Radarin

Radarin:Trygt at gjalda pensjónir úr Samhaldsfasta
09-12-2015
Loysnin við Samhaldsfasta er betur fyri pensjónistar enn grundupphæddin, metir Sigurð Poulsen, stjóri á Hagstovuni, sum hevur umsitið Samhaldsfasta

Vegna forskattingina av pensjónum er tað betra loysnin at gjalda pensjónir úr Samhaldsfasta, heldur fyrrverandi Landsbankastjórin, Sigurd Poulsen.

Hans Ellefsen, skrivari í Búskaparráðnum metir ikki, at beinleiðis fyrimunir eru við at eftirlønin verður goldin úr Samhaldsfasta, men tað er heldur ikki minni trygt enn gundupphæddin, sigur hann. 

Hinvegin metir Hans Ellefsen, at privata uppsparingin er for lítil í Føroyum, og hann harmast um, at samgongan vil lækka inngjaldingina til privatu uppsparingina.

Tað verður dýrari at reka almenna geiran - ikki bara tí vit verða fleiri eldri, men tí tað er ein náttúrligur partur av búskaparvøkstrinum. Tískil er neyðugt við fleiri átøkum, sum kunnu betra um búskaparliga haldføri, og nýggjasta inntrivið í fólkapensjónina hjá samgonguni hjálpir ikki uppá hetta, heldur Hans Ellefsen.

Sum heild óttast teir báðir, at vandi er fyri, at nógvu broytingarnar í eftirlønarskipanini seinastu árini skaða álitið á skipanina. 

Hoyr allan Radaran og kjakið millum Aksel V Johannesen, løgmann og formann í Javnaðarflokkinum og Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, her.

----------------------------------------

Hvør kann fáa Samhaldsfasta?

Ein spurningur, sum stingur seg upp, tá talan fellur á Samhaldsfasta er, hvør kann fáa pening úr Samhaldsfasta.

Sambært lógini skalt tú hava búð í minst trý ár í Føroyum frá at tú ert 15 til tú ert 67 ár, fyri at fáa Samhaldsfasta. Tað er 52 ár í alt, og av hesum 52 árum skal tú hava búð í 40 ár í Føroyum fyri at fáa fulla upphædd.

Tað merkir, at hevur tú eitt nú búð uttanlanda í 20 ár, so fært tú ikki 40 / 40 indapartar av samhaldsfasta, men 32 /40 indapartar.

Í novembermánað fingu nærum 8.000 fólk útgoldið samhaldsfasta. Av hesum fingu 783 brotpensjón - tað vil siga ikki fulla upphædd.

Av teimum búgva 266 í Føroyum og 517 uttanlanda.

Í Føroyum eru í løtuni:

11 persónar sum fáa minsta brotpartin, sum er 3/ 40 - 9/40. Tað svarar til millum 225 og 677 krónum um mánðain.
24  fáa millum 10/40 og 19/40. Tað svarar til 752 til 1.428 krónur um mánaðin
50 fáa millum 20/40 og 29/40. Tað svarar til eina mánaðarliga upphædd millum 1.505 og 2.182 krónur og
181 fáa millum 30/40 og 39/40. Tað er millum 2.257 og 2.934 krónur um mánaðin.

--------------------------------------------
Hvat er eftir?

Vit hava biðið TAKS gera nakrar úrokningar av, hvat pensjonistar hava eftir, eftir nýggju skipanini, alt eftir, um tey eru støk ella gift, og um tey hava búð í Føroyum alt teirra vaksna lív, ella tey hava búð 10 og 20 ár uttanlands.

Sambært hesum gevur nýggja skipanin einum støkum pensjonisti 9.896 krónur eftir um mánaðin eftir skatt móti 9.733 eftir núverandi skipan. Fyri gift er hendan upphæddin: 8.560 mótvegis 8.434 krónur eftir núverandi skipan.
 
Eftir Kringvarpsgjald og Heilsutrygd gevur tað 4.804 krónur meira um árið fyri stakar pensjonistar og 
2.552 krónir meira um árið fyri giftar pensjonistar.

Sama er galdandi fyri ein persón, sum hevur búð í 10 ár í Danmark, men um tú hevur búð í 20 ár í Danmark hendir ein broyting.

Viðkomandi fær 782,- krónur minni í Samhaldsfasta um mánaðin enn tann, ið fær fullan Samhaldsfasta. Í netto merkir tað 6.038 krónur minni um árið, enn ein, sum fær fullan Samhaldsfasta.

Ein stakur pensjonistur, sum hevur búð 20 ár uttanlanda hevur eftir nýggju skipanini 9.388 krónur um mánaðin eftir skatt og 9.371 krónir við núverandi skipan eftir skatt. Tað vil siga, at inntøkan eftir skatt er eitt vet hægri.

Broytingin í kringvarpsgjaldinum merkir, at samanlagt hevur ein pensjonistur, sum hevur búð 20 ár uttanlanda 3.071 krónir meira eftir um árið enn eftir núverandi skipan. 

Somuleiðis er lítil og eingin munnur á inntøkuni hjá einum giftum pensjonisti sum hevur búð í 20 ár í uttanlanda eftir nýggju skipanini og einum giftum pensjonisti eftir núverandi skipan, men viðkomandi missir 6,073 krónur um árið í mun til tann, sum hevur búð í Føroyum altíð. Og taka við Kringvarpsgjald og heilsutrugdargjaldið við, ja so hevur viðkomandi næstan 3000 krónur meira eftir um áðrið, enn ein giftur pensjonistur hevur við verandi skipa.

Hetta er serliga galdandi fyri tey, sum hava búð í Danmark árini í útlegd. Eitt nú fær man fólkapensjóninina við, um man hevur búð og arbeitt í Noreg og øðrum londum, og so síggja tølini eittsindur ørðvísi út. 
 

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019