Fótbóltsprát

KÍ: Takk, men vit skulu víðari
18-10-2021
FM er bert eitt lítið mál á vegnum, vit ætla okkum í eitt bólkaspæl, sigur Mikkjal Thomassen, sum er gestur í Fótbóltsprátinum

Júst sum Egon Olsen, úr Olsen-bandanum tók til, 'Vi skal ikke hjem - vi skal videre' tykist hugburðurin hjá KÍ vera í løtuni.
Oddbjørn Joensen, Tróndur Arge og Mikkjal Thomassen eru gestir í sendingini og vit umrøða, og rósa, sjálvandi nýklaktu FM vinnarunum

Fótbóltsprát

Sending, har vit skifta orð um føroyskan fótbólt.  Vertur er Tróndur Vatnhamar
Víkingur liggur á sama støðið sum farna kappingarár, men restin av fylginum tykist at mangla nakað
08-01-2024
Tað verður gitt í eyst og vest, og onkuntíð raka vit plett
18-12-2023
Viðmerkjarar gita og spáa um leikaraskifti til komandi kapping
11-12-2023
Sjáldan hava viðmerkjarar og vertur verið samdari enn tað sama
27-11-2023
Tað verður torført at gera nakað við Albania, vónandi hava teir hugna sær nóg nógv seinastu dagarnar til at vit kunnu oyðileggja góða hýrin
20-11-2023
NSÍ er mótstøðuførari enn onnur upprykkjaralið
13-11-2023
HB vann uppiborið finaluna um løgmanssteypið, men tað var ikki uttan svørðslag, B68 megnaði at halda spenninginum til seinasta sparkið
06-11-2023
Fyri seinastu ferð í ár fara vit at ynskja KÍ til lukku við Fm og øllum tí ið hartil hoyrir
30-10-2023
Fingarar blivu ikki lagdir ímillum, tá ið kappingin bleiv viðgjørd í dag. Ein reinur hurlivasi, vildu viðmerkjarar vera við
23-10-2023
Sambært viðmerkjarum so kann ósigurin í Kekkia eisini sigast at vera ein uppreisn, ein kann siga, at bløðingin steðgaði eina løtu
16-10-2023
Orðini eigur Oddbjørn Joensen, og her verður sipa til kappingarleistin, ella mangul uppá sama
09-10-2023
Vit hava sagt tað so oftani, nú er tað staðfest: Eingin tekur KÍ
02-10-2023