Stílurin eftir Fjøllini Dansa: Maibrit Josenius Hammer

Hvørja viku avmynda bloggararnir frá Fjøllini Dansa onkran, sum tey halda hevur serliga feitan stíl. Hesa vikuna er tað 19 ára gamla Maibrit Josenius Hammer, sum er avmyndað.

 

Lagt til rættis: Una Nielsdóttir Galán

info@roddin.fo

 

Hevur tað nógv at siga fyri teg, hvussu tú sært út?
Tað hevur ikki so nógv at siga, tá eg ikki eri til arbeiðis. Av tí at eg eri servitrica, skal eg síggja pen og ordulig út, so tá eg havi frí, orki eg ikki at gera alt for nógv burturúr. Men sjálvandi dámar mær at føla, at eg síggi gott út.

 

Hvaðani fært tú íblástur?
Eg fái sum so ikki íblástur frá nøkrum einstøkum persóni. Eg fái tó íblástur frá tónleikinum, eg lurti eftir, og so fevnur tað eisini um nógvar ymiskar stílar. Til dømis, tá eg eri til arbeiðis, eri eg eitt sindur móð ella onkuntíð rockabilly, og tað havi eg líkasum tikið til mín frá ímillum øðrum Miles Kane, Eugene McGuinness og the Beatles. Annars er tað sum oftast shorts og band T-shirt, tá eg havi frí; serliga dámar mær mína Smithsblusu. Combat stílurin er nakað, eg eri farin frá og komin aftur til fleiri ferðir, og nú í løtuni eri eg komin aftur til tað.

 

Hvørjum kendum persóni, hevði tú viljað fingið klædnaskápið frá?
Eg haldi at Kristen Stewart skal eitast at hava eina lekkra samling av band T-shirts, sum eg væl hevði tímað at fingið. Annars er stílurin hjá Alexu Chung kul.

 

 

Hvat hevði tú keypt tær, um tú ikki noyddist at hugsa um prísin?
Nú er tað ikki pengar, sum er trupulleikin við hesum frakkanum, eg hevði viljað átt. Tað er meira tað, at har er bara ein til, og hann er eitt kunstverk, sum Bronwen Marshall sniðgav til hennara endaligu roynd í Royal College of Art. Muse eigur hetta eina eintakið, sum er gjørt. Annars hevði eg nokk keypt eina vintage Clash T-shirt, sum eg fann á Etsy fyri $400.

 

Publish: 
Mikudag, September 25, 2013 - 12:00
Cover Image: