Fótbóltsprát

Fótbóltsprát
19-04-2021
Mourinho, kappingin um løgmanssteypið, fimta umfar í landskappingini og Super League vóru evnini hesaferð.

José Mourinho varð uppsagdur fyrrapartin, bara seks dagar undan finaluni í Carabao Cup-kappingini.

Hann hevur verið í starvinum í hálvt annað ár. Tottenham er nummar sjey í Premier League.

Kappingin um løgmanssteypið

Stórdysturin millum KÍ og NSÍ í Klaksvík varð av ongum.

Dómarin Petur Reinert kolldømdið eina málstólpan, tí tað var so illa farið í kavarudding.

NSÍ kravdi í gjárkvøldið, at KÍ varð dømt at tapa dystin.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum vísti kæruni aftur og ásetti dystin at vera í Klaksvík í annaðkvøld.

Eitt óheppið eindømi, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Kappingin kann skrædna

Tikið verður saman um onkur rák í bestu fótbóltsdeildini.

HB hevur verið sannførandi á heimavølli seinastu tvær ferðirnar, og KÍ spelar avstað við fullum stigatali. Liðini spæla í Klaksvík um níggju dagar, mikukvøldið 28. apríl.

Í botnstríðnum hevur TB bara skavað sær eitt stig saman higartil. TB plagdi annars at leggja bragdliga fyri og vinna seg burtur úr botnstríðnum fyrsta triðingin av kappingini. Venjarin hevur eftir førimuni og umstøðum roynt at skapa eitt øðrvísi venjingarumhvørvi á Tvøroyri, men stigaúrtøkan er soltin.

Super League

Tað hevur verið í umbúna leingi, men seint gjárkvøldið komu boðini um, at 12 evropeisk fótbóltsfeløg, stórfeløg, ætla at stovna eina nýggja altjóða fótbóltskapping, sum skal eita Super League.

Seks feløg úr Onglandi, trý úr Spania, og trý úr Italia.

Móttøkan er snøgt sagt kaldlig

Oddbjørn Joensen og Jákup Ósá eru viðmerkjarar.

 

Fótbóltsprát

Sending, har vit skifta orð um føroyskan fótbólt.  Vertur er Tróndur Vatnhamar
Søguliga stóri innkeypslistin hjá B36 sær ikki út til at gera stórvegis mun í løtuni. Nógv kann tó henda, men tað sær alt annað enn gott út
22-04-2024
B36 og KÍ snáva, meðan HB og Víkingur hava sett kósina.....móti toppinum
15-04-2024
B36 tók ikki av í Gundadali ímóti 07 Vestur og bjóðaði tískil KÍ inn aftur í hitan
08-04-2024
Tað er uppá tíðina at Adrian Justinussen er "fast inventar" á landsliðnum, tað eru viðmerkjarar samdir um
25-03-2024
Eftir trý sannførandi meistaraár tykist KÍ ikki at sannføra eins nógv. Hinvegin tykist B36 at tevja gull, siga teir sjálvir
18-03-2024
Enn eina ferð vekir tað undran, at Páll Klettskarð ikki fær landsliðsboð - at bólturin umsíðir er farin á rull aftur undrar hinvegin ikki
11-03-2024
Kappingarleysturin, ella broytin av hesum, er eitt hoyggj at fáast við. Øll liðini hugsa fyrst og fremst um seg sjálvan og tískil ikki lætt at broyta
04-03-2024
Kappingarleisturin fyri 2024 sá spennandi út, inntil onkur fór at pilka við....nú er alt við tað gamla
26-02-2024
Við tilgongdini av einum nýggjum málverja í KÍ, fær Ari veruliga kapping og spurningurin er um tað er gagnligt fyri unga málmanstalentið
19-02-2024
Nations League og landsliðið seta dám á sendingina, og serliga eru tað ungir leikarar í skilja viðmerkjarar
12-02-2024
Viðmerkjarar, og fólk annars, fegnast um heimkomuna hjá Peturi, men er tað tað skilabesta, tað er ein annar spurningur
05-02-2024
Dúgligani bleiv kjakast um hvørt tað er rætt at senda spælarar av landinum sum 12-15 ára gamlar
29-01-2024