Pressan

Pressan: Andsøgn millum talufrælsi og trúarfrælsi
04-10-2019
Birgir Kruse finst at, tá tað verður krógvað, um tætt tilknýti er millum vert og onkrar gestir.

Heini í Skorini útgreinar, hvussu rákið er, at talufrælsið í heiminum verður skert við rættinum til trúarfrælsi, sum grundgeving.

Kári Sólstein, leiðari av mentanardeildini, er eisini í útvarpsstovuni.

Gestir:

Birgir Kruse, Kári Sólstein og Heini í Skorini

Viðtøknipultin: Dánjal Tavsen

Lagt til rættis: Øssur Winthereig

Pressan

Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.

Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.

Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.

Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.

Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.