimasíðu, PS-Music.com, har hann hevur lagt eina ørgrynnu av løgum og stykkjum út, sum hann hevur gjørt til allan slag av tónleiki. Hetta er alt ein partur av at rudda upp í einum langum tónleikalívi, sum hann hevur útint, samstundis sum hann hevur verið lærari. Nú hann er vorðin pensjoneraður, eru stundirnar komnar at fáa skil á.
Pauli byrjaði sum klassiskur klaverleikari, men sum frá leið gjørdist hann serliga komponistur og kórleiðari.
- Nú havi eg ongantíð skrivað musikk fyri at fjeppast uppi í nøkrum ella gera nakran nøgdan. Eg havi bara skrivað fyri mína egnu skyld. Tá eg byrjaði sum klaverleikari, spældi eg Bach og Beethoven, og so líktust stykkini tí. Síðan spældi eg romantiskan tónleik, Chopin og aðrar, so fóru stykkini at líkjast tí. Men so fór eg at leita eftir einum føroyskum máta at skriva uppá. So fann eg eitt slag av tónum, sum eg føldi hoyrdu heima í Føroyum. Og tá eg nú hyggi aftureftir, so síggi eg, at har er ein linja í tí, sigur Pauli í Sandagerði.
Serliga tá ið útlendingar spæla stykki eftir Paula í Sandagerði, siga teir, at tað er øðrvísi, enn teir eru vanir við. Pauli hevur skrivað so nógv sløg av tónleiki, líka frá rocki til kamartónleik, og sjálvur sigur Pauli felagsnevnaran vera kenslur og samskifti.
Hoyr alla samrøðuna við Paula í Sandagerði her.
Nón 24. juni 2022
			<description>Pauli í Sandagerði er ein av okkara allar virknastu komponistum; í næstum kemur út fløga og bókaútgáva við klaverstykkjum eftir Paula. Vit fáa orðið á Paula í Sandagerði
Anker Mortensen, listamaður, var ein av trimum, sum fekk listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins hesaferð. Vit vitja Anker í atelieri hansara á Skipasmiðjuni.
Og so hoyra vit hvørjar tankar Høgni Djurhuus hevur gjørt sær hesa vikuna í Høgnatátti.
Hoyri sendingina her
25 milliónir krónur peanuts
			<description>Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.
Hvalurin verður gjørdur til eina ímynd
			<description>Hvalurin verður gjørdur til eitt kulturelt ikon, og hvalurin verður lýstur bæði sum klókur og sosialur.
Soleiðis lýsir Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hugsjónarliga grundarlagið undir mótmælunum móti føroyskum grindadrápi. Samstundis er grindadrápi søguliga ein partur av føroyska samleikanum og lívshátti, og tí ber illa til at sannføra tey, sum eru ímóti grindadrápi.
Spurningurin um grindadráp verður viðgjørdur í nýggju bókini "Local Measures to Global Pressure - The Anti-Whaling Campaign in the Faroe Islands," sum Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hevur skrivað við støði í síni masterritgerð.
Í bókini viðger høvundurin tað hugsjónarliga grundarlagið undir altjóða royndunum at steðga grindadrápi, og hvussu hesi mótmæli elvdu til tillagingar av grindahvalaveiðuni.
Høvundurin vísir á, at høvuðsósemjan snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir um, hvussu menniskju eiga at samvirka við teirra umhvørvi og tilfeingi.
Hoyr alla samrøðuna við Arnbjørn Mortensen her.
Nón 22. juni 2022
			<description>Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, sum millum annað skal varpa ljós á tær etisku tvístøðurnar, ið kunnu standast í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingur. Vit tosa við fyriskipararnar um kappingina og etisku spurningarnar.
Grindadráp hevur verið umstrídd siðvenja, síðan umhvørvisfelagsskapir løgdu Føroyar undir sjóneykuna í 1980'unum. Høvuðsósemjan snýr seg um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir um, hvussu menniskju eiga at samvirka við náttúru og tilfeingi, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók um grindadráp. Vit hitta Arnbjørn seinni í sendingini.
Hoyr alla sendingina her
Stuttsøgur um lívið sum sjúkrarøktarfrøðingur
			<description>Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, so er at hvessa pennin, tí nú hevur tú møguleikan at seta orð á títt gerandislív. 
Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, har endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í spæl og at hesi viðhvørt koma í stríð við hvørt annað.
- Hetta er partur av arbeiðnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum vit ikki hoyra so nógv um, men sum fyllir nógv og hevur stóran týdning fyri bæði sjúkrarøktarfrøðingarnar, sjúklingarnar og tey avvarðandi. Tí vóna vit, at hendan stuttsøgukappingin fer at eggja fleiri sjúkrarøktarfrøðingum til at greiða frá støðum og søgum úr teirra arbeiðisdegi.
Treytirnar fyri at luttaka eru, at tann sum skrivar, er sjúkrarøktarfrøðingur, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og er skrivað á føroyskum máli.
Longdin á innsendu stuttsøguni skal verða millum 7 - 10 A4 síður, og skal latast inn umvegis teldupost á etikkur@sjukrarokt.fo í seinasta lagi sunnudagin 16. Oktober 2022 á midnátt
Ein dómsnevnd metir um søgurnar, og virðisløn á 5000 verður latin fyri bestu søguna.
Til ber at lesa meira um kappingina á  www.sjukrarokt.fo.
Nón 20. juni 2022
			<description>Armslongdarmeginreglan og listastuðulsskipanir í Føroyum eru til viðgerðar í Nón í dag, tá ið Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Dánjal á Neystabø, tónleikari og listafólk, hittast til orðaskifti.
Og so ummæla vit eisini leikin "Løsrivelsen".
Ikki heilt samd um "Loysingina"
			<description>Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur ferðast millum norðurlond, og varð sýndur í Norðurlandahúsinum í síðstu viku.
Leikurin er um fiktiva dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark, og kannar, hvørjar støður og kenslur standast í teimum trimum londunum, tá seinasta kolonimaktin í norðurlondum loysir takið. 
Tveir av áskoðarunum vóru Birna Heinesen, dramaturgur, og Hjálmar Dam, sjónleikari og leikslistamaður, og tey vóru ikki heild samd, tá tey ummæltu leikin í Nón.
Lurtið eftir samrøðuni, har Birna og Hjálmar greiða frá sínum upplivingum av leikinum og grundgeva fyri sínum metingum av honum.
Norðurlendskt samstarv
Leikurin "Løsrivelsen" er eitt norðurlendskt samstarv millum sjónleikahúsið Paradox, Katuag í Nuuk, Norðurlandahúsið, Odense Teater og Koldin Egnsteater. 
Tað eru Vivi Sørensen og Daniel Wedel, ið hava skrivað leikritið og gjørt dramaturgiina, og Egill Palsson og Daniel Wedel leikstjórna.
Martin Eriksson stendur fyri pallsmíði og búnum, og Durita Sumberg og Henrietta Rosenbeck eru framleiðarar.
Sjónleikarar eru Karina Møller, Mariann Hansen, Mohamed Ali Osman og Henriette Rosenbeck.
Neyðugt at kjakast um listastuðulsskipanirnar
			<description>Í síðstu viku hittust um 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða innan listaøkið, fyri at kjakast um hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan - serliga við atliti at listastuðulsskipanum.
Fleiri føroyingar vóru við á fundinum, millum annað Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Dánjal á Neystabø, tónleikari og formaður í Tónleikasambandi Føroya.
Tey trý eru samd um, at tað er neyðugt av og á at hava orðaskifti um føroysku stuðulsskipanirnar til list.
- Vit liva í av einum samfelagið, ið støðugt broytist, og tí broytast fatanirnar av hugtøkum og skipanum eisini . Listastuðulsskipanirnar eru partar av okkara vælferðarsamfelagið, og tí er tað altíð relevant at fylgja við og skifta orð um hesar skipanir, halda Sunnuva Bæk, Torkil Rasmussen og Dánjal á Neystabø. Tey vísa eisini á, at tað - í fleiri førum - ikki er armslongd millum landsstýrið og útlutanina av stuðulspengum, og hetta er eisini nakað vit eiga at kjakast um, siga tey.
"Vit eiga at endurskoða alt listastuðulsøkið", heldur Sunnuva Bæk.
Lurtið eftir orðsakiftinum um armslongdarmeginreggluna og listastuðulsskipanir í Føroyum.
Nón 17. juni 2022
			<description>Paul McCartney er helst eitt tað týdningarmesta tónaskaldið í nýggjari tíð. Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Hann legði heimin fyri sínar føtur saman við hinum bitlunum í 60-árunum, og nú hann er 80, er hann framvegis á konsertferð.
Vælkomin í føðingardag hjá Paul McCartney saman við Sunleifi Rasmussen, Niclasi Johannesen, Suna Merkistein, Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen.
Listastuðulsskipanir skulu læra av hvørjum øðrum
			<description>Í síðstu viku hittust 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða við list, fyri at skifta orð og deila vitan um, hvønn leiklut hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan hava - serliga tá talan er um listastuðulsskipanir.  
Netverksfunurin var fyriskipaður av Norðurlandahúsinum, Nordisk Kulturfond og tankasmiðjuni A/nordi/c, og luttakararnir vóru m.a. granskarar, listafólk, mentanartíðindafólk og mentanarstovnar úr norðurlondum.
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru torgreidd og kunnu broytast í tráð við at samfelagið broytist. Eitt nú kann hugtakið listarlig góðska altíð diskuterast, tí fatanirnar av hugtakinum broytast og eru ymisk. Og fatanin av armslongdarmeginreggluni hevur broytt seg gjøgnum søguna, og kann tulkast ymiskt í praksis, vísir Ove Kaj Pedersen, professari emeritus á.
Tí er neyðugt áhaldandi at skifta orð um hesi hugtøk, var ein niðurstøða á kervisfundinum. 
Ein onnur niðurstøða var, at hóast listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, so eru munir í praksis. Í nógvum førum snúgva munirnir seg um, hvussu mann heilt ítøkiligt skipar seg fyri at tryggja armslongd og listarliga góðsku?
- Tær stóru sentralu stuðulsskipanirnar eru sera professionaliseraðar, men kunnu gerast heldur stirvnar og bureaukratiskar. Tær smáu kunnu hinvegin vera ov ógreiðar, men tilgongdin vera skjótari og minni stirvin. Tí kunnu smáu og størru stuðulsskipanirnar læra av royndunum hjá hvørjum øðrum, var ein niðurstøða á netverksfundinum.
Lurtið eftir samrøðunum við Elinu Sigfusson, stjóra í tankasmiðjuni A/nordi/c, sum var høvuðssamskipari av norðurlendska listakervisfundinum, Ellen Wettmark, stjóra í Bonniers kunsthall í Stockholm, og nevndarlim í Svenska konstnarsnevden, og Ova Kaj Pedersen, profesara emeritus.
Nýtt stórverk um føroyskar fuglar
			<description>Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókin hevur heiti ’Fuglar okkara’ og lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum.
Endamálið við stórverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið og birta áhugan fyri Fuglum í Føroyum. Bókin er eisini ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og hóskar seg væl sum tilfar til undirvísing í skúlum og á stovnum, siga høvundarnir.
Bókin hevur nógvar vakrar og forkunnugar myndir, ið Silas Olofson hevur tikið meginpartin av, og tær vísa bæði fuglarnar og teirra atburð. Fyri øll fuglasløg er tekstur um at greina fugl, um livihátt, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. 
Bókin verður á marknaðinum um leið 1. oktobur í ár, men ber longu nú til at keypa á heimsíðuni hjá Sportanum, sum gevur út. Hetta tí bókin er sera dýra at prenta.
Lurtið eftir samrøðuni við Jóruna Pólsdóttir, sum fortelur um bókina og arbeiðið at gera hana.
HB-húsið var sum eitt annað heim
			<description>- Tað er við sorgblídni, at eg sá teir seta grabban í, tí húsið hevur verið karmur um eitt gylt tíðarskeið hjá felagnum, sigur Heri Nolsøe.
- Hatta er eitt hús, sum eg eri uppvaksin í. Eg byrjaði at spæla fótbólt har, fyrst í 70-árunum, og eg var øgilíga nógv haruppi. Hatta var eitt av mínum heimum, sigur Gunnar Mohr.
Teir báðir umboða hvør sítt ættarlið, sum hevði síni bestu ár í HB-húsinum, ið seinni gjørdist Bridgehúsið. Sjøtul var settur á HB-húsið í 1969, og HB helt til har fram til 1992. Hesi árini vann HB 9 meistaraheiti og 15 steypakappingar, ella Ísafjarðarsúlur, sum tað æt tá.
Húsið var eisini karmur um felagslívið, har var tætt millum felagslimirnar, og tað angaði av hestasalvu.
Hoyr Hera Nolsøe, ið var toppskorari øll 70-árini, og Gunnar Mohr, ið var áleypari í 80- og 90-árunum, umframt formaður í fleiri umførum. Teir greiða frá, hvussu tað var í Gundadali, tá ið B36, HB og Fram enn høvdu síni felagshús við Niðaravøll.
        hb_i_knusi.jpg
Nón 15. juni 2022
			<description>Í hesum døgum verður gamla HB-húsið í Gundadali tikið niður. Húsið var karmurin um Havnar Bóltfelag í 70- og 80-árunum fram til 1992. Vit hitta tveir gamlar HB'arar, Gunnar Mohr og Hera Nolsøe, sum minnast aftur á góðar dagar í Gundadali.
Hvønn leiklut spæla hugtøkini listarlig góðska og armslongdarprinsippið í stuðulsgrunnum til list og innan listaøkið, sum heild. Hesir spurningar vóru á dagskránni á norðurlendskum listakervisfundi í Norðurlandahúsinum mánadagin og týsdagin. Vit taka táttin og spurningarnar upp í Nón.
Hoyr alla sendingina her
Nón 13. juni 2022
			<description>Símun Jóanesarson Hansen hevur fingið herðaklappið frá Kristiligum Lurtarafelag fyri sendingina Tempo fyri at gera eina sømiliga og siðiliga sending. Vit hitta Símun til eitt prát um andaligan tónleik - og tað sømiliga og siðiliga.
Nýtt stórverk um fuglar í Føroyum er liðugt og kann keypast á netinum longu nú, hóast tað ikki er tøkt fyrr enn í heyst. Vit tosa við annan rithøvundin, Jóruna Pólsdóttir, ið skrivar bókina saman Silas Olufson.
Hoyr alla sendingina her.
Nón 10. juni 2022
			<description>Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri og rithøvundur, er ein teimum trimum, sum hevur fingið listafólkaløn frá Mentanargrunninum í trý ár. Vit sláa upp á tráðín hjá Katrini í Danmark fyri at frætta, hvat hon fer at gera komandi árini.
Í heyst eru tað 90 ár síðani Jens Pauli Heinesen varð borin í heim. Í tí sambandi skipar dótturin Elin Brimheim Heinesen fyri fleiri tiltøkum. Elin vitjar í Nón.
Og so tekur Høgni Djurhuus saman um vikuna ið fer í Høgnatátti.
Hoyrið sendingina her
Mótmæli uttan eitt orð um pengar
Katrin fær føroyska løn í Danmark
			<description>- Tað er sikkurt onkur, sum fær ilt eitt vist stað av tí, men eg føli, at tey fáa pengarnar aftur...
Katrin Ottarsdóttir, sum býr í Danmarki, fær listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins næstu trý árini. Hon hevur eisini fingið listafólkaløn undanfarnu trý árini, og tað er hon ovurfegin um.
- Tað hevur alt at siga, eg havi slett ikki orð fyri, hvussu gott tað er, sigur hon.
Katrin hevur fleiri verkætlanir í gongd, millum annað tvær bøkur og so eina sonevnda grafiska skaldsøgu.
- Tað, sum eg savni meg um beint nú, tað er ein skaldsøga, sum er framhald av fyrru skaldsøguni, Gentan í verðini. Hendan sama gentan er nú vorðin eini 16-17 ár, gongur í studentaskúla, og teir persónarnir, sum vóru við í fyrru bókini eru eisini við, men teir eru meira í útjaðaranum av bókini, sigur Katrin Ottarsdóttir.
Hoyr alla samrøðuna við Katrin Ottarsdóttir her.
Tað byrjaði við einari barnagoymslu í 1892
			<description>Tann 1. juni vóru júst 40 ár síðani at Føroya Pedagogfelag varð stovnað. Í tí sambandi hevur felagið tikið stig til eina rúgvusmikla bók, sum fortelur søguna um pedagogar í Føroyum. Størsti parturin av bókini snýr seg um seinastu 40 árini, men leitað verður eisini heilt aftur til byrjanina í 1892.
Tað er Uni Arge, journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað bókina.
Hoyrið her samrøðu við Una
Gunn hevur fest røtur í Føroyum
			<description>- Eg havi lært, at hetta húsið hevur so nógv at siga fyri so nógv, og tað ger bara, at tú verður uppaftur glaðari og stolt av at arbeiða her.
Gunn Hernes hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum seinastu fýra árini, og nú er hon sett í fýra ár afturat. Tá kann hon eftir reglunum fyri norðurlendska samstarvið ikki arbeiða í Norðurlandahúsinum meira, men kortini hevur hon fest røtur og hevur gjørt Føroyar til sín heimstavn. Gunn hevur fingið føroyskan mann, og tey hava keypt hús í Havn.
- Hvat hendir tá, veit eg ikki, men hetta er mítt heim, og eg kenni meg sum føroying, sigur hon.
Hoyr alla samrøðuna við Gunn, har vit millum annað tosa um virksemið í Føroya virknasta mentanarhúsi, um ætlanir frameftir og føroyskt mentanarlív.
Seks av seks stjørnum til Lykkenborg
			<description>Hóast søgan er døpur, kann tað tykjast sum, at tað nærum hevur verið eydnan at uppliva leikin Lykkenborg, sum leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" setir upp í Listastovuni í Miðvági í løtuni.
Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs vóru í hvussu so er tiknar av bóli og ovfarnar av leikinum, sum tær báðar góvu seks av seks stjørnum, tá tær ummæltu Lykkenborg í Nón.
- Søgan, handritið, leikaraavritini, tónleikurin, ljósið og pallurin - ja, alt spælir sera væl saman í leikinum. Tað sæst og merkist, at nógv orka og nærlagni er lagt í at skapa leikin, og at eitt stórt kanningararbeiði liggur aftanfyri. Leikbólkurin hevur arbeitt sera væl saman, og megnað at barbera søguna og vitanina um Pól Jóhannus Poulsen niður til nakað sera vakurt og einfalt, søgdu Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs millum annað um leikin.
Um leikin
Lykkenborg er fiktivur leikur, sum er bygdur á lívið hjá miðvinginum Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken. Lykken var føddur í 1925 og vaks upp undir trongum korum í Miðvági, sum 13. barn hjá foreldrunum.
Pól Jóhannus var ikki heilt sum hini, og eins og nógvir aðrir føroyingar, ið ikki fingu røttu hjálpina í Føroyum, var hann sum tannáringur sendir niður á Rødbygaard, ein av mongu stovnunum hjá donsku andveikraverndini.
Lykken var á Rødbygaard í fleiri ár, men slapp heim aftur aftaná Seinna Heimsbardaga, tá systir hansara kom eftir honum. Heimafturkomin fór hann undir at skapa sín egna heim á trøðni hjá pápa sínum í haganum yvir Miðvági. Úr endurnýttum timbri, takplátum og øðrum byggitilfari bygdi hann gjøgnum 20-30 ár bygningin Lykkenborg - eina villiniborg við heili 108 rúmum, har hann kundi vera í friði. Pól Jóhannus Poulsen hvarv ein fagran dag í februar 1971, og varð funnin deyður fleiri mánaðir seinni í haganum. Nakað aftaná brann Lykkenborg í grund av óvísum áðum.
Búi Dam hevur skrivað leikritið, leikstjórnað, og er eisini leikari. Høvuðsleiklutin spælir Kristina Sørensen, tónleikin hevur Dánjal á Neystabø gjørt, pallmyndina hevur Sámal Blak evnað til, búnar stendur Anna Kristin Bæk fyri, koreografiina hevur Búi Roach gjørt, ljósið hevur Súni Joensen sniðgivið og framleiðari er Urd Johannesen. Beinir Bergsson er ljósteknikari.
Nón 8. juni
			<description>Leikurin Lykkenborg gongur fyri fullum húsum í Listastovuni í Miðvági. Hvussu gert tú ein leik um eina villiniborg og um tað serstaka menniskja, sum bygdi hana. Í dag ummæla vit leikin í Nón, og til tað hava vit fingið Súsonnu Tórgarð og Katrin Joensen Næs.
Íslendski rithøvundurin, Einar Már Gudmundsson, vitjar í Føroyum um dagarnar. Einar var í Føroyum sum ungur, og tað hevur sett dám á hansara lívsleið. Nýggjasta yrkingasavn hansara "Til rætta viðkomandi" er júst umsett til føroyskt, og vit tosa við Einar Már Guðmundsson seinni í sendingini.
Hoyr alla sendingina her.
Nón 3. juni 2022
			<description>1. juni vóru 40 ár síðani at Føroya Pedagogfelag varð stovnað. Í tí sambandi hevur felagið tikið stig til eina rúgvusmikla bók, sum fortelur søguna um pedagogar í Føroyum. Uni Arge hevur skrivað, og hann vitjar í Nón.
Gunn Hernes, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum seinastu fýra árini, er sett í eitt fýra ára skeið afturat í virknasta mentanarhúsinum í Føroyum. Vit hitta Gunn Hernes.
Og so tekur Høgni Djurhuus saman um vikuna ið fer í Høgnatáttinum.
Hoyrið sendingina her
Stalin annar ella Stalin seinni
Nón 1. juni 2022
			<description>"Savnandi savnsdagur" verður nú fríggjadagin. Hvat gera søvnini, hví hava søvnini týdning, og hvørjar avbjóðingar síggja tey. Vit tosa við Mass Hoydal, leiðara fyri Savnsgull.
Ber til at gera list, ið er á tremur við stavivillum, og hevur tú rætt til at gera vart við teg á skrift, hóast tú ikki dugir at stava. Vit tosa við donsku listakvinnuna Gudrun Hasle, sum hevur fernisering í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Framsýning varpar ljós á orðblindi og skrivifrælsi
			<description>Er tað rætt at gera list, ið er á tremur við stavivillum? Og hevur tú rætt til at gera vart við teg á skrift, hóast tú ikki dugir at stava?
Tað eru spurningar, ið stinga seg upp, tá tú vitjar framsýningina hjá donsku listakvinnuni Gudrun Hasle, sum hevur ferinsering í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. 
Gudrun Hasle er viðurkend listakvinna og orðblind, og hon hevur gjørt orðblindi til ein part av síni list. Í listini nýtir hon ofta brodering og tekst, og stavar og broderar orðini, soleiðis sum hon sjálv heldur, at tey stavast
- Við at vísa mítt egna sárbæri og sýna fram mítt persónliga stríð við skriftsmálinum, skapi eg eitt rúm, har tað er loyvt hjá menniskjum at gera mistøk og vera ófullkomin. Eg vil við list míni varpa ljós á, at tað at vera menniskja - eisini tungu síðurnar, og varpa ljós á rættin til at gera vart við seg, hóast ein ikki dugir at stava, sigur Gudrun Hasle.
Framsýningin "Jeg leder efter ordne" verður at síggja 3. juni - 14. august. Øll eru vælkomin til fernisering.
Um Gudrun Hasle
Gudrun Hasle (f. 1979) er útbúgvin á Det Kongelige Danske Kunstakademi og Det Fynske Kunstakademi, har hon tók endaligt prógv í 2008. Hon arbeiðir bæði við video, foto, performance, tekning og ikki minst brodering. Gudrun Hasle hevur sýnt fram á nógvum bólkaframsýningum og hevur m.a. havt stakframsýningar í Politikens Forhal, Keypmannahavn (2019), Nuuk Kunstmuseum (2019), Gallari Tom Christoffersen, Keypmannahavn (2019), Horsens Kunstmuseum (2016), Kunstmuseum Brandts, Odense (2015), Museet for Samtidskunst, Roskilde (2012) og Tranen, Gentofte (2011). Gudrun Hasle er við í søvnunum hjá Horsens Kunstmuseum, Statens Museum for Kunst og Det Nationale Fotomuseum
Marita Dalsgaard skal leiða Sydhavn Teater
			<description>- Hetta er eitt tað mest spennandi sjónleikarahúsið í Danmark í løtuni.
Marita Dalsgaard skal frá fyrsta oktober verða fyrisitingarstjóri á einum av teimum mest framtakshugaðu sjónleikarhúsunum í Danmark. Hon gleðir seg nógv til uppgávuna, tí hetta leikhúsið er spennandi og ger stóran mun í nærumhvørvinum í Sydhavnini.
- Eg vil lýsa tað soleiðis, at tað hevur eitt ekspressivt, poetiskt og ópolerað úttrykk. Tað er innovativt, og so arbeiðir tað í relatión til áskoðaran. Og so er tað eitt av teimum førandi í Evropa, tá tað kemur til kykmyndapallar.
Marita Dalsgaard hevur útbúgving sum sjónleikari frá Odense Teater, og hon hevur eisini diplomútbúgving sum listaligur leiðari. Hon hevur staðið nógv á palli, men seinnu árini hevur hon serliga leikstjórnað og fyriskipað.
Hoyr alla samrøðuna við Maritu her.
Nýggj bók um søguna hjá Sinnisbata og føroysku sálarsjúkusøguna
			<description>Í 1982 var felagið Sinnisbati sett á stovn, og hevur síðani arbeitt fyri rættindunum hjá fólki við sálarsjúku í Føroyum.
Nú á 40-ára føðingardegnum kom bók út um virksemið hjá felagnum og um føroysku sálarsjúkusøguna. Hugt verður millum annað aftur í søguna hjá teimum umleið 300 føroyingunum, sum frá 1890 til 1969 noyddust av landinum til viðgerðar, tí umstøður vóru ikki til tað í Føroyum. Tey komu til eitt fremmant land, innløgd millum fremmand fólk, har málið eisini var fremmant, og fleiri teirra komu ongantíð heim aftur. Eisini eru samrøður í bókini við fyrrverandi starvsfólk um umstøðurnar tá og um tíðina, tá ið føroyskir sjúklingar komu heim úr Danmark og vórðu innlagdir á Statshospitalið í staðin.
- Lítið er skrivað um sálarsjúkur í Føroyum og tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið, sum eisini má raðfestast hægri politiskt, heldur Grækaris Djurhuus Magnusen, sum hevur skrivað bókina.
Tað hevur ligið frammarlaga hjá felagnum Sinnisbata at avstigmatisera og avtabuisera tað at hava sálarsjúku, og amboðini hava verið mong, millum annað fyrilestrar, altjóða sálarheilsudagurin
og upplýsingar og viðmerkingar í miðlunum.
Grækaris Djurhuus Magnussen vónar, at bókin fer at stuðla undir hesum virkseminum hjá Sinnisbata, so umstøðurnar hjá fólki í Føroyum, ið dragast við sálarligar avbjóðingar, verða enn betri.
Nón 30. mai 2022
			<description>Tørvur er framvegis á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið, sum eisini má raðfestast hægri politiskt.
Tað heldur Grækaris Djurhuus Magnusen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga" Sinnisbati 40 ár.
1. oktober fær Sydhavn Teater í Keypmannahavn nýggjan fyrisitingarligan leiðara. Marita S. Dalsgaard, sjónleikari, leikstjóri og núverandi forkvinna í Listafólkasambandinum, LISA, tekur tá við fyrisitingarstjóri.
Ria ætlar at gera leikhús í Miðvági
			<description>- Hetta er í grundini fyrstu ferð, síðan eg var 18, at eg havi fasta mánaðarløn í langa tíð.
Ria Tórgarð hevur fingið listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins í trý ár, og hennara ætlanir eru nógvar og rúgvusmiklar.
Í yvirskriftum fer hon at skriva nýtt tilfar til pall. Hon fer at arbeiða við at flyta tilfar frá palli til film. Hon fer at arbeiða við at menna ungar leikarar. Og so hevur hon ætlanir um at skapa karmar um eitt palllistarligt umhvørvi uttan fyri Havnina.
Hetta síðsta er ein gamal dreymur, sum hon nú fer at gera ítøkiligan.
- Maðurin mín Búi og eg keyptu eini gomul hús í Miðvági. Tað eru faktiskt húsini hjá ommu og abba mínum. Eitt stórt fjós í tveimum hæddum hoyrir til húsini, og beinanvegin eg kom inn í hetta fjósið, sá eg, at hetta kann blíva til eitt perfekt lítið spælistað. Eitt eksklusivt spælistað eitt sindur burtur frá høvuðsstaðnum.
Hoyr alla samrøðuna við Riu Tórgarð her.
Nón 27. mai 2022
			<description>Ria Tórgarð, Katrin Ottarsdóttir og Anker Mortensen hava fingið listaløn í trý ár. Ria Tórgarð vitjar í Nón til eitt prát um sínar ætlanir næstu árini.
Nýggj stór myndaskrýdd bók - sonevnd Coffee-table-bók - um matstovuna KOKS er komin út. Vit fáa vitjan av høvuðskokkinum á KOKS, Poul Andriasi Ziska.
Og so tekur Høgni Djurhuus saman um vikuna í Høgnatátti.
Grøna orkan skuldi verið brún
Nón 25. mai 2022
			<description>Kórið Tarira fyllir 20 ár, og í kvøld verður hetta hátíðarhildið við konsert í Auluni í Finsen - júst sama stað, sum kórið hevði sína fyrstu konsert. Vit hitta kórleiðaran Sunleif Rasmussen og nevndarforkvinnu og sangarinnu Píl Reinert.
Næstu dagarnar verða samkirkjudagar í Føroyum. Dagarnir varpa ljós á kristindómin í landinum, siga fyrireikaranir. Vit tosa við Jógvan Fríðrikson, bisp, og Marjuna í Kálvalíð, um tiltakið, støðuna hjá kirkjuni og kristindóm í Føroyum.
Hoyr alla sendingina her.
Tá Føroyar loysa
			<description>Vanliga tosa vit um politikk, tá vit tosa um loysing. Men hvørjar kenslur liggja í spurninginum um loysing og spurninginum um Ríkisfelagsskapin? Tað er serliga hetta, sum fólkini aftan fyri nýggja norðurlendska leikin "Løsrivelsen" vilja kanna.
- Kjakið um loysing er ofta hart, men nógv verður ikki tosað um, hvørjar kenslur liggja aftan fyri politisku útsagnirnar, og tað vilja vit kanna í hesum leikinum, siga Daniel Wedel, leikstjóri og Mariann Hansen, leikari.
Leikurin er eitt norðurlendskt samstarv millum sjónleikahúsið Paradox, Katuag í Nuuk, Norðurlandahúsið, Odense Teater og Kolding Egnsteater.
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur frumframførslu 4. juni í Nuuk, og verður leiktur í Norðurlandahúsinum 16.-18. juni.
Nón 23. mai 2022
			<description>Hvørjar kenslur birtast, tá ið ríkisfelagsskapurin fer sundur, og Føroyar og Grønland taka loysing frá Danmark. Tað kannar nýggjur norðurlendskur leikur. Vit tosa við leikstjóran og føroyska leikaran í Løsrivelsen.
Nýtt listablað - Túsundáraritið - kemur út í morgin. Blaðið skal síggjast sum bæði blað og listaverk í sær sjálvum; alt er gjørt við hond, klipt og klistrað. Sigmund Zachariassen og Gwenaël Carré geva út, og teir eru komnir í Nón.
Hoyr alla sendingina her.
Nón 20. mai 2022
			<description>Føroya Tatt Fest 2022 verður hildin í Norðurlandahúsinum í ár. Merkir hetta, at tatoveringar eru list? Vit vitja í Norðurlandahúsinum, har vit hitta Majbritt Petersen, tatovør.
Í dag byrjar Musikkskúlafestivalurin. Vit fara á gátt í Musikkskúlanum at fregnast.
Og so tekur Høgni Djurhuus saman um vikuna í Høgnatáttinum.
Hoyrið sendingina her
Sjálvandi lata vit Ukraina vinna
Jákup Reinert Hansen viðger góðan kristindóm
			<description>- Kristindómur kann saktans fara av sporinum, men kristindómur er góður fyri menniskjað í sjálvum sær.
Millum annað hetta sigur Jákup Reinert Hansen í hesi samrøðuni, har vit umrøðu nýggju bók hansara Góður gamal kristindómur. Talan er um eitt úrval av fyrilestrum, ið koma undir evnið kirkjusøga.
Jákup Reinert Hansen er lektari í kirkjusøgu á Setrinum, har hann eisini granskar í kirkjusøgu. Í 32 ár var hann sóknarprestur á Sandi, og umframt at umrøða bókina, skifta vit eisini orð um tað at vera prestur.
Hoyr alla samrøðuna við Jákup Reinert Hansen her.
Unn leitar aftureftir og peikar frameftir
			<description>"Við útgávuni 1902 hevur komponisturin Unn Paturson megnað at endurtulka siðbundnan føroyskan tónleik á ein hátt, sum er spennandi og hugtakandi fyri ein modernaðan lurtara."
Millum annað soleiðis ljóðar grundgevingin fyri at tilnevna Unn Paturson til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Unn er tilnevnd fyri útgávuna 1902, ið kallast soleiðis, tí flestu sangirnir eru útsetingar av løgum, sum eru funnin á upptøkum frá 1902 av sangarum ymsastaðni úr Føroyum. Hon hevur útsett til Kata og harumframt eru meira modernað ljóðføri løgd afturat, so at gomlu løgini eisini peika frameftir.
Unn hevur eisini sungið og skrivað popp, jazz og kór, men so fall hon fyri skjaldrunum, kvæðunum og vísunum, sum hon fann á gomlu upptøkunum.
- Hetta er sum at kava niður í okkurt ókent. Eg havi sungið popp, jazz og kór, og eg havi búð nógv í Føroyum, sum er tónleikaland burturav. Eg havi skrivað løg, men so helt eg tað vera áhugavert at koma eitt sindur burturfrá hesum at skriva eitt lag og ein tekst, sum snýr seg um teg sjálva. Eg hevði hug at koma í eitt annað univers, sigur Unn Paturson millum annað.
Unn Paturson er bókavørður í sínum dagliga yrki, og tað kann vera ein orsøk til, at henni dámar at finna okkurt gamalt, draga tað fram og brúka tað av nýggjum.
Og so er tað sjálvandi heilt serligt, at nú eru bæði hon, systirin og pápin tilnevnd virðisløn hjá Norðurlandaráðnum.
Hoyr alla samrøðuna við Unn Paturson her.
Nón 18. mai 2022
			<description>Jákup Reinert Hansen hevur útgivið eitt spennandi savn av fyrilestrum undir heitinum: Góður gamal kristindómur. Vit hitta Jákup Reinert Hansen, fyrrverandi sóknarprest á Sandi, sum nú er lektari í kirkusøgu.
Eitt nýtt ferðavinnutilboð um Klaksvíksstríðið fer skjótt at virka. Sonevnda ljóðslóðin samantvinnar ljóð og frágreiðingar og slóðir runt um í Klaksvík. Vit tosa við søguáhugaðu stigtakararnar.
Hoyr alla sendingina her.
Ljóðslóð um læknastríðið
			<description>Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá hava ment nýggja sonevnda ljóðslóð, ið varpar ljós á læknastríðið.  Ljóðslóðin er eitt ferðavinnutilboð, ið samantvinnar frásagnir og slóðir, ið til ber at ganga ella koyra runt um í Klaksvík. 
Ljóðslóðin er ment við stuðli frá Norðoya Kunningarstovu, Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands, og er serliga ætlað ferðafólki, men eisini føroyingum. Í fyrstu syftu verður ljóðslóðin royndarkoyrt ókeypis á føroyskum.
- Vit halda, sum heild, at tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík, tí fóru vit undir ljóðslóðina. Læknastríðið er ein óvanlig, spennandi og áhugaverd søga, sum nemur við fleiri stór, almen samfelagslig evnir. Tí er søgan áhugaverd bæði fyri føroyingar og útlendingar at hoyra, halda stigtakararnar. Hetta er eisini ein roynd at líta aftur á okkara egnu søgu fyri at skilja samtíðina í dag, siga tey.
Frásagnirnar eru bygdar á eina rúgvu av keldum um læknastríðið. Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá eru varug við, at læknastríðið er eitt viðkvæmt evni. Tað hava tey tikið hædd fyri við millum annað at granska evnið væl, og lagt dent á at frásagnirnar eru fjølbroyttar, reflekterandi og umboða ymisk sjónarhorn.
Lurtið eftir samrøðuni við Jóhannu Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá sum greiða frá nýggju ljóðslóðini.
Nón 16. mai 2022
			<description>Hvussu kann gransking gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu kann vinnulívið gagna granskingini.
Tað er evnið á ráðstevnu við heitinum "Vitan, vinna og visjón", sum verður í Kongshøll fríggjadagin. Tað eru Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya, ið skipa fyri.
Nón prátar við Sóley H. Hammer, umsitara í Hugskotinum, og Tórheðin Jónsveinsson Jensen, marknaðarleiðara í Varðin-samtakinum um hetta. Tórheðin hevur eisini skriva ph.d. um, hvussu vitan og gransking verður nýtt í alivinnuni og fiskivinnuni, og hvussu menningartilgongdir henda í hesum vinnum. Tey sita eisini bæði í nýstovnaða "Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan"
Laksalúsin framvegis ein stórur trupulleiki
			<description>Alivinnan hevur í nógv ár støðugt arbeitt við at basa laksalúsini. Og hóast talið at laksalús í aliringunum er lækkað, so er trupulleikin framvegis stórur, siga Esbern Paturson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord og Marner Nolsø, djóralækni hjá Bakkafrosti.
Teir luttaka í stórari altjóða ráðstevna um laksalús í alibrúkum, sum er í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.
Talan er um eina ráðstevu, sum ferðast millum størstu alitjóðir í heiminum og hevur hon áður verið í Kili, Írlandi, USA, Norra, Kanada, Skotlandi, Hollandi og Fraklandi.
Nú er hon í Føroyum fyri fyrstu ferð, og á skránni eru 70 fyrilestrar, har nakrir av heimsins fremstu granskarum og vísindafólkum innan laksalús, greiða frá síni gransking.
Alifeløgini í Føroyum brúka nógva fíggjarliga orku at royna og menna hættir at basa laksalúsini, eins og alifeløg í øllum heiminum, vísur Anne Sandvik, granskari í Havforskningsinstituttet í Norra á. Hon granskar í, hvussu veðurlagsbroytingar kunnu ávirka laksalúsina og arbeiðið at basa henni. Og útlitini eru ikki góð, tí verður havið heitari kann væntast, at laksalúsin nørist betri. Hon granskar tí millum annað í, hvussu til ber at forða fyri, at laksalúsin spjaðir seg.
Tað er Fiskaaling, ið skipar fyri ráðstevnuni, og vitanin frá ráðstevnuni kunnu granskararnir á Fiskaaling brúka, eins og teir sjálvir eisini hava fyrilestrar á ráðstevnuni.
Lurtið eftir samrøðuni við Anne Sandvik, granskara, Jóhannu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling, Esbern Paturson, lívfrøðiligur mennari hjá Hiddenfjord og Marner Nolsø, djóralækna hjá Bakkafrosti.
Nón 11. mai 2022
			<description>Stór altjóða ráðstevna um laksalús er í Føroyum í løtuni. 
Vit tosa við fyriskipara, granskara og umboð fyri alivinnuna um, hvussu stórur er trupulleikin við laksalús er í dag, og hvørjir eru nýggjastu hættirnir at basa lítlu laksalúsuni?
Unn Paturson er tilnevnd til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri útgávuna 1902, sum leitar aftureftir, men peikar frameftir. Vit tosa við Unn Paturson um hennara tónleik.
Nón 9. mai 2022
			<description>Fríggjadagin var nýggjur arkitekturpolitikkur lagdur fram, har dentur eisini var lagdur á býarskipan og bústaðarbygging. Tað eru kommunurnar sum skulu skipa bý og stykkja út til ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Vit fáa tveir politikarar í størtsu kommununi í landinum, at kjakast um býarplanlegging og íbúðarbygging.
Musikkstevnan, sum hevur verið hildin síðan 1966, verður komandi vikuskiftið og er tann størsta higartil. Vit hitta Oddur Magnusson Hentze, fyriskipara, til eitt prát um horn, harmoni, ymiskleika og fjølbroytni.
Hoyr alla sendingina her.
Messi fyri orgul vitjaði í Føroyum
			<description>Seinnapartin mikudagin í hesi vikuni vitjaði Nón í Hoyvíkar kirkju, har Olivier Latry vandi til konsert, og vit fingu eitt prát við hann um lív hansara sum orgulleikara og um støðuna við Notre Dame dómkirkjuni, ið sum kunnugt brendi 15. apríl 2019. Olivier Latry er umframt at vera ein av heimsins bestu orgulleikarum – serliga tá tað snýr seg um at improvisera – ein av trimum høvuðsorganistum í Notre Dame dómkirkjuni í París.
Áðrenn vit fingu orðið á Olivier Latry, hitti vit Gudmund Mortensen, organist í Dómkirkjuni, sum hevur tikið stig til at fáa franska orgulsnillingin til Føroya.
Hoyrið her samrøðuna við Olivier Latry, sum bert steðgaði í Føroyum í tvey samdøgur, tí hann skuldi víðari út í heim fyri at spæla orgul á teimum stóru pallunum.
Mynd: Hoyvíkar kirkja (FB)
GG: Upptøkuna av "Harra Guð, títt dýra navn og æra", sum endar innslagið, hevur Hilmar Jan Hansen gjørt mikukvøldið í Hoyvíkar kirkju. Øll improvisasjónum, sum er 15 minuttur, kann síggjast og hoyrast HER.
Nón 6. mai 2022
			<description>Lykkenborg, sum er heiti á nýskrivaðum leiki, sum leikbólkurin Det Færøshe Compagnie hevur arbeitt við í nøkur ár. Leikurin er søgan um ein føroyskan orginal, Pól Jóhannes Poulsen, eyknevndur Lykken. Vit hitta leikstjóran og pallsniðgevan til eitt prát um leikin og orginalin.
Mikukvøldið var orgul-konsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry. Latry spælir stórar konsertir kring allan heimin, umframt at hann er ein av høvuðsorgulleikarum í Notre Dame dómkirkjuni í París. Vit hava tosað við Olivier.
Sosialistur rósar kapitalismuni
Nón 4. mai 2022
			<description>Landsverk hevur gjørt ein nýggjan arkitekturpolitikk, og fríggjadagin verður stór ráðstevna um bústaðarbygging í framtíðini. Hvat er arkitekturpolitikkur, og hvussu byggja vit bústaðir og skipa bústaðarøki í framtíðini. Tríggir arkitektar tosa um "karmar um lív".
Kvinnukórið Silvitni vann fyrstu virðisløn, tá kórfestivalur var um vikuskifti. Kórið er fjølbroytt bæði í mun til tónleikin og so eru eisini fleiri tjóðskapir umboðaðir í kórinum. Vit tosa við kórleiðaran, Cintiu Gonzales, sum er úr Kili, men hevur búð í Føroyum síðani 2016.
Hoyr alla sendingina her.
Nón 2. mai 2022
			<description>"Sólgrátur" eitur nýggj føroysk ungdómsskaldsøga, sum kemur út hesa vikuna. Tað er Ingun Christensen, sum hevur skrivað bókina, sum millum annað snýr seg um happing at verða ættleidd.
Um vikuskiftið vann Marius DC tónleikakappingina Sement 2022. Vit hava verið á gátt heima hjá Mariusi og práta millum annað um at rappa á føroyskum.