Leygarkvøldið 12. november 2022 var stór fagnaðar- og útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, sum Elin Brimheim Heinesen skipaði fyri til heiðurs fyri pápa sín, Jens Paula Heinesen á 90 ára føðingardegi hansara.
Á skránni vóru seks tónlistaverk, sum Elin hevur skrivað til yrkingar hjá pápanum, har av fimm vóru frumframførd, nevniliga løgini Sóleyan lýsir um fløtur, sum kom út sum staklag í 2021, umframt fýra spildurnýggj løg: Flóttin, Eg gangi við einum djúpi, Heystnáttin og Sorgin er vøkur við. Hesi fimm løgini vóru sett út fyri symfoniorkestur av italska tónaskaldinum Enzo De Rosa, sum sjálvur kom til Føroya at spæla flygil á konsertini. Endað var við lagnum Eitt dýpi av dýrari tíð, útsett fyri symfoniorkestur av danska tónaskaldinum Søren Hylgdgaard sála.
Føroya Symfoniorkestur spældi, stjórnað av Bernharði Wilkinson, saman við kórunum Tarira og Tórshavnar Manskóri, meðan Elin Brimheim Heinesen sjálv var sangsolistur.
Millum framførslurnar av tónlistaverkunum hevði verturin Suni Merkisstein samrøður við ymisk fólk um Jens Paula Heinesen og skaldskap hansara, m.a. Hanus Kamban, Sonna Smith, Anniku Hoydal, Unn Paturson, Bárð Persson og Gullu Øregaard. Rithøvundafelagið fagnaði høvundanum við framløgu eftir Berg Rasmussen. Harumframt las Páll Danielsen brot úr skaldskapi hjá Jens Paula Heinesen.
Útseting fyri symfoniorkestur og kór: Enzo De Rosa, 2022.