- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin
Amerikanska miðskeiðisvalið hevur verið eitt val um Trump - men vann hann ella tapti hann? Tað umrøða Tóri Højgaard og Sjúrður Skaale í dagsins Radara.
Vanliga er ikki stórur áhugi fyri amerikanska miðskeiðisvalinum, men amerikanski veljarin er vaknaður - bæði tann, sum vil hava Trump, og tann sum ikki vil hava hann. Valluttøkan er nógv hægri- møguliga 20 prosent hægri - enn hon var seinast miðskeiðisval var.
Trump misti Umbosmannatingið, men tað er ikki óvanligt til miðskeiðisvalið - hetta er ein skipan, sum kann vera sera avmarkandi fyri amerikanska forsetan, siga teir báðir, Sjúrður Skaale og Tóri Højgaard.
EIK: Dómur er fallin í sakarmálinum millum Fíggjarligt Støðufesti og EiK Danmark. Men enn koyrir sakarmálið ímóti føroyska Eik-bankannum. Gevur frídømingin av leiðsluni í EIK Danmark nakra ábending um, hvussu úrskurðurin í málinum móti føroyska móðurbankanum verður? Og hvat kann man loyva sær í fíggjarheiminum í dag - hvussu eru reglurnar herdar?
Tað verður millum annað viðgjørt í seinnu helvt av hesum Radaranum.