Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag
06-02-2021
Sera snøggi dampbáturin Ruth og framskygda partafelagið Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik

Í aðru sendingini um føroyska samferðslusøgu í 125 ár, taka vit saman um fyrstu tíggju árini í farnu øld - frá 1900 til 1910, og vit fáa eina frásøgn um fyrsta mjólkarbátan hjá Thorshavns Mælkeforsyning - Ruth, ið kom á Havnina á sumri 1908. Eisini verður nomið við søguna og tann týdning, ið Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik hevur havt, bæði tá talan er um samferðslu og sum mjólkarvirki.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021