Nýggj trend – jólabrýr
Fólk finna uppá mangt og hvat
18.12.2017 - 15:40

Skrivað hevur: Eydna Maria Jacobsen

 

Eygnabrýr hava havt nógv at siga tey seinastu árini. Nýggjar trendir koma og fara allatíð, og enn einaferð er ein eygnabrýrna-trend, hesuferð við íblásturi frá jólunum. Hetta er úrslitið av eini kombinatión av sminku elskarum, eitt sindur av kreativiteti og jólahýri.

 

 

A post shared by Taylor R (@taytay_xx) on

 

Tú hevur kanska longu sæð myndir av hesum brýrnum, tí tað var her alt byrjaði. At greiða hárini, so at tey fáa skap sum eitt jólatræ, og síðani pynta tær við gimsteinum.

 

 

A post shared by Victoria (@justfabvik) on

 

Her hevur ein genta koyrt eitt sindur av grønum glimri á eisini.

 

 

A post shared by kelsey (@kels.cake) on

 

Tikið til tað næsta stigið; hendan hevur verið eyka kreativ og límað furunálir á eygnabrýrnar.

 

 

A post shared by kelsey (@kels.cake) on

 

Tann sama gentan hevur hesaferð gjørt við glitri og smáum bjøllum á.

 

 

A post shared by ʙʀɪ ʙᴀʀᴅɪᴄ (@bbxbeauty) on

 

Reindjóra brýr, gjørt við reindýri á eygnalokunum og hornini á eygnabrúgvuni.

 

Fert tú at royna nakað av hesum? Ella gera títt egna?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.