Refleksjón kunnar teg um føroyska mentanarpallin! Refleksjón er regluliga sjónvarpssendingin um føroyska mentan og list í vetrarskránni hjá Kringvarpi Føroya.
Refleksjón gevur hyggjarunum vitan og innlit í teir ymisku tættirnar á mentanarøkinum. Talan er um evni úr øllum listagreinum. Vit frætta tíðindi og hoyra um serligar hendingar og rák á lista - og mentanarøkinum.
Sendingin er ein magasinsending við innsløgum um bókmentir, tónleik, sjónleik, miðlar, myndlist, søvn, arkitektur, snið, dans, populermentan, fólksliga mentan, skúla- og mentaskap og mentanarpolitikk.
Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí vóru mentan og list longu frá fyrsta degi týðandi tættir í public-service tilboðnum hjá sjónvarpinum. Sendirøðir sum Mál og mentan (1984-85), Gluggin (1984-90), Skái (1990-91), Basalt (1997-2001), Magn (2002) og síðani í 2003 Mentanartíðindi hava í innsløgum og samrøðum viðgjørt hendingar á mentanarpallinum.
Somuleiðis hevur sjónvarpið hjá Kringvarpinum gjørt hópin av støkum sendingum um mentan. Sendirøðirnar Bókakassin (1991-94), Innskot (1998-2000), Gesturin (2001-2003) og Mentanartíðindi (2003-2009) hava eisini mangan havt mentafólk sum gestir.
Refleksjón hevur eitt nýmótans og lætt snið, sum ger sendingarnar áhugaverdar at hyggja at.
Aðrar mentanarsendingar
Ein onnur sending í Kringvarpinum, sum tekur upp evni innan list og mentan er t.d. In mente í útvarpinum. Refleksjón og In mente samstarva um evnir og innihald.