Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
Í fimmtu sendingini um føroyska samferðslusøgu í 125 ár, verður dentur serliga lagdur á samferðsluútbyggingar á landi, umframt søguna um, tá ið fyrstu bilarnir komu til Føroyar. Vit fregnast um kanska fyrstu tunnilsverkætlanina í Føroyum, tá ið talan er um annað enn kolanám og tunnlar til el-framleiðslu. Hendan verkætlanin skuldi fremjast í Hvannrók omanfyri Trøllanes. Og vit frætta um stóru útbyggingina av Klaksvíkar Havn, sum varð vígd í 1937.
Eisini hoyra vit um, tá ið játtan bara kundi fáast til hjólið á trillibørini, og úr savninum hoyra vit um fyrstu brúnnað, ið gjørd varð við Sjógv í Kollafirði.
Tú kanst hoyra sendingina her!