Radarin

Ófólkslig fólkaatkvøða
03-05-2017
Minni enn eitt ár er, til føroyingar skulu atkvøða um nýggja stjórnarskipan, men hvar er áhugin og fingramerkini hjá fólkinum?

Um minni enn eitt ár - á flaggdegnum komandi - skulu føroyingar á fólkaatkvøðu um stjórnarskipanina. Summi í politisku skipanini kalla stjórnarskipanina grundlóg, og av hesum sama hoyra vit mangan, at bæði heitini verða brúkt, hvørt um annað, tí óvist er, hvat barnið eitur. Og ja, einki er alment við arbeiðinum við fólksins grundlóg ella stjórnarskipan.
Men at talan er um eina sera týðandi lóg fyri alt fólkið í Føroyum, er slett eingin ivi um, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum situr við málinum, orðar seg um hana.
Enn er politisk semja ikki um uppskotið, fólkið í Føroyum er ikki hoyrt, og í seinasta lagi 25. oktober skal løgtingið hava samtykt uppskotið, skal tað til fólkaatkvøðu 25. apríl.
Hvussu skal tað spæla av?


Luttakarar:
Hans Andrias Sølvará, lektari
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Tøkningur Leivur Thomsen
Lagt tilrættis Brynhild Thomsen

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019