Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
Føroyska samferðslusøgan er á tremur við bæði framskygdum fólkum og gerandishetjum, ið sóu tað týdningarmikla og neyðuga í at binda landið saman, soleiðis at Føroyar - alt í senn og okkum øllum at gagni, gjørdust bæði størri og minni. Og í sendingini hesuferð er evnið føroysk vegasøga.
Vit hitta Heina Olsen, sum í mong ár starvaðist sum verkfrøðingur hjá Landsverfrøðinginum, eins og hann eisini arbeiddi uttanlands í fleiri umførum.
Vit fregnast hjá Dánjal Poulsen um tær mongu verkætlaninar, sum hava snúð seg um fast samband um Vestmannasund, og har tann fyrsta er frá 1946.
Vit lýsa eisini søguna hjá Hvalvíkskúnnið, tá vit hitta Finnleif Durhuus, Sigurd Lamhauge, Knút Jacobsen og Jógvan Magnusson.
Vit hugleiða eisini um Austin lastbilin frá 1959 á Eiði saman við Hans Egil Joensen og Jóhan K. Joensen.
Eisini sigur Hans Biskopstø okkum um, tá ið Landsverkfrøðingurin fekk tær fyrstu stóru gravimaskinurnar, og hvussu tað var at fáa tær mannaðar.
Tú kanst hoyra sendingina her!