Radarin

Valstríð og grundgevingar
12-12-2018
Tað stundar til val. Tí hyggja vit nærri at orðaskiftinum frá valstríðnum í 2015.

Hvussu er støði á politiska kjakinum, hvussu grundgeva politikarar og hvørjum skulu veljarar serliga ansa eftir í einum komandi valstríði?

Eydna Skaale, retorikari, Jógvan Hansen, heimspekingur, og Asta Hansen, politiskt samskiftisfólk, greina politiska orðaskiftið kvøldið fyri seinasta val.

Rógvi Olavson leggur til rættis.

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Menningarkvotur skapa ikki vøkstur í økjum, tá stórt arbeiðsloysi er, sigur Herit Albinus, búskaparfrøðingur
19-09-2018
Vit hava helst havt eina ov tjóðskaparliga søguskriving, men bókin: "Færøerne - en moderne nation fødes" fer í hina veitina, sigur søgufrøðingur.
12-09-2018
Kommunurnar í Suðuroy hava saman skrivað eitt álit, ið umrøður støðuna í Suðuroy og hvussu menning aftur kann koma í oynna
13-06-2018
Í Danmark mæla alt fleiri politikarar til at umskipa ríkisfelagsskapin.
07-06-2018
Reiðarafelagið tvíheldur um, at manningarnar skulu rinda ein part, tá kvotur verða keyptar á uppboði. Hesum eru manningarfeløgini ikki samd í.
30-05-2018
Arktis gerst alt meira áhugavert fyri fleiri lond, men hvat er føroyska støðan í økinum? Vit tosa eisini við serfrøðing í miðlum um public service.
25-05-2018
Kommunulæknarnir hava í fleiri ár sagt, at arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi. Nú eru teir á veg í verkfall.
14-05-2018
Hvussu loftar eitt aðalráð niðurstøðu frá Løgtingsins Umboðsmanni? Spurningurin er aktuellur í kjalarvørrinum á frágreiðing hjá kanningarstjóra
02-05-2018
Í grundini lesa tey so lítið, at tað er ein álvarsligur samfelagstrupulleiki. Ein samfelagstrupulleiki, sum vit eiga at taka í størsta álvara.
26-04-2018
Fyri fyrstu ferð í søguni skal føroya rættur taka støðu til, um ein útlendskur minnilutaeigari stýrir einum føroyskum reiðaríi.
18-04-2018
Allir næmingar, sum ganga í 9. flokki verða skrásettir eftir eini skipan hjá PISA, sum avgerð um teir eru egnaðir til at sleppa til royndina
11-04-2018
Vit kenna øll lærugreinar frá skúlanum. Men ber tað til at avskaffa ella samansjóva lærugreinar?
28-03-2018