- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-tíðindi
Setarnardysturin í Munchen í kvøld verður millum Týskland og Skotland. Spenningurin er í veruleikanum størri, enn flest øll geva sær far um. Týski fótbóltsrisin tykist hvokkin. Síðan glæsiliga HM-sigurin í Brasil í 2014, er stígur komin í. Gongdin hevur verið døpur tey seinnu árini. Í HM-endaspælinum í Russlandi í 2018 snávaði Týskland longu í bólkaspælinum, og í seinasta EM-endaspælinum gekst lítið mætari. Í HM-endaspælinum í Katar í desember 2022 var týska landsliðið fyri eyðmýkjandi tapi móti Japan, og noyddist til húsa aftur longu eftir bólkaspælið. Skotar hava hinvegin góðan viðvind á vøllinum og hava sett dám á býarmyndina í Munchen fyrrapartin. Tiltikni kiltklæddi fjepparaskarin, nevndur Tartan Army, hevur hildið sær á gleimi í Marienplatz í Munchen.