Líkt er til, at hoyringarsvarini til stjórnarskipanaruppskotið fevna breitt, og at tey í fleiri førum umboða sera ymisk sjónarmið. Tí verður tað kanska ómøguligt hjá samgonguni at tekkjast øllum svararunum. Og soleiðis verður møguliga eisini, tá ið tingviðgerðin ferð í gongd.
Flestu flokkar taka í prinsippinum undir við eini føroyskari stjórnarskipan, men teir eru rættiliga ymiskir á máli um, hvussu hon skal síggja út.
Samgongan sær í løtuni út til at standa saman um stjórnarskipanina. Aksel V. Johannesen løgmaður er formaður í Javnaðarflokkinum, og hevur staðið fyri arbeiðnum við stjórnarskipanaruppskotinum. Hinir samgonguflokkarnir Framsókn og Tjóðveldi eru fullveldisflokkar, og hava tí eina føroyska stjórnarskipan sum aðalmál.
Men skal undirtøka vera fyri eini stjórnarskipan á fólkaatkvøðu, hevur tað ein ávísan týdning, at ein breið semja kann finnast í løgtinginum frammanundan.
Og tað verður uttan iva sambandsflokkurin, sum verður torførast at sannføra. Fyri Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, er tað ein trupulleiki, at stjórnarskipanin skal staðfesta føroyska sjálvsavgerðarrættin uttan yvirhøvur at nevna, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Ger stjórnarskipanin ikki tað, fatar Bárður hana sum eina glíðibreyt móti føroyskum fullveldi.
Hinir andstøðuflokkarnir halda yvirskipað, at tað er eitt gott hugskot við eini føroyskari stjórnarskipan. Men, sum er við so nógvum politiskum málum, stinga ósemjurnar seg upp, tá ið farið verður í smálutir. Fyri Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, skal persónliga frælsið fylla meir. Harafturat skal tað nevnast, at Føroyar eru eitt kristi land. Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, heldur, at leikluturin hjá kristnitrúnni er ov veikt orðaður í grein 12 í stjórnarskipanini. Og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vil tryggja tað ófødda barnið og forða fyri aktivari deyðhjálp í stjórnarskipanini.
Og til seinast mugu vit nevna ein annan politiskan leikara, sum eisini setur ávís krøv til eina føroyska stjórnarskipan: danska stjórnin. Fyri hana hevur tað týdning, at so leingi Føroyar eru í ríkisfelagsskapi, so er evsta lógin í Føroyum tann danska grundlógin.
Men við eini umorðing í formælinum til stjórnarskipanina, har tað nú stendur, at stjórnarskipanin ikki setur úr gildi aðrar stjórnarrættarligar sáttmálar, tykist bæði forsætisráðharrin og danska løgmálaráðið at vera blíðka. Danir óttast ikki longur fyri stjórnarrættarligu avleiðingunum av stjórnarskipanini, men hóast hetta, heldur formaður sambandsfloksins, at stjórnarskipanin framvegis ger seg inn á ríkisfelagsskapin.
Áhugamálini eru ymisk, og løgmaður hevur næstu tveir mánaðirnar at finna eina breiða semju í løgtinginum. Í sambandi við vanlig løgtingsmál, er einki forgjørt í at samtykkja lógir við smølum samgongumeiriluta. Men ein stjórnarskipan ásetur grundleggjandi rættindi og skyldur í samfelagnum, og tí tykist løgmaður serliga hugaður fyri tí breiðu semjuni, bæði politiskt og fólksliga.