- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin
Akademiska umhvørvi og fiskivinnan skal í felag granska og nýskapa fiskivinnuna, og íslendingar eru bidnir um at leggja okkum lag á at fáa nýggja Fiskivinnugrunnin til verka.
Kravda samstarvið millum háfloygdar akademikarar og praktisk vinnulívsfólk hevur avbjóðingar, men tá fiskimaðurin og "frøðingurin" taka lógvatak, fáa vit nýmenning, sigur m.a. Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari í Varðanum, sum skjótt verður doktari í samspælinum millum praktiska og bókliga vitan.
Livandi dømi um ítøkiligt úrslit, tá praktisk vinnulívsfólk og meira háfloygdir akademikarar samstarva, er ein nýggj línuskipan. Jeffri Johannesen, sølustjóri á Oilwind greiðir frá samstarvinum við ágrýtnan línumann, sum er endað sum frambrot á marknaðinum í Oman, har arabiskir línumenn nú effektivisera við føroyskari tøkni.
Og so er tað staðfest í kanning, at átrúnaður spælir nógv størri leiklut fyri norðoyingar og eysturoyingar sum heild, enn fyri fólk aðrastaðni í landinum
Luttakarar:
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Sveinn Margeirsson, stjóri í Matís
Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari í Varðanum
Jeffri Johannesen, sølustjóri í Oilwind
Heini í Skorini, dokumentaristur í KvF
Tøkningur Høgni Fagraberg
Lagt tilrættis Brynhild Thomsen