- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin
Ongin gransking í Føroyum vísir langtíðaravleiðingarnar av aling á føroysku firðunum. Botnkanningar og djóralívskanningar, sum verða gjørdar í dag, eru alt ov avmarkaðar, og tí vita vit ov lítið um, hvørja avleiðing alingin hevur fyri umhvørvi og djóralív upp á longri sikt.
Tað sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard.
Hann heldur, at við verandi tøkni er neyvan gjørligt at alivinnan kann vaksa meira í Føroyum uttan at gera seg inn á umhvørvið. Einasta loysnin er at flyta alingina út á meira harðbalin øki.
Alivinnan roynir støðugt at sleppa longur út á streymasjógv fyri at minka um árinið á firðirnar, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna.
Vit skulu duga betri at brúka fyrivarnisregluna, har ivamál um dálking koma umhvørvinum til góðar, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg.
Hoyr Eilif Gaard, Atla Gregersen og Sirið Gregersen kjakast um alivinnu og umhvørvi í Radaranum.