- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin
Í Radaranum hesaferð verður hugt at Betri Samtakinum og hvørjar avbjóðingar samtakið hevur.
Tað hevur verið torført at finna ein stjóra at leiða samtakið, eins og tað hevur verið rumbul kring nevndirnar eisini.
Fyrrverandi nevndarlimurin Kim Hansen gevur sína meting av hvørjar avbjóðingar samtakið hevur.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, sigur frá sínum ætlanum, ið hann hevði við samtakinum. Hann ætlaði at skilja tað sundur við lóg, men tað bar ikki til. Nú vil hann heldur herða eftirlitið.
Vit hyggja eisini politisku støðuni saman við Jóannesi Eidesgaard, Georg L. Petersen og Heðin Zachariassen. Tað hevur veri rok í samgonguni seinastu dagarnar, serliga síðan Framsókn legði fram uppskot um at útseta skiftið frá fiskidøgum til kvotur, hóast landsstýrismaðurin arbeiðir við uppskoti um júst tað í løtuni.