Playlistin: Andreas Nielsen

Playlistin: Andreas Nielsen
Tjekka playlistan út, sum 21 ára gamli Andreas hevur sett saman
31.01.2016 - 22:45

Sjálvandi er einki so gott sum nakrir intimir gittartónar eitt fríggjakvøld, men um hátalararnir verða tiknir í brúk, so er hetta eitt gott boð uppá, hvør tónleikur nertur oyrað.

 

Íblásturin til tann vanliga playlistan hjá mær kemur ymsa staðni frá. Ein stævin arbeiðsdagur kann, fyri mítt viðkomandi, vera akkurát líka inspirerandi sum eitt gott ball ein summardag.

 

Sjálvur dugi eg væl at síggja, at “mín tónleikur” er eitt sindur runt umkring í tónleikasjangrunum. Tónleikurin, eg havi at bjóða uppá, er alt frá Ole Ivars til Dj Gajoe... Jag trodde änglarna fanns bara, bara i himmelen, opinbart eisini í Suðri.

 

Eg lurti eftir tí, eg geri, tí tað eru sangir, sum eg kann seta í samband við nøkur av mínum bestu minnum. Til dømis kemur Ole Ivars av tí, at ta einu ólavsøkuna lá eitt par í plantasjuni og høvdu ástarleik, tá eg og ein vinmaður komu geylandi av fullskapi “Jag trodde änglarna fanns bara, bara i himmelen”. Tey rýmdu tíverri umgangandi, og tí endar mín playlisti so brádliga.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.